Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 129 - 9. juli 2004 Nr. 129 - 9. juli 2004 11 Sjónvarp Føroya hevði mikukvøldið sera áhuga- verda sending frá DR um mann av marokanskum uppruna við donskum ríkisborgararætti. Maður- in var komin heilt illa fyri á vitjan í Marokku. Hann varð handtikin, ákærdur fyri yvirgang og dømdur til deyða. DR avdúkaði út í æsir, at mað- urin var órættvíst dømdur. Einki fantilsi hevði verið á rættargongd, og maðurin hevði verið tvungin til at undirskriva skjøl, ið hann ikki hevði høvi at lesa. Í hesum skjølum hevur hann undir trýsti viðgingið síni brotsverk, og eftir- fylgjandi er hann so deyðadømdur. Sendingin avdúkaði, at avvarandi danskir mynd- ugleikar fullkomuliga hava svikið á øllum økjum. Danska stjórnin hevur uttan víðari góð- tikið rættargongdina. Maðurin hevur als ongan stuðul fingið frá avvarðandi donskum myndug- leikum, og tað, sum hevur havt mestan áhugan í Danmark, hevur verið, hvussu danska stjórnin kundi taka danska ríkisborgaraskapin frá mann- inum, so sleppast kundi av við alla moralska, løgfrøðiliga og fíggjarliga ábyrgd av deyða- dømda manninum og húski hansara í Danmark. Vit eru uppvand við, at danskur ríkisborgara- rættur gevur bæði rættartrygd og sømdir av ym- iskum sløgum. Nevnda sending avdúkaði, at danskur ríkisborgaraskapur er als einki verdur, um danskir myndugleikar ikki virða tann ein- staka borgaran uttan mun til uppruna ella húðar- lit. Dømið við deyðadømda manninum er sera avdúkandi. Av tí, at maðurin ikki er innføddur dani, men maður av arabiskum uppruna, ið hevur vunnið sær danskan ríkisborgararætt, fær hann ikki somu viðferð, sum um hann hevði verið ein vanligur dani, føddur á Amager ella í Århus. Hetta eigur at geva øllum teimum, sum eru so fegin um danskan ríkisborgararætt, nakað at hugsa um. Hesin borgararættur fevnir eftir øllum at døma um A og B borgarar. Tað er beinleiðis óhugnaligt, og vísir, at tað við sitandi donsku stjórn er lítið virði í allari talu um somu rættindi fyri allar ríkisborgarar. Henda sak avdúkar, at sitandi danska stjórnin hevur verið líkasæl og beinleiðis sagt ósatt um deyðadømda danan. Alt bendir á, at orsøkin er, at viðkomandi hevur "skeivan húðarlit". Rættartrygdin er ikki eins fyri øll. Nú verður málið tikið upp politiskt og væntandi fer stjórnin at krevja nýggja rættar- gongd, men hetta hevði ikki hent, um fjórða statsvaldið, pressan, ikki hevði tikið málið upp. DAGSINS MEINING Sosialurin Rættartrygd fyri øll VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. John William Joensen formaður í Norðoya Sambandsfelag Býtið av tingmannasessum eftir seinasta løgtingsval er høvuðsorðsøkin til, at lív aftur er komið í orðaskiftið um at gera Føroyar til eitt valdømi. Serfrøðingar í vallóg- gávu siga,, at tað ber til at broyta rokniháttin av ting- mannabýti til at svar betur til atkvøðubýti millum teir ymisku flokkarnar. Við øðrum orðum ber væl til at gera vallógina meiri rættvísa. Álvarsamir vansar Tey, sum hava gjørt seg til talsmenn fyri at gera Før- oyar til eitt valdømi, siga m.a. atFøroyar sum eitt valdømi er ein trygd ímóti, at tingmenn fara at reka lokalpolitikk. Hetta er tað royna tvætl. Tað er uppgáva hjá ting- monnum at lóggeva og síggja til, at øll øki í land- inum verða røkt eins væl, og tí verður tað altíð ein landsuppgáva at reka lokal- politikk og at taka støðu til almennar útbyggingar í lokaløkjunum. Ein av talsmonnunum fyri at gera Føroyar til eitt valdømi segði í niðurstøðu síni, at tað vóru fleiri fyri- munir enn vansar at gera Føroyar til eitt valdømi. Hettar er ein vandamikil háttur at vekta tingini. Ein álvarsligur vansi av at gera Føroyar til eitt valdømi er at t.d. Vágarnar neyvan longur kunnu vænta sær umboðan á tingi. Somuleiðs Suðuroyggin, Sandoyggin og óivað