Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 7 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað – Vit framleiða umleið 3.100 litr­ ar av mjólk um døgnið, og tað svarar til eina góð millión litrar av mjólk um árið. So vit eru nógv teir størstu í Føroyum. Eg haldi, at Siggert Patursson á Vatnaskørðum er næst­ størst, og hann hevur minni enn helvt­ ina av tí framleiðslu, sum vit hava, greið­ir Poul Müller frá. Hann sigur, at tað er einki at ivast í, at tað er mjólkaframleiðslan, sum er tað primera virksemið hjá teimum, men at hann vónar, at kjøtið kann ger­ ast ein enn størri partur. – Tað er trupult at fáa økonomi í mjólka­framleiðslu. Vit hava ofta sagt við myndugleikarnar ella MBM um at hækka prísin á mjólk við bara einari krónu fyri liturin. Tað hevði gjørt ómeta­liga stóran mun. Í okkara føri hevði tað verið ein millión krónur, og tað er faktisk tað, sum manglar í í dag, sigur hann. Tungir myndugleikar Eitt hjartasuff, sum Poul Müller og sam­starvsfelagi hansara, Páll Djóni av Steinum, hava, eru myndugleikarnir. – Tað er ofta ótrúliga tungt at fáa við myndugleikarnar. Alt tekur so langa tíð, og vit síggja mest til myndug­leikarnar, tá ið onkrir trupul­ leikar eru. Eg sakni eitt sindur, at vit hoyra frá myndugleikunum í sambandi við okkurt jaligt, sigur hann. Hann sigur, at tað eisini kundi verið áhugavert at gjørt nøkur meiri kollektiv átøk millum bøndur og eisini myndug­leikar. – Bøndur tosa næstan ikki saman. Vit hava limafund nakrar ferðir um árið, men annars gera vit einki til felags. Man saknar eitt sindur eitt fak­ligt forum, har man kann tosa um ting­ini og teir trupulleikar, sum vit renna okkum í. Tað hevði verið kær­ komið, sigur Poul Müller. Hann greiðir frá, at fyri nøkrum árum síðani høvdu fleiri av bøndunum í sóknini ein bólk, har teir hittust seks ferðir um árið til fundar. – Vit tosaðu um alt millum himmal og jørð, og so fingu vit eisini fólk at koma inn og fortelja okkum um ymisk viðurskifti. Tað var ótrúliga gevandi, men tíverri datt tað niðurfyri aftur, sigur Poul Müller. Ein lívsstílur Poul Müller hevur verið bóndi í nógv ár, og hann dylur ikki fyri, at tað er ikki eitt vanligt starv sum onnur størv. – Nei, hettta er ein lívsstílur. Hetta er ikki eitt 40 tímar um vikuna starv. Í dag er tað tíbetur so hjá okkum, at vit hava eitt størri frælsi, enn vit høvdu fyrr, tí vit samstarva um fjósið. Tá ið tú ert einsamallur, ert tú bundin hvønn tann einasta dag, og tað heldur man ikki til í longdini, sigur hann. terji@sosialurin.fo »Eg havi goymt eini 60 fer­metrar av mínum gamla fjósi til at gera slátur­virki« Teir tríggir, ið til dagligt starvast í fjósinum í Havnardali. Frá vinstru er tað danski húskallurin Jens Kristian, so er tað Poul Müller og uttast til høgru er tað Páll Djóni av Steinum Mynd: Álvur Haraldsen