týsdagur 24. mars 2015síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
ítróttur
Skála framvegis
fult stigatal
Jóannes Hansen
Tað eru favorittarnir, sum
eiga fýra tey fremstu pláss
ini, nú kappingin í næst
bestu deildini er trý umfør
gomul.
Einasta liðið við fullari
úrtøku er Skála, sum hesa
ferð vann tryggan 4-0 sigur
á B36 í Gundadali. Inntil
tað restaðu fimm minuttir
av 1. hálvleiki var málleyst.
So setti veteranurin Pætur
Dam
Jacobsen
hol
á.
Beinanvegin eftir steðgin
økti Brian Jacobsen til 2-0,
og tá ið Ólavur Mikkelsen
litla løtu seinni økti til 3-0,
var
spurningurin
bara,
hvussu stórur útisigurin
fór at verða.
Brian Jacobsen stað
festi til 4-0 miðskeiðis í 2.
hálvleiki. Brian Jacobsen
hevur skorað í øllum trim
um umførunum, tilsaman
fimm
mál
av
teimum
ellivu, sum Skála hevur
skorað.
Toftamenn vóru innan
fyri
Løkin
leygardagin,
og teir komu út aftur
við 3-0 sigri ímóti teim
um næstbestu hjá NSÍ.
Kristian Anton Andreas
sen setti hol á, og Martin
Olsen økti til bæði 2-0 og
3-0. Martin Olsen er fluttur
úr Víkingi og til B68 í ár. Í
tveimum teimum fyrstu
dystunum var hann inn
skiftari. Í Runavík var
hann millum teir fyrstu
ellivu, og hann takkaði fyri
álitið við at skora tvey mál.
B71 vann fulla úrtøku
burturúr tveimum teimum
fyrstu umførunum. Leyg
ardagin vóru sandoyingar
bragdligir í Leirvík fyrra
partin av 1. hálvleiki. Hóast
teir spældu seg til møgu
leikar, so megnaðu teir tó
ikki at fáa bóltin í málið
aftanfyri væl upplagda
Elias Rasmussen.
Tríggjar minuttir und
an steðginum legði Hjalti
Strømsten Víking framum.
Støðan helt sær, inntil
tíðin var um at vera farin.
B71 pressaði nógv síðstu
løtuna, og tað eydnaðist at
skora, tá ið Høgni Midjord
úr vinstru lyfti bóltin upp
um Víkinga málverjan og í
netið til 1-1.
07 Vestur hevði í Sanda
vági vitjan av teimum
næstbestu hjá KÍ, sum
noyddust til hús aftur við
4-1 tapi. Heimaliðið legði
seg beinanvegin framum
2-0. Í fyrra førinum var
tað Ásmund Hansen, sum
skoraði, og í seinna før
inum var tað KÍ verjuspæl
arin Jógvan Isaksen, sum
var óheppin. Eftir knappan
hálvan tíma svaraði KÍ aft
ur, tá ið Ólavur Niclasen
skoraði eftir horna.
Tá ið eitt korter var
farið av 2. hálvleiki var 4-1.
Holgar Durhuus skoraði
bæði málini fyri 07 Vestur
í sera vánaligum líkindum
í seinna hálvleiki. Hjá
07 Vestur vardi Kristian
Joensen málið fyri fyrstu
ferð í hesum umfarinum.
Í gjár spældi MB á
heimavølli ímóti teimum
næstbestu hjá AB. Tað
restaði lítið í, at heimaliðið
vann fyrsta stigið síðani
uppflytingina.
MB var frammanfyri
eftir 1. hálvleik við máli,
sum Pætur Ellendersen
skoraði dygst undan hvíld
ini. Tá ið tað restaði eitt
korter javnaði Dan í Soylu
fyri AB. Sorin Anghel hev
ur ábyrgdina av næstbesta
AB liðnum. Hann skifti
seg sjálvan inn á liðið mið
skeiðis í 2. hálvleiki, og fýra
minuttir undan dystar
enda skoraði hann AB
sigursmálið til 2-1.
Fjórða umfar verður
í næstu viku. Týsdagin
31. mars fær Skála vitjan
av KÍ, og mikudagin 1.
apríl vera hinir dystirnir:
B68 - MB, Víkingur - B36,
07Vestur - NSÍ og AB - B71.
