fríggjadagur 9. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 129 - 9. juli 2004
Nr. 129 - 9. juli 2004
5
– Vandin fyri, at lutir,
menniskju ella sjálvt
øll okkara vistfrøði-
liga skipan støkkur
sundur, liggur alla-
tíðina og lúrir. Hetta
er eisini heilt ítøkiliga
treytin, tú arbeiðir
undir, tá tú arbeiðir
við leirlutum, sigur
leirlistakvinnan
Guðrið Poulsen, sum
hevur gjørt treytina
fyri listaverkunum til
teirra boðskap.
Framsýningin hjá
Guðrið í Riberhúsi í
Fuglafirðið er opin til
21. juli
LEIRLIST
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Leirlistaframsýningin
»Vanvart« lat upp beint fyri
Varmakeldu, og á ferniser-
ingini hevði Guðrið fingið
Maritu Nattestad og Jóruna
Hansen at syngja og spæla
»Eitt dýpi av dýrari tíð« hjá
Jens Paula Heinesen.
– Eg valdi hesa yrking-
ina, tí hon á ein hátt er ein
ímynd av tí, eg vil fortelja
við framsýningini, sigur
Guðrið. Tað er sjálvandi
altíð upp til hvønn einstak-
an, hvønn týdning, tey
leggja í míni verk. Men
sálarlig skroypiligheit og
styrki og tann vanvarda
javnvágin har ímillum hava
verið frammaliga í hugan-
um hjá mær, meðan eg havi
arbeitt við lutunum, sigur
Guðrið.
Gjørd til hølið
Hendan leitanin eftir ella
ímyndin av javnvág sæst
aftur sum ein reyður tráður
bæði í teimum einstøku
listaverkunum, samanspæl-
inum teirra millum og
enntá millum verkini og
hølini tey standa í.
– Framsýningin er gjørd
til júst hesi hølini. Eg havi
altíð verið óvuliga hugtikin
av hølunum í Riberhúsi og
serliga mátanum, ljósið
streymar gjøgnum hetta
rúmið millum vindeyguni,
sum venda niðan móti
bygdini og oman móti
fjørðuni, sigur Guðrið. Tú
hevur ikki somu møguleik-
ar at spæla tær við ljósið í
sjálvum leirlutinum, sum til
dømis í einum málningi.
Hinvegin hevur tú heilt
aðrar møguleikar at lata
ljósið spæla rundanum og
ígjøgnum lutin, og teir
møguleikarnir eru ein týð-
andi partur av framsýning-
ini, sum samlað listaverk,
sigur Guðrið.
Korthús ella skansi
Tað er týðiligt, at tað ikki er
av tilvild, at listaverkini hjá
Guðrið inni í Riberhúsi
standa, har teir standa og í
eini ávísari hædd. Hvørja
ferð tú flytir teg, ella bukk-
ar teg niður, fortelur verkið
eina nýggja søgu. Hyggur
tú til dømis eitt sindur á
skák niður á lutin beint
frammanfyri vindeyganum
omaneftir, minnir hann
kanska mest um ein skansa,
sum onki kann órógva.
Men bukkar tú teg niður, so
ljósið sleppur ígjøgnum,
verður skansin til eitt
skinklut korthús, sum fer í
fillur, bara tú andar á tað.
Javnvágin er hárfín, og tú
fært eina kitlandi kenslu av,
at tað er tú, sum ger av, um
hon støkkur sundur ella
ikki.
Tonsatungt pu
Mitt á gólvinum stendur ein
stórur, fílabeinshvítur lutur
við heitinum »Skroypilig
konstruktión«. Her er aftur-
vendandi javnvágin endur-
givin í samanrenningini
millum stóra, einfalda ytra
skapið og fløkjuna av
evarska smáum trægrum og
prikkum, sum alt er sett
saman av. Liturin og skapið
fær meg at hugsa um eina
beinagrind undir sjóneyku,
har ein frumskógur av
næstan gjøgnumskygdum
trægrum snúgva seg út og
inn ímillum hvønnannan.
Verkið tykist sum eitt
tonsatungt pu, um nakað
slíkt er til.
