Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 129 - 9. juli 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 9. juli. Sostrata. Hetta grikska kvinnunavnið er einki kent halgimennisnavn. Dagurin hevur borið ymisk onnur nøvn, men frá árinum 1726 kemur navnið Sostrata í álmanakkarnar. 70 ára føðingardagur Í dag, 9. juli, verður Malan Davidsen, hárfríðkanar- kvinna, Klaksvík, 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í Tekniska Skúla, Nýggivegur, kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Rógvi Johansen hev- ur í hesum døgum myndaframsýning Stóra Pakkhúsi í Vági MYNDAFRAMSýNING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hósdagin kl. 17 byrjaði myndaframsýning í Stóra Pakkhúsi í Vági, har myndamaðurin Rógvi Jo- hansen sýnir fram myndir. Rógvi greiddi, tá sýningin byrjaði, frá myndum og frá sýninginini. Framsýningin fevnir um m.a. persónsmyndir, forn- lutamyndir, landslags- myndir, arkitektamyndir og reklamumyndir. Framsýning er opin soleiðis: Hósdag–leygar- dag kl. 17.00-20.00, sunnu- dag kl. 16.00-20.00 Vágs Sóknar Bygdasavn skipar fyri framsýningini. Myndamaður í Stóra Pakkhúsi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Maria Rønne Hansen Kollafjørður doyði og varð jarðað. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, Marjun Bæk prest og øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk til øll tykkum, sum við at senda blómur, kransar og við at fylgja Mariu til gravar, sýndu henni seinasta heiðurin. Familjunnar vegna Matthæus Andreas Hansen Leygardagin klokkan 16:00 verður Headache Blues Treo at hoyra á G! Festivalinum. Teir fara at spæla bluestónleik, serliga føroyskan, á minna pallinum omanfyri Gøtusand. Manningin í Headache Blues Treo telir tríggjar mans: Uni R. Debess, sang og gittar; Edvard Nyholm Debess, bass; og Rógvi á Rógvu, trummur. Tað verð- ur mett, at teir tríggir "hava skapt sín egna norður- atlantiska stíl við rótunum í amerikanskum bluestón- leiki fult varðveittum." Headache Blues Treo hevur framført á Prix Før- oyum og á ólavsøkukon- sertini í fjør. Teir góvu út fløguna Mr. Puffman í vár. Lesið meira á www.headacheblues.com og www.gfestival.com. -hkm Headache á G! Mánakvøldið 5. juli 2004 var almenn mót- tøka á Kafé Blákross- stovuni í Havn í sam- bandi við at dagligi leiðarin á kaféini, Símun Joensen, fór frá, og Poul Jacob Lundsbjerg í tók við starvinum 1. juli tók Poul Jacob Landsbjerg í Fuglafirði við sum leiðari á Kafé Blá- krossstovuni í Havn. Í hes- um sambandi var móttøka á kaféini mánakvøldið 5. juli millum kl. 20 og 23. Van- liga er sangkvøld á kaféini mánakvøld. Poul Jacob tekur yvir eftir Símun Joensen, sum hevur verið leiðari síðan kaféin læt upp í november 1998. Hann fer nú í annað starv á Blákrossheiminum. Nógv fólk nýttu høvið at heilsa upp á Poul Jacob og Símun hetta kvøldið, og fleiri talur vórðu hildnar. Poul Jacob er 63 ára gamal og fyrrverandi sjó- maður. Hann hevur sjálvur verið alkoholmisnýtari, og ynskir hann nú at vera við til at hjálpa øðrum, sum hava hesar trupulleikar. Kafé Blákrossstovan er ein deild av Bláa Krossi Føroya, sum er ein privatur hjálparfelagsskapur, ið m.a. hevur sum endamál at hjálpa menniskjum, ið eru illa fyri vegna misnýtlsu av rúsdrekka ella rúsevnum og royna at fyribyrgja at fólk misnýta rúsdrekka og onn- ur rúsandi evni. Eisini verð- ur virkað fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi og at