fríggjadagur 9. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 129 - 9. juli 2004
Nr. 129 - 9. juli 2004
7
Tær báðar samkom-
urnar í Tórshavn,
Rhema og Filadelfia,
boðaðu í tíðinda-
skrivi fyrst í hesi
vikuni frá, at tær nú
leggja saman. – Fyri
10 árum síðani høvdu
samkomurnar ymsar
fatanir viðvíkjandi
trúarspurningum og
framferðarhátti, men
nú eru samkomurnar
vorðnar so eins, at vit
meta tað vera rætt og
náttúrligt at leggja
saman, sigur Tummas
Jacobsen, leiðari í
Filadelfia
SAMANLEGGING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Nú er tað ikki bert í vinnu-
lívsheiminum, at saman-
leggingar eru sjónligar. Tær
báðar
samkomurnar
í
Havn, Filadelfia á Landa-
vegnum og Rhema uppi á
Hálsi, boðaðu í vikuni frá,
at tær nú leggja saman.
Rhema í søguna
Navnið Filadelfia heldur
fram, og øll fara tey at hús-
ast í Filadelfia-salinum við
Landavegin.
Leiðslurnar
greiða frá, at ongar broyt-
ingar vera í leiðslubygnað-
inum í fyrstu syftu, tí
leiðslan í Rhema ynskir
heldur spakuliga at integr-
erast í Filadelfia uttan stór-
vegis broytingar.
Tummas Jacobsen, leið-
ari í Filadelfia, er glaður
fyri samanleggingina, sum
hevur verið í umbúna eini
2-3 ár. Í løtuni hava umleið
150 fólk sína dagligu
gongd í Filadelfia, meðan
um 50 fólk hoyra til
Rhema. Sostatt fer Fila-
delfia nú at hýsa umleið
200 fólk.
– Enn er salurin nóg stór-
ur, og tí verður neyvan
plásstrot fyrstu tíðina. Men
um tað verður ov trongt í
salinum, er hetta bert ein
luksustrupulleiki, sum ein
og hvør samkomuleiðari
droymir um, sigur Tummas
flennandi.
Munirnir horvnir
Tummas Jacobsen sigur, at
munirnir, sum vóru millum
samkomurnar fyri umleið
10 árum síðani, nú eru
horvnir, bæði í praktiskum
framferðarhátti og í gud-
frøðiligu læru- og trúar-
spurningunum.
– Saman standa vit sterk-
ari, og samkomurnar eru
vorðnar alt meiri líkar
seinnu árini. Tí er saman-
leggingin náttúrlig fyri báð-
ar partar, og vit meta, at
samstarvið bert kann fáa
positivar avleiðingar, sigur
Tummas Jacobsen.
Spurdur, um tað tó ikki
framvegis eru munir og
ósemjur viðvíkjandi læru
og framferhátti, sum kunnu
volda
trupulleikar,
er
Tummas greiður.
– Nei. Munirnir vóru
sum sagt sjónligari fyrr,
men nú eru samkomurnar
eins á flest øllum økjum.
Eingin orsøk er longur at
hava tvær sjálvstøðugar
samkomur, tá vit hava so
nógv at savnast um, sigur
Tummas Jacobsen.
Rhema breyt frá
Talan er annars um ein øðr-
vísi søguligan uppruna
millum samkomurnar báð-
ar. Filadelfia er ein hvítu-
sunnusamkoma, og Rhema
er ein trúarsamkoma, sum
breyt frá hvítusunnurørsl-
uni miðskeiðis í áttatiárun-
um í Føroyum og stovnaði
egið virksemi. Í Norður-
londum var sviin Ulf Ek-
mann ein av stigtakarunum
til nýggju trúarrørsluna við
íblástri frá Kenneth Hagin í
USA. Oddamenninir í trú-
arrørsluni hildu, at hvítu-
sunnurørslan var vorðin ov
traditionell og stív, og tí
valdu teir at ganga nýggjar
leiðir. Í Føroyum var úrslit-
ið av hesum ráki, at partur
av hvítusunnurørsluni tók
undir við trúarrørsluni, og
soleiðis
sá
samkoman
Rhema dagsins ljós. Men
Tummas Jacobsen og aðrir
hildu fast um hvítusunnu-
samkomuna.
– Tá nýggjar rørslur og
nýggj rák fáa gjøgnumbrot,
hava tey lyndi til at vera
meiri víðgongd at byrja við,
har munurin síðani minkar
við árunum. Tað er júst
hetta, sum er hent millum
Filadelfia og Rhema, sigur
Tummas Jacobsen.
Meðan trúarrørslan er
relativt nýggj, skulu vit
aftur til fyrst í 1900´talið at
finna upprunan til hvítu-
sunnurørsluna. Tað var
amerikumaðurin
T.B.
Barrat, sum í 1906 grund-
legði hvítusunnusamkom-
una, og vann hvítusunnu-
rørslan frama eini fimm ár
seinni í Norðurlondum og
um okkara leiðir.
Altjóða rák
Sambært Tummasi Jacob-
sen eru samkomusaman-
leggingar eitt alsamt vaks-
andi rák í kristna heimin-
um, og alt fleiri samkomur
finna nú saman aftur, sum
skiltust orsakað av áður-
nevndu orsøkum.
– Meðan heimurin gerst
myrkari, lýsa ljósini bjart-
ari saman, og tað er bert
mennandi, at kristin finna
saman í størri og sterkari
eindir. Talan er um eitt
globalt rák, sum nú eisini
hevur gjørt seg galdandi í
Havnini, greiðir Tummas
frá. Umframt fólkakirkjuna
eru tað bara missións- og
brøðrasamkomurnar, sum
enn ikki hava verið ávirk-
aðar av samanleggingum í
eins stóran mun.
Saman standa vit sterkari
Felagsnevnarin í kristna heiminum, krossurin, handan tveir leiðarar í Filadelfia og Rhema, sum nú leggja saman. Tummas Jacobsen úr Filadelfia høgrumegin og Jónfinn Olsen úr Rhema
vinstrumegin gleða seg til nýggja samstarvið
Mynd: Jens Kristian Vang
Umleið 150 fólk hoyra til Filadelfia
Umleið 50 fólk hoyra til Rhema
Amerikumaðurin Kenneth Hagin var oddamaður
fyri trúarrørsluni, sum breyt frá hvítusunnurørsl-
uni, og Rhema var úrslit av hesum ráki í Føroyum
miðskeiðis í 80´unum
Amerikumaðurin T.B. Barrat var undangongumað-
ur fyri hvítusunnurørsluni fyrst í 1900´talinum
FAKTA
C
M
Y
K
7
6