onnur øki eisini. Gamla tingskipanin var soleiðis, at menn komu úr øllum landinum at hittast á tingi, og at avtaka hesa skipan er ein álvarsligur demokratiskur ósigur. Eingin skipan best Allar tingskipanir hava ein felags trupulleika, nevnu- liga tingmanningin sjálv. Tingmenn eru menniskju sum vit onnur, og hava júst somu manglar,, sum vit hava. Tí verða tað altíð ting- limir, sum fara at misbrúka skipanina til egnan fyri- mun. Tað at flestu økini í land- inum missa sína umboðan á tingi, - ein demokratiskur rættur sum øll øki í landin- um hava havt frá fyrndini, er ein so grundleggjandi vansi at vit ikki kunnu síggja burtur frá honum. Rætt at tosa um vallógina Sjálvur fari eg við opnum sinni at taka ímóti einum orðaskifti um, hvussu vit fáa verðandi tingskipan meiri rættvísa, men eg fari undir ongum umstøðum at góðtaka, at økisumboðanin verður avtikin. Tingið hevur frá uppruna sítt mandat frá økisumboð- anini og um tingið ikki longur skal hava umboðan úr økjunum kring landið fari eg at ivast í rættin hjá tinginum at stjórna hesum landinum. Grundgevingarnar fyri einum valdømi ikki nóg góðar Lisbeth L. Petersen Nú er Høgni Hoydal aftur farin at gera um seg í Dan- mark. Hesu ferð vil hann ikki finna seg ikki í, at danska stjórnin samstarvar við ES um møguliga nýggja fe- lags grundlóg uttan at spyrja føroyingar (les Høgna H.) fyrst! Ja, hvat billa danir sær í veruleikanum inn? tykist Høgni spyrja. Ótrúligt at sami Høgni, sum ikki vil hava aðrar at blanda seg í føroysk viður- skifti, nú við spyrjast fyrst, áðrenn danir samráðast um sína framtíð innan - ella kanska uttan fyri ES (tann møguleiki finst nevniliga eisini). Ella er tað nú so ótrúligt allíkavæl? Kundu vit vænta annað? Formaður Tjóðveldis- floksins hevur jú ferð eftir ferð drigið føroysk mál, ið fyrst og fremst áttu at verið umrødd og viðgjørd her heima, niður á danska fólkatingið, so hetta málið er sum so onki undantak. At danir, ið hava valt at vera limir í ES, fyrst skulu spyrja ella biðja Føroyar og Grønland um loyvi ella ráð, tá hesir sjálvir hava valt at standa uttanfyri, er órími- ligt. Tá ella um danir kunnu semjast um lógaruppskotið og verandi undantøk, og um úrslitið av donsku fólkaatkvøðuni til ta tíð verður eitt ja til eina felags grundlóg ella "forfatnings- traktat, so skal sjálvandi greitt vera, hvørja ávirkan tað fær á viðurskiftini Før- oya og Danmarkar millum. Veruleikin er jú eisini tann, at m.a. flokkur Høgna higartil herheima hvørki hevur viljað vita av al- mennum kjaki ella kann- ingum í sambandi við við- urskifti ella tilknýti Føroya til sama felagsskap í fram- tíðini. Tað er ikki sørt ósmæðið av formanni Tjóðveldis- floksins at bera seg so at, sum hann ger, tí viðgerðin av lógini krevur sína tíð, og úrslitið skulu danir sjálvir gera av, eins og vit føroy- ingar sjálvir skulu gera av, hvussu okkara støða skal vera. Hvussu kann Høgni Hoy- dal krevja, at aðrir skulu hava virðing fyri okkum, tá hann okkara vegna hevur so lítla virðing fyri øðrum? Hvar er markið ? Dánjal Petur Højgaard Sum svar uppá mínar við- merkingar til útvarpskjakið millum Jón Kristjansson og Petur Steingrund, hevur mín kæri skyldmaður og tingmaður Kári P. Højgaard eitt inlegg í Dimmu og Sosialinum 28. juni. Kári er kendur sum dúgligur útróð- rarmaður og fiskimaður, ið ikki breðgur úr ætt. Fyri kortum var hann ein troltúr á landleiðini og gav sær tá far um føðina hjá veidda toskinum á umleið 60 favna dýpi. Eg fari ikki at sáa iva um, at her var talan um hvítingsbróðir í maganum. Hóskandi kundi tó verið at spurt her: 1) hvussu nógvir fiskar vórðu kannaðir og 2) hvussu nógv prosent av vektini var hvítingsbróðir fyri hvønn fisk. Til saman- beringar má havast í huga, at magakanningarnar hjá Fiskirannsóknar-stovuni fevna um allan føroyska