boða gleði- boðskapin um Guds kær- leika til menniskju. Kafé Blákrossstovan, Tórshavn: Poul Jacob Lundsbjerg nýggjur leiðari Malan Davidsen 70 ár Í dag, 9. juli 2004, fyllir Malan Davidsen hárfríðk- anarkvinna í Klaksvík 70 ár. Malan er ættað úr Klaks- vík, dóttir Sigrid og Esbern Joensen (Esbern í Vági). Hon er yngst av fimm systkjum, fýra brøður eru eldri. Hon fór til Havnar í 1955, sum 21 ára gomul, at læra til hárfríðkanarkvinnu hjá Juttu Andreasen, sum helt til á "Glade Hjørn". Hon starvaðist í Havn til 1960, tá hon byrjaði við egnari hárfríðkanarstovu í Klaksvík. Í 1962 giftist hon við Hans Andrias Davidsen, ’Hassadi’, av Nesi, og fingu tey tríggjar døtur. Ansi, sum býr í Klaksvík, Eydnu, sum býr í Havn og Nitu, sum býr í Keyp- mannahavn. Hassadi and- aðist í 1978. Malan hevur arbeitt sum sjálvstøðug hárfríðkanar- kvinna í 44 ár, og arbeiðir hon enn hvønn dag á "sa- longini". Eisini er hon ofta á sjúkrahúsinum, røktar- heiminum og sambýlum og fríðkar hárið hjá teim eldru og sjúku. Malan og Theodor Sól- bjørg, sum bæði vóru einkjufólk, funnu saman í 1980. Theodor eigur 4 døtur, Birgit, sum býr í Noregi, Berthu, sum býr í Danmark, Sonju, sum býr í Søldafirði og Bryngerð, sum býr í Klaksvík. Tilsamans eiga Malan og Theodor 18 ommu- og abbabørn. Vit ynskja Maluni hjarta- liga tillukku við degnum og eitt gott føðingardagshald á Skúlaheiminum í kvøld. xxx. Símun Joensen ( v.m.), sum hevur verið leiðari á Kafé Brákrossstovuni síðan november 1998, fer nú í annað starv á Blákrossheiminum, og Poul Jacob Lundsbjerg úr Fuglafirði hevur tikið yvir Mynd: Kristian á Reynatrøð Á móttøkuni sungu systkini Steinhólm av Toftum, og Sverri Steinhólm, prestur, hevði eina andakt Mynd: Kristian á Reynatrøð Jaspur Langgard (h.m.) aðalskrivari á Bláa Krossi Føroya, handar her Símuni Joensen ein málning, sum Hilmar Høj- gaard í Saltnesi hevur málað, og takkar honum fyri trúgva tænastu Mynd: Kristian á Reynatrøð Eftir tólv ár í bygdar- ráðnum fer Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági, ikki at stilla uppaftur. Tá hann nú býður stevnugestum væl- komnum, sigur hann samstundis bygdar- ráðnum farvæl KOMMUNAL- POLITIKKUR Edvard Joensen Sørvági: Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, gevst í kommunal poli- tikki eftir komandi komm- unuval. Borgarstjórin í Sørvági býður øllum stevnugestum vælkomnum á Vestan- stevnu. Sørvágur fer at gera sítt besta til, at fólk fáa eina góða og hugnaliga uppliving á stevnuni, sigur hann. Samstundis boðar hann frá, at hetta verður sein- astu ferð, hann fer at standa í fremstu politisku røð, tá skipað verður størri tiltøkum í bygdini. – Eg havi altíð verið av teirri fatan, at ein skal gevast, meðan ein sjálvur klárar at finna hurðina. Mær dámar ikki politikar- ar, sum skulu berast út, sigur Eivin Jacobsen. Eivin Jacobsen hevur sitið í bygdarráðnum í Sørvági í 12 ár, tá hetta skeiðið er runnið. Hetta seinasta skeiðið hevur hann verið bogarstjóri. Ein tann seinasta stóra uppgávan, hann sum borg- arstjóri hevur avgreitt, var undirskrivingin av saman- leggingini millum Bíggj- ar- og Sørvágs Kommun- ur, sum fór fram í Tind- hólmi tann 1. juli í ár. Við hesi samanleggingini er Sørvágs Kommuna vorðin tann størsta í Vágum. Eisini í fólkatali. Ein tann seinasta stóra uppgávan, Eivin Jacobsen sum borgarstjóri í Sørvági hevur avgreitt, var undirskrivingin í Tindhólmi av samanleggingini millum Bíggjar- og Sørvágs