Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 8 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Høgni Waag Høgnesen og Bjarta O. Johansen O rsøkin til, at vit vórðu boðin til hesa stevnu var, at Jonna Færø hevði fingið innbjóðing frá teim­um, ið skipa fyri stevnuni. Tað er ikki ein og hvør sum sleppur til hesar lítlu »oyggjaleikir«, sum vit kunnu kalla tað. Ein skal fáa eina innbjóðing fyri at verða við, og orsøkin til, at Jonna fekk hesa inn­bjóðing, var, at hon á royndar­stevnuni til Beringian Arctic Games hevði verið leiðari hjá nøkrum grøn­lendskum børnum. Londini, sum vóru umboðað á Bering­ian Arctic Games, vóru Kanada, Grøn­land, Ísland, Noreg, Alaska, Før­ oy­ar og Rusland. Beringian Arctic Games er ein stevna, sum fyrstu varð hildin í 2012. Tá var hetta ein royndarstevna. Vit vóru til teir fyrstu arktisku leikirnar á sumri í 2014, og eftir ætlan skulu leik­ irnir verða annað hvørt ár á skiftandi støðum í Chukotka í Ruslandi. Vit skuldu kappast ímóti hinum arkt­isku londunum. Kappingarnar, sum kappast varð í, eru ikki nakað, vit kenna her heima. Hetta vóru ítróttar­ greinar, sum hava gingið aftur í arv líka síðan indiánararnir. Kappast varð eitt nú í »running with sticks«, sum er ein rennikapping, ið skal ímynda, at tú ert á veiðiferð og rennur eftir einum djóri. Ein onn­ ur kapping var »stick-pull«, sum er at hála ein pinn úr hondini á mót­støðu­ manninum. Henda kapping var bert fyri konufólk, og her vann Bjarta. Tann kappingin, sum minti mest um onkra føroyska kapping, var, tá vit skuldu rógva í skinnbátum, sum mintu um føroysku kappróðrarbátarnar. Her skuldu vit rógva 500 metrar, men van­liga rógva tey lokalu 10 kilo­ metrar á eini slíkari stevnu. Meðan stevnan var, varð ikki bara kappast mill­um lond, tí her var eisini ein kapp­ róðrarstevna, meðan leikirnir vóru. Eins og á ólavsøku, har tað eru fleiri bátsmanningar, sum rógva fyri at vinna ein heiður, var tað eisini her, at upp­runafólk úr øllum Chukotka møtt­ ust til hesa kappróðrarstevnu. Vit byrjaðu ferðina úr Føroyum til Danmarkar og síðani til Moskva. Komin til Moskva, funnu vit út av, at visum-pappírini sjálvandi skuldu fyllast út, men hetta kom alt í rættlag, og eftir eina tíð komu vit upp á pláss á hotellið, áðrenn farið varð víðari til Anadyr, sum er høvuðstaðurin í stat­ in­um Chukotka. Sama dag, sum vit vóru komin til Moskva, skuldu vit nú víðari til Anda­ dyr. Komin til Anadyr, var sum at koma í eina heilt aðra øld. Vit sóu nógv óvæntað. Á flogvøllinum stóðu gomul flogfør, sum høvdu verið brúkt undir krígnum, og sum nú høvdu sæð betri dagar. Í Anadyr vóru fleiri komin at taka ímóti okkum niðri við bryggjuna. Hesa tíðina í Anadyr var tað met heitt, og hitin lág um 30 hitastig, har tey vanliga um summarið hava millum 10-15 hitastig. Av tí sama komu vit at uppliva nakað heldur óvanligt, tí í Sibiria er ikki vanligt at hava »air­ con­dition«, tí tey skulu nevniliga varðveita hitan í húsunum, tá tað um veturin kann blíva heilt niður í minus 40-50 kuldastig. Húsini í Sibiria eru tí væl bjálvað, og hetta gjørdi, at vit – teir dag­arnar, vit vóru í Anadyr – komu í eina hitakreppu. Hitin slapp ikki út aftur úr hotellinum, og tí vóru eini 35 hita­stig inni – og uttan fyri millum 25-30 hitastig. Í Anadyr vitjaðu vit kommunustýrið, har vit hittu borgarstjóran og ítróttar­ ráðharran. Eisini sluppu vit at møta teirra landsstýri. Vit vóru og vitjaðu forn­minnisavnið og teirra vøkru – og øðrvísi – kirkju. Vit skuldu síðani víðari úr Anadyr til Novo Chaplino, har leikirnir skuldu vera. Hetta var ein ferð á umleið tveir dagar at sigla. Vit búðu umborð á ein­ um »Heritage Expeditions« skipi. Skip­ ið skuldi verða okkara flótandi hotel, meðan leikirnir vóru. Vit skuldu sigla ímillum land og skipið við gummi­bát­ um. Komin til Novo Chaplino var øll bygdin komin at taka ímóti okkum. Tey spældu á trummur, dansaðu teirra