fríggjadagur 9. juli 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 129 - 9. juli 2004
Nr. 129 - 9. juli 2004
9
UTTAN ÚR HEIMI
Verjar hóttir við lívinum
Sakførararnir, sum hava átikið sær at verja fyrrverandi
irakska forsetan Saddam Hussein, hava útsett eina ferð
til Bagdad, tí teir tora ikki at fara hagar.
Mohammad Rashdan, sum stendur á odda fyri verj-
unum, sigur við Reuters, at fleiri av teimum 21 verjun-
um hava fingið hóttanir teir seinastu dagarnar. Hann
sigur, at hóttaninar eru komnar frá irakskum embætis-
monnum, sum hava sagt, at verjarnir verða skræddir
sundur, koma teir til Bagdad. Teir 21 verjarnir og eitt
stórt tal av hjálparum skuldu annars fara til Bagdad
fyrsta dagin. Ta seinastu tíðina hava teir verið í Jordan,
har teir hava fyrireikað seg til rættarmálið. Mohammad
Rashdan sigur, at soleiðis sum støðan er, fara teir
ongan veg, tí tað er ikki nógv trygt at fara avstað.
Á rættarfundinum í síðstu viku sýtti Saddam Hussein
fyri at skriva undir nakað skjal, fyrr enn hann hevði
tosað við verjarnar. Verjarnir hava eisini fýlst á, at teir
ikki fingu boð um at møta á rættarfundinum.
Illveður í Evropa
Tað er synd at siga, at summarið hevur verið serliga
gott higartil í tí norðara partinum av Evropa, og í gjár
regnaði tað av grimd í Týsklandi, Fraklandi og í
Suðuronglandi.
Í Miðtýsklandi var vindurin eisini so nógvur, at fleiri
trø fóru um koll. Nógvastaðni duttu trøini á vegir og
jarnbreytir, og ferðslan var tí nógv tarnað. Í Norður-
fraklandi og Suðuronglandi fór streymurin nógva-
staðni, og minst 106.000 ensk húsarhald lógu í streym-
loysi gjáranáttina. Eisini har var nógvur vindur, og
fleiri av ferjunum, sum sigla um Oyrasund, máttu
avlýsa fleiri ferðir.
Har suðuri í Onglandi fóru bæði trø og elsteyrar um
koll í tí nógva vindinum, og myndugleikarnir høvdu úr
at gera við at ávara fólk ímóti at koma teimum niður-
dotnu elleidningunum ov nær.
Lummatjóvar í Bergen
Tey, sum ætla sær til Bergen at ferðast, eiga at ansa eftir
pengum og øðrum, sum tey hava uppi á sær.
Ta seinastu vikuna hevur løgreglan í Bergen fingið
14 fráboðanir um, at fólk hava mist pengar og annað,
sum tey høvdu í lummanum ella í taskuni. Løgreglan
sigur, at lummatjóvarnir gera serliga um seg á støðum,
har nógv fólk koma saman. Eitt nú hevur tað víst seg,
at teir javnan vitja steðgistøðini hjá býbussunum. Frá-
boðaninar vísa, at lummatjóvarnir taka serliga frá
kvinnum. 13 av teimum 14, sum hava vent sær til løg-
regluna, eru kvinnur, og tann elsta er 85 ára gomul.
Hon misti 2.000 krónur, sum hon hevði í einari tasku.
Á løgreglustøðini í Bergen mæla tey fólki frá at hava
taskuna á rygginum. Tað besta er at hava hana
frammanfyri, og so er tað eisini eitt gott hugskot at
hava pengarnar í taskuni og gjaldskortini í lummanum
ella øvugt, sigur løgreglan við Bergens Tidende.
Færri apotek
Fyri trimum árum síðani samdust fleiri flokkar í Fólka-
tinginum um at skerja talið á apotekum í teimum donsku
býunum. Ein partur av semjuni var at broyta skipanina
við, at tey stóru apotekini skulu stuðla teimum smáu.