»Skapanarverk«
Á veggunum hanga myndir
úr leiri av smáum verum,
sum minna meg um myndir
í lívfrøðibókum. Myndirn-
ar av æti kenni eg aftur,
men hinar síggja út sum
eitthvørt frá eini aðrari
gongustjørnu.
– Hetta eru nanostein-
renningar, greiðir Guðrið
frá. Eg visti, at olja kemur
úr samanantrýstum stein-
renningum, so eg spurdi tey
á jarðfrøðissavninum, um
tey ikki kundu senda mær
onkrar myndir. Og knapp-
liga stóð eg við einum heil-
um undurføgrum heimi av
skapum og mynstrum í
hondini, púra klárt at
brúka.
– Æti og steinrenningar
geva eina góða mynd av,
hvussu skroypiligt alt skap-
anarverkið kann vera. Verð-
ur
javnvágin
órógvað,
støkkur alt jú sundur, so eg
helt tað vera upplagt at
brúka vanvarda skapanar-
verkið í listini, sum jú aftur
er eitt skapanarverk – tó
uttan at tær nýtist at leggja
nakað átrúnaðarligt í tað,
sigur Guðrið, sum hevur
ognað sínum forfedrum
framsýningina »Vanvart«.
Vanvard skapanarverk
Guðrið Poulsen og sonurin Poul Johan
Í listaverkinum »Skroypilig konstruktión« er Guðrið farin frá tí
ytra skapinum og inn í trægraskógin í beinagrindini
Ljósið spælir ein avgerandi leiklut á framsýningini. Í hesum
verkinum verður ein skansi til eitt skinklut korthús, tá ljósið
skínur ígjøgnum
Nanosteinrenning - upprunin til olju
Nú verður aftur
møguleiki at royna
stevið eina løtu leyg-
arkvøldið. Tá verður
skipað fyri árligu
dansináttini í Norð-
urlandahúsinum
FØROYSKUR DANSUR
Edvard Joensen
Árliga dansináttin, sum
Norðurlandahúsið og Sláið
Ring skipa fyri, verður
hildin í Norðurlandahúsin-
um leygarkvøldið.
Í nøkur ár hava Norður-
landahúsið og Sláið Ring,
sum er landsfelagið hjá før-
oysku dansifeløgunum, í
felag skipað fyri eini so-
nevndari dansinátt í Norð-
urlandahúsinum, har dans-
að verður til út móti
morgni.
Vanligt hevur verið, at
eitt av limafeøgunum í Slá-
ið Ring hevur havt ábyrgd-
ina av hesum tiltaki. Tað
hevur virkað soleiðis, at
fólk frá felagnum hava ver-
ið á staðnum og lagt fyri, tá
byrjað verður. Síðan hevur
dansurin gingið sum van-
ligt, at tann, sum hug hevur,
hevur tikið eina vísu. Hevur
so staðið á, hevur tað erið
uppgávan hjá vertsfelgnum
at fáa dansin at ganga víð-
ari. Í ár verður tað Dansi-
felagið í Suðruoyar norðaru
helvt, sum fer at vera verts-
felag.
Dansináttin byrjar klokk-
an 22.00 leygarkvøldið og
heldur á til klokkan 02.30.
Um dansurin gongur væl,
kann henda, at hildið verð-
ur fram eina løtu afturat,
siga fyrireikararnir.
Hesi almennu dansitil-
tøkini í Norðurlanda-húsin-
um hava vanliga verið væl
vitjað. Nógv fremmand
ferðafólk plaga at vera í
húsinum til hesi tiltøkini.
Hetta er forkunnugt og av-
gjørt nakað, tey vilja upp-
liva. Heilt nógv nýta eisini
høvið til at fara uppí.
Eisini føroyingar, búsit-
andi uttanlands, ið eru
heima, plaga at vera trúgvir
gestir á hesum tiltøkunum.
Og sjálvandi eisini onnur,
ið bara hava áhuga fyri
føroyskum dansi.
Í smaband við Lista-
stevnuna, sum verður í aug-
ust, veru eisini skipað fyri
eini slíkari dansinátt.
Tað er eisini afturvend-
andi tiltak. Men tað tiltakið
plagar at flyta millum ymsu
dansifeløgini í landinum,
siga tey, í Sláið Ring.