upprunadansir og annars tóku væl ímóti okkum. Eitt, sum tú skuldi venja teg við, var, at einki internet og einki tele­fon­ sam­band var har. Tú føldi teg rætti­ liga avskornan frá umheiminum. Men, júst hetta var kanska eisini við til at gera túrin so góðan og serstakan. Eftir at hava hugt okkum um í Novo Chaplino, skuldu leikirnir byrja. Leikirnir vórðu settir av ítróttar­ráð­ harranum í Chukotka, ið var komin langa leið fyri at vera við til hetta til­ takið. Eftir okkara viðurskiftum var hetta ikki akkurát tað optimala veðrið til eina slíka stevnu, men tey lokalu lótu bara væl at veðrinum og søgdu, at hetta var gott summarveður. Leikirnir vórðu settir við alskyns lokalum dansum og sangarum. Sølubúðir vórðu settar upp, og tað var sera spennandi at møta nýggjum fólkum og øðrum mentanum. Vit vóru sera spent at luttaka í leikunum og at royna hesar serstaku ítróttargreinar. Russisku luttakararnir høvdu vant til hesa stevnu í eitt ár og vóru sera væl fyri. Tey vóru út­ vald, og kann man siga, at hetta vóru teirra landsliðsleikarar innan hesar ítróttargreinar. Ímeðan russar vóru so væl fyri til hesar kappingar og vunnu mest sum alt, vóru vit út­lendingar kanska í eini kapping fyri okkum sjálvi. Tó so endaðu leikirnir við medaljuhandan, har Bjarta fekk gull í »Stick Pull«. Eisini gjørdust føroysku víkingarnir nummar 2 í kapprógvingini. So heilt tómhent komu vit ikki heim­ aftur. Á heimferðini steðgaðu í einari lítlari bygd, har vit fóru eina serstaka útferð. Hetta var ein útferð til »The road of Bones«, ið er vegur, sum miðal­stattin í Ruslandi varð tvungin til at byggja undir Stalin. Vegurin hevur sítt heiti orsaka av teimum mongu ið lótu lív undir ringu viðurskiftunum sum vóru. Eftir nakrar fantastiskar dagar í Sibiria vóru vit aftur í Moskva, har vit vitjaðu donsku ambasaduna og fingu innlit í, hvussu teirra gerandisdagur er. Eftir eina slíka fer hugsa vit aftur á tær fantastisku upplivingarnar og øll fólkini ið vit hava møtt. Ein serstakur møgu­leiki, ið vit fingu, tí Sibiria er nokk ikki eitt stað, ið vit annars høvdu vitjað. Sum summi kallaðu tað á ferðini, er hetta jú »heimsins endi« – ella sum onnur søgdu – »heimsins byrjan«. Og hvat hava vit so lært eftir hesa hugvekjandi ferð? Hóast at tað landfrøðiliga er so langt ímilum tey luttakandi londini, kundi ein síggja felags eyðkenni hjá okkum øllum. T.d. tann dansurin, sum vit vóru móttikin við, líktist nógv grønlendskum dansi. Kapprógvingin hjá teimum líktist okkara, hóast teirra teinur var nakað væl longri. Eisini hava tey hvalaveiði eins og vit og onnur arktisk lond hava. Hetta vísir okkum, at lond hava gjøgnum ættlarlið varðveit siðvenjur sum líkjast, hóast at tað landafrøðiliga er langt ímillum londini. Hetta er sera spennandi og vísir, at vit hava nógv til felags við okkara grannalond. Góðir stuðlar Vit liva enn uppá hesa ótrúligu upp­ living, sum vit hava verið so heppin at sleppa til. Hetta er ein ferð, sum vit heilt avgjørt ikki høvdu gjørt uttan at verða boðin við yvir. Vit kunnu tí bara takka okkara fan­ tastisku stuðlum fyri teirra uppbaking til okkara verkætlan, JFK Troli, P/F Fram­herja, Sp/F Hvalnes, P/F Varð­ anum, P/F Tryggingarfelagnum Før­ oy­ar, Tórshavnar kommunu og Marna Simonsen. Liva enn upp á eina ótrúliga ferð í Sibiria Endamálið við Beringian Arctic Games er at samla fólk úr øllum tí artiska økinum. Høgni Waag Høgnesen og Bjarta Johansen, sum umboðaðu Føroyar við Assu Færø sum leiðara, hava skrivað hesa frásøgn frá ferðini í Sibiria – Vit fóru eina útferð til “The road of Bones”, ið er vegur, sum miðalstattin í Ruslandi varð tvungin til at byggja undir Stalin. Hesin vegur gongur eisini til norðara Polarsirkulin, har henda felagsmyndin er tikin Sjáldsamt og vakurt umvhvørvið Tað eru Høgni Waag Høgnesen og Bjarta Johansen, sum umboðaðu Føroyar við Assu Færø sum leiðara, ið hava skrivað hesa frásøgn frá ferðini í Sibiria