Nú fær semjan avleiðingar. Politiken skrivar, at vandi
er fyri, at umleið 60 apotek í býunum noyðast at lata
aftur. Tað merkir, at ein fimtapartur av apotekunum í
býunum verða stongd. Roknað verður við, at umleið
20 apotek fara at lata aftur tey bæði næstu árini, og at
40 onnur fáa somu lagnu tey næstu fýra ella fimm
árini.
Fleiri serfrøðingar ivast í, hvussu skilagott tað er at
lata so nógv apotek í býunum aftur, men politikararnir
halda uppá, at tað ber væl til at steingja fleiri apotek.
Preben Rudiengaard, sum er talsmaður hjá Vinstra-
flokkinum í heilsumálum, sigur við Politiken, at tað er
ikki neyðugt at hava eitt apotek á hvørjum gøtuhorni í
býunum.
Avgerðin hjá John
Kerry at fáa sær John
Edwards til varafor-
setaevni hevur givið
honum fleiri atkvøður
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein kanning, sum sjón-
varpið CBS hevur gjørt,
vísir, at hevði forsetaval
verið í USA nú, høvdu
John Kerry og John Ed-
wards fingið 49 prosent av
atkvøðunum, og at George
W. Bush og Dick Cheney
høvdu fingið 44. prosent.
Fyri einum mánað síðani
gav ein kanning Kerry 45
prosent og Bush 44 prosent
av atkvøðunum.
Kanningin hjá CBS vísir,
at 69 prosent av teimum
demokratisku veljarunum
eru væl nøgdir við avgerð-
ina hjá John Kerry at velja
sær John Edwards til vara-
forsetaevni.
Verða
teir
republikansku veljararnir
tiknir við, halda 52 prosent,
at Kerry valdi tann rætta
mannin.
Kerry og Edwards á odda
Svenska dómsvaldið
broytti í gjár fongs-
ulsdómin hjá Mijailo
Mijailovic, sum myrdi
Onnu Lindh, uttan-
ríkisráðharra
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í vár bleiv Mijailo Mijai-
lovic
dømdur
lívlanga
fongsulsrevsing fyri at hava
myrt svenska uttanríkisráð-
harran, Onnu Lindh, tann
10. september í fjør. Men í
gjár bleiv dómurin broyttur.
Nú er avgjørt, at drápsmað-
urin er ov illa fyri sálarliga,
til at hann kann sita í
fongsli, og tí skal hann á
ein stovn, har hann skal fáa
sálarliga viðgerð.
Tá Mijailo Mijailovic
bleiv dømdur fyrru ferð,
hevði rætturin fingið eina
frágreiðing
frá
einum
sálarfrøðingi, sum hevði
kannað drápsmannin. Nið-
urstøðan í teirri frágreið-
ingini var, at Mijailovic var
sálarliga veikur, men at
hann tó ikki var so illa fyri,
at hann ikki kundi fara í
fongsul.
Síðani hevur ein annar
sálarfrøðingur
kannað
Mijailovic, og hansara nið-
urstøða er, at maðurin er ov
sjúkur til at fara í fongsul.
Tí avgjørdi Svea Hovrætt,
at Mijailo Mijailovic skal á
ein stovn, har hann skal fáa
sálarliga viðgerð.
Í Stockholm verður sagt,
at í veruleikanum merkir
úrskurðurin, at Mijailo
Mijailovic verður stongdur
inni á stovninum alt lívið.
Mijailo Mijailovic
skal ikki í fongsul
Alt fleiri og fleiri
gentur og kvinnur
verða innfluttar til at
arbeiða sum skøkjur í
Danmark. Fleiri av
gentunum eru yngri
enn 18 ár
DANMARK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Donsku myndugleikarnir
hava gjørt av at vísa trimum
útlendskum gentum av
landinum. Tær eru yngri
enn 18 ár og arbeiddu sum
skøkjur. Samstundis eru
níggju aðrar útlendskar
kvinnur vístar av landinum.
Tað vísti seg, at tær vóru
keyptar
til
Danmarkar,
skrivar Jyllandsposturin.
