týsdagur 24. mars 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Føroyski landslisvenjarin, Lars Olsen, hevur nógv at hugsa um undan landsdystinum móti Rumenia.
Fimm broytingar eru frá upprunaliga frá hópinum. Tríggir byrjaðu inni í Grikkalandi, tann fjórði
hevði avloyst ein av teimum trimum, meðan tann fimti er ein av jokarunum á landsliðnum
Tróndur Arge
Føroyska
landsliðið
fór
mánadagin til Danmark, har
teir skulu fyrireika seg til
fyrstu landsliðsuppgávuna
síðani ótrúliga sigurin á
Grikkalandi. Ferðalagið er
uttan Fróða Benjaminsen,
Hall Hansson, Jónas Tór
Næs, Bárður J. Hansen og
Arnbjørn Hansen.
Lars Olsen hevur fingið
nógv at hugsa um til lands
dystin
sunnudagin
móti
Rumenia.
Fleiri avboð
Nakað av vatni er runnið í
ánna síðani 14. november.
Vit hava sett hol á eitt nýtt
kappingarár í trupulum um
støðum, meðan spælarar sum
Jóan Símun Edmundsson og
Hallur Hansson hava fingið
nýtt felag.
Størsta
broytingin
til
dystin móti Rumenia verður
á dómaraseðlinum, har fleiri
broytingar eru. Fimm spæl
arar verða ikki við, sum
annars høvdu verið í hóp
inum.
Hallur Hansson fekk sítt
triðja gula kort í hesi undan
kappingini móti Grikkalandi,
og hevur leikbann. Jónas Tór
Næs hevur meidd sær øksl
ina so mikið illa, at hann skal
undir skurð í dag. Bárður J.
Hansen, ið var úttikin sum
ein møguligur avloysari fyri
Jónas á høgra bakki, hevur
trupulleikar við mjødnini og
spælir ikki aftur fyrr enn um
ein mánað.
Síðani kom avboð frá
framherjanum
hjá
HB,
Arnbjørni
Hansen.
Hann
hevur ein fibur í tjúkkanum,
sum hann ikki kennist við.
Arnbjørn tykist annars væl
fyri í ár, men má ásanna at
fiburspreingingar eru ein
afturvendandi
trupulleiki
fyri skjóta málrevin.
Í gjár komu so ringast
hugsandi tíðindini, tá Fróði
Benjaminsen
gav
avboð
vegna arbeiði. Hann er farin
í hol við nýggja yrkisleið í ar
beiðislívinum. Hetta hevur
gjørt, at hann ikki sær er før
an fyri at spæla landsdyst
nummar 84 á hesum sinni.
– Hetta skal ikki skiljast
sum eitt endaligt farvæl til
landsliðið, men tíverri kann
eg ikki verða við hesaferð,
sigur Fróði Benjaminsen við
heimasíðuna hjá Fótbólts
sambandinum.
Hevði Fróði Benjaminsen
spælt, so hevði hann tikið
metið fyri flestar landsdystir.
Tríggir nýggir
Hetta merkir, at tað í minsta
lagi eru tríggir nýggir til
dystin móti Rumenia í mun
til sigurin á Grikkalandi.
Hallur Hanssen og Fróði
Benjaminsen vóru á miðvøll
inum, meðan Jónas Tór Næs
var á høgra bakki.
Í løtuni tykist besta boð
ið upp á ein høgra bakk
at
verða
Jóhan
Troest
Davidsen. Hann er fyrst og
fremst miðverji, men hevur
røkt bæði vinstra og høgra
bakkin. So seint sum í ár,
hevur hann spælt nakað
á høgra bakki fyri HB, nú
Gunnar Haraldsen er blivin
klárur aftur.
Ein annar møguleiki er at
geva Gilla Sørensen ella René
Shaki Joensen møguleikan.
Gilli hevur spælt nakað á
høgra bakki í AaB, men tað
tykist ósannlíkt til hendan
dystin. Serliga tá Lars Olsen
hevur lagt dent á, at Rumenia
leypir nógv á í síðunum.