Dansinátt í Norðurlandahúsinum
Árliga dansináttin veðru leygarkvøldið í Norðurlandhúsinum
Innlendismálaráðið hevur
yvirtikið umsitingina av
Strandferðsluni frá Vinnu-
málaráðnum. Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður við
vinnumálum, sigur, at tað
er við sorgblídni, at hann
nú letur umsitingina av
Strandferðsluni til Innlend-
ismálaráðið.
Jógvan við Keldu, lands-
stýrismaður við innlendis-
málum, er hinvegin fegin
um at taka Strandferðsluna
undir sína umsiting.
– Framtíðin hjá Strand-
ferðsluni er smáoyggjarnar.
Standferðslan skal verða
ein tænastuveitari, bæði í
luftini og á sjónum, sigur
Jógvan við Keldu.
Stjórin í Strandferðsluni,
Kristian Davidsen, sigur, at
hann bjóðar Innlendismála-
ráðnum vælkomið at sam-
starva við Strandferðsluna.
-hkm
Í døgunum frá 12. til 15.
august verður Summar
Festivalur 2004 hildin í
Klaksvík. Hetta er eitt nýtt
og stórt tónleikatiltak, sum
fer at bjóða tónleik í fýra
dagar á rað.
Tað verða bæði føroysk
og útlendsk nøvn, sum
koma at spæla á festivalin-
um, og millum nøvnini eru
Ken Hensley, Boney M,
Frændur, Hanus Johansen,
Kjell Samuelson og Gunnar
Mikkelsen.
Leygardagin 14. august
verður stór útikosert á
Vágsbøi mitt í Klaksvík, og
har fara nógv av teimum
stóru nøvnunum at spæla.
Tað ber til at keypa sær at-
gongumerki til hetta til-
takið í forsølu. Atgongu-
merkini kosta 250 krónur
og fáast á Shell-støðunum
kring landið og á Kunn-
ingarstovuni í Havn.
Harafturat ber tað eisini
til at tryggja sær pláss í KÍ-
høllini til stóru gospelkon-
sertina, sum verður sunnu-
dagin 15. august. Her fara
millum annað Kjell Samu-
elson úr Svøríki og Hans
Inge Fagervik úr Noregi at
syngja. Eisini føroyskir
sangarar og tónleikarar lut-
taka. Atgongumerki til hesa
konsertina
kosta
150
krónur í forsølu.
Við at keypa atgongu-
merki í forsølu ber til at
spara pengar og tryggja sær
pláss, siga fyrireikararnir.
Unga Listakvinnan Ásla
Rannvá
Svensson
úr
Havnini hevur listafram-
sýning á Norðoya Kunn-
ingarstova tað sum eftir er
av juli mánaði.
Framsýningin letur upp
leygardagin
10.
juli
klokkan 15:00.
Annars er opið hvønn
dag í vanligari upp- og
afturlatingartíð hjá Kunn-
ingarstovuni.
Á framsýningini vera
millum 25 og 30 smá og
miðalstór listaverk.
Ásla
Rannvá
hevur
áður havt framsýningar í
Fuglafirði, í Snarskivuni
eins og Várframsýningi
og á Ólavsøku í Havn.
Ásla Rannvá
Svensson
listaframsýning
Herfyri kom fram, at ar-
beitt verður við at gera
ein kvinnulista til bý-
ráðsvalið í Havn. Arbeitt
hevur verið við hesum
allatíðina, og seinasta
fríggja
kvøld
skipaðu
stigtakararnir fyri fundi,
har tikið varð samanum.
Eisini varð tosað um,
hvussu skal farast fram í
heyst.
Sum skilst var fitt av
fólki møtt til fundin, og
niðurstøðan var, at tað er
grundarlag fyri at gera ein
kvinnulista. Gjørt varð
eisini av, at farast skal
undir fyrireikingararbeið-
ið
aftur
umleið
20.
august.
- sae -
Grundarlag er
fyri kvinnu-
listanum
Strandferðslan yvirtikin
Forsølan til Summar Festivalin
er byrjað
Innlendismálaráðið hevur yvirtikið unsitingina av Strandferðsluni. Kristian Davidsen stendur í
miðjuni saman við landsstýrismonnunum Jógvan við Keldu og Bjarna Djurholm
C
M
Y
K
5
4