Sambært løgregluni er
tað ofta trupult at siga,
hvussu gamlar tær út-
lendsku genturnar eru. Í
fleiri førum hava myndug-
leikarnir mett, at tær eru
ímillum 15 og 18.
Dorit Otzen, sum er leið-
ari á verkstaðnum Reden í
Keypmannahavn, hjálpir
løgregluni at finna tær
ungu genturnar. Hon sigur,
at tað eru serliga gentur úr
Nigeria, sum verða seldar
keyparum í Danmark.
Fleiri danskir politikarar
krevja, at meiri verður gjørt
fyri at forða handli við
kvinnum og ungum gent-
um. Teir vísa á, at Danmark
hevur staðfest ST-sáttmálan
um rættindini hjá børnum,
og tí eiga donsku myndug-
leikarnir at tryggja, at gent-
urnar ikki enda aftur í
klørnum á sølumonnunum,
tá tær verða vístar av land-
inum.
Danir innflyta gentur til
skøkjuhús
Mijailo Mijailovic skal ikki sita í fongsli. Hann skal á ein
viðgerðarstovn, og hann sleppur neyvan útaftur
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Á jóansøku varð
minnispláta avdúkað
í Vági og úr Íslandi
komu eini hudrað
fólk. Hetta kom av, at
familjan Hjelm
savnaðist og mintist
ein ættfaðir, Íslans við
børnunum hjá Akka,
sum gekk burtur í
1926, og íslendska
kona hansara flutti
aftur til íslands. Eini
100 íslendinhgar
vitjaðu Vág í sam-
band við avdúkingina
FAMILJA
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Á jóansøku herfyri fekk
Hjelm-ættin á Krosslið í
Vági vitjan av ættfrændum
í Íslandi.
Talan var um eitt ferða-
lag, ið taldi umleið 100
fólk, og felags fyri hesi var,
at tey vóru ættað frá Jógv-
ani og Guðju Hjelm við
Krosslið. Tey áttu 9 børn
saman.
Aftur á slóðina
Nevndi Jógvan Hjelm gekk
burtur við motorbátinum
"Stjørnuni" á útróðri fyri
vestan av Eiðinum í 1926.
Umframt Jógvan, sjólótust
sonur
hansara
Martin,
beiggi hansara Jaspur og
synir hansara Anton og Es-
bern. Henda dagin gjørdist
15 børn faðirloyingar.
Akka Hjelm við Krosslið
átti 4 synir og fingu 3
teirra, Jógvan, Jaspur og
Marius
váta
grøv. Av
synum hansara untist tað
bert tiltikna sjógarpinum
Dánjali at liva til ellisár og
verða lagdur til hvíldar
vesturi á Kirkjukletti.
Kona Jógvan, Guðja, var
íslendsk, og stutt eftir at
Jógvan var burturgingin,
flutti Guðja aftur til Ísland
og hevði øll børnini við.
Har eru tey vorðin fjøl-
ment, og nú á døgum eru
um 300 íslendingar, sum
eru beinleiðis eftirkomarar
frá Jógvani og Guðju
Hjelm.
Á jóansøku í ár nýttu so
ein partur av eftirkomarun-
um høvi at vitja aftur á
fedranna stað, har ætt-
frændir teirra í Vági fyri-
skipaði móttøku av teim-
um. Í samband við vitjan-
ina var minnissteinur av-
dúkaður og er hesin minn-
issteinur ognaður Jógvani
og Guðju Hjelm - og
børnum teirra. Ætlanin er
at minnisplátur skulu setast
á steinin, til minnis um tey,
sum leitaðu av fedranna
garði vestur í hav. Longu nú
er ein minnispláta komin á
steinin og væntandi verða
hinar settar á so hvørt. Í
samband við avdúkingina
av steininum var samkoma
á Krosslið, har røður vóru
hildnar, sangir sungnir og
fekk Dánjal Johan Hjelm
heiðurin at avdúka steinin.
Ættfrændur hittust
Á jóansøku herfyri fekk Hjelm-ættin á Krosslið í Vági vitjan av ættfrændum í Íslandi
Mynd: D.Olsen
C
M
Y
K
9
8