1. Deild menn
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Skála
3
3
0
0
11
3
+8
9
2
B68
3
2
1
0
7
1
+6
7
3
B71
3
2
1
0
9
4
+5
7
4
07 Vestur
3
2
0
1
12
6
+6
6
5
AB II
3
2
0
1
6
6
0
6
6
Víkingur II
3
1
1
1
5
4
+1
4
7
KÍ II
3
1
0
2
6
10
-4
3
8
B36 II
3
0
1
2
1
10
-9
1
9
NSÍ II
3
0
0
3
3
9
-6
0
10 MB
3
0
0
3
2
9
-7
0
Sandoyingar javnaðu til 1-1 í síðstu løtu í Leirvík,
og Sorin Anghel skoraði AB sigursmálið í Miðvági
B36 - Skála 0-4 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen 40.
0-2: Brian Jacobsen 51.
0-3: Ólavur Mikkelsen 55.
0-4: Brian Jacobsen 67.
NSÍ - B68 0-3 (0-3)
0-1: Kristian Anton Andreassen 8.
0-2: Martin Olsen 19.
0-3: Martin Olsen 41.
Víkingur - B71 1-1 (1-0)
1-0: Hjalti Strømsten 42.
1-1: Høgni Midjord 90.
07 Vestur - KÍ 4-1 (2-1)
1-0: Ásmund Hansen 8.
2-0: sjálvmál 11.
2-1: Ólavur Niclasen 28.
3-1: Holgar Durhuus 47.
4-1: Holgar Durhuus 58.
MB - AB 1-2 (1-0)
1-0: Pætur Ellendersen 45.
1-1: Dan í Soylu 76.
1-2: Sorin Anghel 86.
fótbóltur
Sunnudagin 29. mars, kl. 17.00
Undankappingardystur - Illie Aona Stadion, Ploiesti
Rumenia
vs føroyar
Í samband við at partur av
Gøtubrá verður demensdeild,
sóknast vit eftir fólkum at arbeiða
í skiftandi vaktum. Fulla tíð og/
ella niðursetta tíð.
Vit hava tørv á:
• sjúkrarøktarfrøðingum
• heilsurøktarum
Sjúkrarøktarfrøðingur, ið
hevur kvøldvakt kann vænta
at hava nakað av arbeiði úti
í økinum. Somuleiðis kemur
sjúkrarøktarfrøðingur ið hevur
náttarvakt at røkja tilkallivakt úti.
Ábyrgdin er at:
• veita røkt og umsorgan til
húsfólkini
• hava ábyrgd og útinna
sjúkrar- og røktarfakligar
arbeiðsuppgávur
Vit vænta at tú:
• ert áhugað/ur í, og hevur
persónligar førleikar til at
vera um fólk, sum hava fingið
sjúkuna demens
• hevur ein jaligan hugburð og
sært møguleikar í arbeiðinum
• hevur áræði og dirvi til at
handfara akuttar støður
• ert fleksibul og hevur evni at
umstilla teg í arbeiðinum
• hevur royndir innan eldra/
demensøkið
• hevur telduførleika á
brúkarastøði
Vit bjóða eitt:
• fjølbroytt starv, har tú ert við til
at mynda arbeiðið
• gott arbeiðsumhvørvi, har tín
hugsan verður virðismett
Setanarviðurskifti:
Setanarøkið er Heimatænastan í
Eysturkommunu og Fuglafjarðar
kommunu við tænastu í løtuni í
Gøtubrá í Norðragøtu. Størvini
verða sett sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
fakfelag. Starvsbyrjan verður tann
1. mai ella skjótast gjørligt.
Nærri upplýsingar um størvini
fáast við at venda sær til Unn
Justinussen, deildarleiðara á tlf.
730252.
Umsókn:
Umsóknir skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 8. apríl 2015
kl. 12.00.
Skrivlig umsókn saman við
avritum av prógvum, upplýsingum
um viðkomandi starvsroyndir, v.m.
skulu sendast við telduposti til:
heimatanastan@eystur.fo ella til
Heimatænastan, Kulibakki 8, 520
Leirvík.
Lýsing eftir starvsfólki
til Eldrasmbýlið Gøtubrá
Gøtubrá er eldrasambýlið í Norðragøtu. Pláss er fyri 16 húsfólkum. Gøtubrá
hoyrir til Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fulgafjarðar kommunu,
ið millum annað hevur 3 sambýli. Á sambýlunum starvast heilsuhjálparar,
heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk. Sí meira
um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.
eystur.fo undir stabbanum “eldri”.