Kommunur Mynd: Edvard Joensen Vælkomin og farvæl FYRIREIKING Edvard Joensen Sørvági: Sørvingar fyri- reika seg til Vestanstevnu, eins og vanligt er, hvørja ferð, stevnan er í bygdini. Fólk hampa og rudda. Mála og gera við. Og kommunan hevur eisini ymisk arbeiði í gongd. Men Sørvágs Kommuna hevur einki við sjálva Vest- anstevnuna at gera sum so, sigur Eivin Jacobsen, borg- arstjóri í Sørvági. Tað er ein serlig vestanstevnunevnd, sum tekur sær av tí prakt- iska í sambandi við stevn- una. Hóast ein serlig stevnu- nevnd er, sum stendur fyri tí ymiska, sum hendir á Vestanstevnu, liggur Sør- vágs Kommuna ikki á latu síðuni kortini, sigur borgar- stjórin. Her verður ymiskt gjørt, sum kanska kortini hevði verið gjørt, men sum nú verður skundað eitt sindur undir, júst tí, at nógv fólk er væntandi til Sørvágs á Vestanstevnu. –Ikki tí, sigur Eivin Ja- cobsen. Tey arbeiði, komm- unan hevur at gera, mugu taka ta tíð, tey hava fyri neyðini, og so má Vestan- stevnan heldur fara fram- við, um tað gerst neyðugt. Tí arbeiðið skal gerast ordiliga og ikki skundast igjøgnum kortini. Sjálvandi verður altíð gjørt meira burtur úr enn vanligt, tá stevna er. Bæði kommunalt og privat. Fólk vilja fegin hava alt at síggja hampiligt og nossligt út hjá sær sjálvum eins og á al- mennum støðum og tað er eisini, sum tað eigur, sigur borgarstjórin í Sørvági. Sørvágs Kommuna hevur ymsar verkætlanir, bæði á pappírinum og eisini í gongd, sigur borgarstjórin. Arbeitt hevur verið seinnu tíðina við vegagerð, serliga umvælingum, í bygdini, sigur hann. Eisini onkur nýgerð av kommu- nalum vegi er í gongd í løt- uni. Og tað er ikki smáting sum skal til, tá tosað verður um eitt nú asfaltering av kommunalum vegi í Sør- vági. Góðar 10 kilometrar ella so hevur kommunana av kommunalum vegi at halda. Eitt annað stórmál, sum Sørvágs Kommuna er í ferð við, er gerð av nýggjum dagstovni, greiðir borgar- stjórin frá. Útbjóðingartil- farið er klárt, og borgar- stjórin vónar, at tað kann latast út í august-septemb- er. Talan er um eina íløgu upp á einar 10-12 milliónir fyri ein dagstovn, sum fer at hýsa umleið 100 børn- um. Borgarstjórin vónar, at tíðin kanska fer at hjálpa teimum eitt sindur, nú tað sær út til, at arbeiðið annars fer at minka hjá handverk- arum. Úti á havnarlagnum hevur Sørvágs Kommuna ætlanir um at gera nýggjar egningarskúrar. Eina egn- ingarlon, sum borgarstjórin nevnir tað. Talan er um at taka ver- andi skúrar, sum standa utt- an fyri Statoil avgreiðluna, niður, eins og gamla pakk- húsið heiman fyri pakk- húsið hjá Hugo Fjørðoy eisini má víkja. Síðan verð- ur bygt samanhangandi har ímillum, sigur Eivin Jacob- sen. – Hugsað verður sjálv- andi í fyrsta umfari um sør- vágsbátarnar, sigur hann. Men sjálvandi er ikki ómøguligt hjá øðrum at sleppa inn, um umstøður- nar annars loyva tí. Tað koma nógvir bátar á Sørvág at leggja upp, nú so høgligt er at koyra. Og verða egn- ingarumstøðurnar góðar, kundi tað hent, at onkur kanska fekk sær fasta støð her, heldur hann. Eisini er upp á tal at gera eitt nú alment wc og slíkt, sum tørvur er á á einum slíkum staði, sigur borgar- tjórin. Eitt nú siglir Súlan hiðani til Mykinesar um summarið, so her gongur nógv fólk ta tíðina. Kommunan uttan fyri fyrireikingina Sørvágs Kommuna fer at rudda økið millum Statoil og pakkhúsið hjá Hugo Fjørðoy, har ætlanin so er at byggja nýggjar egningarskúrar og aðrar hentleikar Mynd: Edvard Joensen C M Y K 13 12