landgrunnin (100 kanning- arøkir í mars og 200 í au- gust). Hesar sera umfatandi kanningar sýna fyri tíðina 1997- 2003, at høvuðs- føðin (uml. 80 %) á ytri leiðunum í hesum tíðar- skeiði var hvítingsbróðir og svartkjaftur, meðan nebbasild og krabbadýr vóru høvuðsføði á innaru leiðunum. Við tílíkum kanningum um allan land- grunnin verður sjálvsagt talan um nakað av stigvís- ari gongd og "yvirlapping" í einum millumøki. Á einum vinnuligum fiskitúri eru stundir neyvan til at gera stórvegis kanningar av føði, meðan fiskur er á dekkinum. Allir mans skulu skunda sær at gera reint og fáa fiskin til høldar. Sostatt rokni eg ikki við, at talan er um eitt stórt tal av fiski, ið varð kannað á hesum nevnda túri. Við slíkum lut- falsliga fáum eygleiðingum ber ikki til at mótprógva teim sera umfatandi maga- kanningunum um allan grunnin hjá Fiskirann- sóknarstovuni. Hetta er at líkna við ein, ið fylgir við atkvøðubýtinum á einum valdegi til løgtingsval. Um nú til dømis tvær bygdir í Eysturoynni góvu 25 og 37 % atvkøður til Sjálvstýris- flokkin, ja so hevði nokk verið sera bláoygt at gingð út frá, at hesi tøl hildu sær fyri restina av landinum. Tá hevði verið best at bíðað til fleiri valdømi, ella allar atkvøður vóru upptaldar. Sama er galdandi fyri eina føðikanning hjá toskinum. Har er og verður neyðugt at taka við øll øki fyri at fáa ein góðan tvørskurð, ið hagfrøðiliga umboðar øll sløg av botni osfr. til tess at fáa góð miðaltøl fyri føðini. Á nøkrum kannaðum økj- um fer altíð at vera talan um eitt ávíst frávik frá miðaltalinum. Men herfyri fer hvørki fiskimaður ella granskari við virðing fyri sær sjálvum at vraka miðal- talið, bert hann/hon finna frávik frá miðal. Nógv tilfar er til taks um gróður og tilgond á Føroyaleiðini Rúgvismikla kanningartil- farið hjá Fiskirannsóknar- stovuni um t.d. gróður og tilgongd av toski hevur verið væl og virðiliga lagt fram fyri almenningin hesi seinastu árini: Tvær ferðir á risastóru fiskivinnustevn- uni "Fish Fair" í Runavík, umframt fyrilestrar í nógv- um bygdum, har "Magnus Heinason" eisini vitjaði. Sum føroyingar eiga vit at vera errin av, at tað hevur eydnast dugnaligu vísinda- fólkunum á Fiskirannsókn- arstovuni at finna eitt ser- stakliga gott samsvar mill- um gróðurin og t.d. til- gongd av toski á Føroya- leiðini (sjá viðlagdu mynd, ið samanfatar kanningar- úrslit fyri gróður, lomviga, tosk og hýsu). Tað er einki minni enn eindømi í At- lantshavinum, at hesi við- urskifti eru so greið og týðulig sum á Føroya- grunninum. Mær tykir, at tað er ein skylda hjá fólki, ið viðgerð og tekur avgerð- ir um fiskivinnumál, at tey hava sett seg væl inn í ver- andi kanningar á føroysk- um havøki. Her fæst t.d. eisini svar uppá spurningar um "horvna" toskin í níti- árunum. Burðardygg veiða Kári kemur at enda í inn- leggi sínum inn á burðar- dygga veiðu. Her kunnu vit skjótt semjast um, at tað verður altavgerðandi fyri lívið her á klettunum, at øll fiskiveiða verður burðar- dygg - bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga. Burðardygg veiða er eitt máttmikið hug- tak og eitt ediligt mál at seta sær fyri. Stóra takið er so at finna fram til, hvussu føroyingar skullu náa hes- um máli. Tað er ongin ivi í míni sál um, at skal burð- ardygga leiðin veljast og finnast, so má og skal henda leið byggja á kann- ingar og aftur kanningar, væl at merkja vísindaligar kanningar av livandi til- feinginum í havinum og hvussu hetta verður ávirkað av ikki-livandi viðurskift- um. Her kunnu føroyingar vera stoltir av at eiga ein stovn sum Fiskirann- sóknarstovuna, ið fremur eina gransking av havi og lívi á einum sera høgum vísindaligum stigi. Av innlegginum hjá Kára, meti eg ikki, at hann higartil hevur verið partur av tí kóri, sum í langt áramál hevur ført eina niðurgerðandi herferð