Hetta merkir helst, at Lars
Olsen hugsar um at styrkja
bakk
plássini
verjukent.
Eisini við hjálp frá vengr
unum. René Shaki Joensen
hevur ikki verið rundan um
landsliðshópin í eina tíð, men
hevur vunnið sær fast pláss
á HB liðnum í ár. Eitt sats,
men ein møguleiki.
Fleiri møguleikar
á miðvøllinum
Brandur Hendriksson Olsen.
Tað er einasta navnið, sum
er púra vist á miðvøllinum í
Rumenia. Til hini bæði pláss
ini eru fleiri møguleikar. Tað
er eisini møguligt at flyta
runt upp á Brand. Hann
hevur higartil spælt á fram
rættaða miðvølinum, men
tað kann enda við, at hann
spælir longur afturi á vøll
inum sunnudagin.
Mest upplagda boðið upp
á ein mann á miðvøllinum er
Róaldur Jakobsen. Miðvall
arin hjá B36 fekk møguleik
an móti Finnlandi, men tók
ikki av møguleikanum og var
smáskaddur. Nú tykist upp
lagt, at Róaldur fær møgu
leikan at vísa seg aftur.
Ein annar spurningur er
hvussu Lars Olsen velur at
plasera Sølva Vatnhamar.
Hann hevur higartil spælt á
høgra vongi á landsliðnum,
men røkir miðvallaraplássið
hjá Víkingi. Hann er meiri
verjukendur enn Róaldur,
men tað er eisini hugsandi at
teir báðir byrja mitt á miðj
uni, meðan Brandur heldur
fast um framrættaða plássið
á miðjuni.
Av øðrum møguleikum
kunnu nevnast Odmar Færø,
sum kann flytast frá mið
verjuni á verjukenda mið
vøllinum. Eisini Christian
L. Holst og Jóan Símun
Edmundsson kunnu spæla
á framrættaða miðvøllinum,
meðan Brandur H. Olsen
kann flytast longur aftur á
vøllin. Hinvegin, so hevur
Brandur eisini spæla á vong
inum hjá FCK onkuntíð, men
tað tykist ikki sum ein møgu
leki hjá landsliðnum.
Her kann eisini nevnast
Pól Jóhannus Justinussen,
sum fyrr hevur røkt mið
vøllin. Tó aftur at eitt sindur
ósannlíkt.
Hevði
Heini
Vatnsdal
havt funnið sær eitt felag,
so hevði hann óiva verið við.
Hann var mettur sum avloys
arin hjá Fróða, men nú má
skil koma á yrkisleiðina hjá
honum.
Til Rumenia dagin fyri
Føroyska landsliðið er í hes
um døgum í Farum í Dan
mark og ferðast til Rumenia
leygardagin – dagin fyri
landsdystin.
Mett verður, at landsliðið
fær bestu møguleikarnar við
at fyrireika seg í Danmark í
nakrar dagar. Síðani verður
flogið til Rumenia leygar
morgunin, meðan einasta
venjingin í Rumenia verður
leygarkvøldið á leikvøllinum.
Landsdysturin verður á
Ilie Oana Stadion í Ploiseti
í Rumenia sunnudagin 29.
mars klokkan 17:00 føroyska
tíð.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Fleiri
broytingar
í Rumenia
Føroyski landsliðshópurin:
Gunnar Nielsen
Teitur M. Gestsson HB
Tórður Thomsen B36
René S. Joensen HB
Viljormur Davidsen Vejle BK (Danmark)
Atli Gregersen Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad Vejle BK (Danmark)
Odmar Færø B36
Jóhan Troest Davidsen HB
Gilli Sørensen AaB Ålborg (Danmark)
Pól Jóhannus Justinussen NSÍ
Róaldur Jakobsen B36
Kaj Leo í Bartalsstovu Levanger FK (Noreg)
Christian Lamhauge Holst Fremad Amager (Danmark)
Brandur H. Olsen FC København (Danmark)
Sølvi Vatnhamar Víkingur
Klæmint A. Olsen NSÍ
Andreas Lava Olsen Víkingur
Jóan Símun Edmundsson Vejle BK (Danmark)