Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 129 - 9. juli 2004 Nr. 129 - 9. juli 2004 3 Eini 150 fólk vóru mikudagin komin saman at taka ímóti Anastasis á Sundi. Bøn, tónleikur og løgmaður vóru á skránni ANASTASIS VITJAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Stutt eftir klokkan trý seinnapartin mikudagin legði stásiliga sjúkrahús- skipið, Anastasis, at á keiini á Sundi. Eini 150 fólk vóru komin saman at taka ímóti skipinum, ið fyrst og fremst virkar fyri at veita teimum neyðstøddu í Afriku vón og grøðing. Nógv varð lagt fyri at gera móttøkuna av Ana- stasis so hugnaliga sum gjørligt. Á keiini veitraðu fólk við føroyskum fløgg- um, og fleiri høvdu latið seg í føroyska búnan til høvið. Tá skipið hevði lagt at, varð eisini skotið við fýrverki. Anastasis steðgar á í Føroyum í eina viku, har møguleiki verður hjá før- oyingum at síggja virk- semið umborð á sjúkrahús- skipinum. Føroyingar umborð Anastasis er 12.000 tons til støddar, og manningin telir góð 400 fólk úr 30 ymisk- um londum. Við á ferðini til Føroya var eitt føroyskt par. Debbie og Jonhard Joensen við børnunum Rebekku og Stefan hava seinastu mán- aðirnar virkað umborð. Á keiini á Sundi taldust eisini aðrir føroyingar, ið áður hava verið umborð á skipinum Tónleikur og bøn Undir móttøkuni mikudag- in ljómaði eisini tónleikur til heiðurs fyri manningini á Anastasis. Eirikur við Skála og Holgar Johanne- sen løgdu fyri, og seinni var kórtónleikurin at hoyra. Kórið var sett saman úr fleiri samkomum, sum Sigrid Sivertsen hevur staðið fyri. Á móttøkuni var eisini bøn á skránni. Feðgarnir, Jóni og Jóan Petur Johanne- sen hildu eina bøn í felag. Løgmaður takkaði Løgmaður, Jóannes Eides- gaard, hevði eisini leitað sær til móttøkuna hjá Ana- stasis mikudagin. Í røðu síni til manningina á Ana- stasis vísti løgmaður á al- stóra tørvin fyri hjálparar- beiði kring heimin. Løgmaður greiddi frá, at Anastasis heilsar føroyingum Víkingar leita aftur til Føroya! Mynd: Jens Kristian Vang Syngjandi móttøka á Sundi Mynd: Jens Kristian Vang Jóannes Eidesgaard, løgmaður, beyð Anastasis vælkomin Mynd: Jens Kristian Vang gjógvin millum rík og fátøk í heiminum í dag er alt ov stór, og vit liva í einum krígsherjaður heimi, har sjálvboðið hjálpararbeiði er ein kyndil í myrkinum. Hann nýtti eisini høvið til at takka manningini, ið hevur valt at halga sítt til hjálpararbeiði. Hesar báðar litføgrugentur tóku ímóti Anastasis Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2