móti hesum stovni og megin- partin av føroyskari gransk- ing á hesum øki. Vónandi hendir tað heldur ikki í framtíðini. Framtíðar kanningar og endi Nú bleiv hetta nakað langt; men málið er so mikið álvarsamt, at hetta bleiv neyðugt í hesum føri. Flestu av okkum eru vit glað fyri og góð við før- oysku sjúkrahúsini og før- oyska heilsuverkið annars. Hesi kanna, viðgerða og lekja mangan føroying millum ár og dag. Á leið somu kenslu áttu vit at havt yvirfyri Fiskirann- sóknarstovuni, ið ger eitt dygdargott kanningarar- beiði á sera fjølbroytum økjum innan havgransking. Nógv ymiskt áhugavert, forvitnisligt og viðkomandi í havinum verður útgreinað og uppklárað. Soleiðis at vit í dag skilja munandi meira um samanhangirnar í havinum á Føroya-leiðini, enn fyri t.d. 10 árum síðani. Einar meir ella minni sjálvstøðugar Føroyar kunnu hvørki vera eitt heilsuverk ella eitt hav- kanningarverk fyri uttan! Burðardygg gagnnýtsla av havsins ríkidøm verður óiva tilverugrundarlag okk- ara nógv ár fram í tíðina. Tí er umráðandi at kunnleikin til hav-vistfrøði gerst enn størri og enn betur fram- yvir. Nógvir lunnar eru longu nú lagdir á hesum øki. Nærlagda kanningar- leiðin, ið Hjalti í Jákups- stovu hevur stungið út í kortið fyri Fiskirann- sóknarstovuna, eigur at halda fram. Tað verður okkum øllum her á landi til gagns og gleði. Haraftrat mega vit minnast til, at umdømi føroyinga í altjóða samfelagnum eisini er nær tengt at, í hvønn mun vit kanna, kenna og røkja liv- andi tilfeingi. Hetta kemur í sambandi við sølu, prís og eftirspurning av føroyskum fiskavørum eisini at hava sína ávirkan. Sum nógv bendir á beint nú, gerast framtíðar fiskamarknaðir alt meira viðbreknir. Tí er alneyðugt at halda fast við tað, sum "er í leikum vunn- ið" á tí kannandi leiðini og ikki hálsa um og blaka alt fyri borð, fyri tann skuld um lættkeyptir hokus- pokus-profetar koma rek- andi inn um eingjar- garðarnar. VIÐMERKINGAR Toskur, føði og burðardygg veiða C M Y K 11 10 Broyting í Almennu Byggisamtyktini í Klaksvíkar Kommunu - partur av B 2.2- økinum verður broytt til B 2.3-øki Við hesum verður kunngjørt sambært reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, at Klaksvíkar Býráð á fundi 21. oktober 2003 hevur samtykt at broyta sunnara part av B 2.2-økinum á vestara havnalagi til B 2.3-øki. Ásetingarnar fyri økispart B 2.3 er: Havnaenda- mál og miðstaðarbygging. Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á bý- ráðsskrivstovuni inntil 30. juli 2004 . Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi seinasta lagi 9. oktober 2004 fyri at koma við í býráðsins endaligu við- gerð av broytingini. Klaksvík 9.juli 2004 Klaksvíkar Býráð Forritari Søkt verður eftir einum forritara, at byrja beinanvegin. Arbeiði Vit bjóða eitt spennandi arbeiði við avbjóðingum og ábyrgd, har tú gerst ein partur av forritara- deildini. Um Com-Data Com-Data er elsta KT fyritøka í landinum og hev- ur í dag 25 fólk í starvi. Fyritøkan hevur deildir í Klaksvík og í Runavík. Í løtuni verður nýggjur bygningur bygdur í Klaksvík. Førleikakrøv Neyðugt er við royndum innan forriting og kundarøkt. Ástøðilig útbúgving og kunnleiki til SQL er ein fyrimunur. Vit vænta at tú ert ágrýtin, samstarvsfús/ur, sjálvstøðug/ur og hevur lætt at koma í samband við fólk. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært avtalu. Fyrstu 3 mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til William West leiðara á forritaradeildini. Umsóknirnar Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir, verður at senda okkum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi fríggjadagin 23. juli 2004. Um- sóknirnar kunnu meylast til www@com-data.fo ella sendast til: Com-Data P/F Att.:William West Postboks 19 Stengarvegur 53 700 Klaksvík Mrk. Forritari