Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 69

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 29 Ókeypis lýsingarblað TEMA Epli Kundin skal kenna seg vælkomnan Hjá MBM gleða tey seg til, at nýggju hølini hjá Búrøkt standa liðug, og tá er ætlanin, at enn meiri dentur skal leggjast á, at kundin skal kenna seg vælkomnan, tá ið hann kemur í handilin S íðst í komandi mánað ella fyrst í mai mánað verða nýggju hand­ ils­hølini hjá Búrøkt hjá MBM liðug. Hetta er nakað, sum tey leingi hava glett seg til hjá MBM. Størri úrval Kim Petersen er marknaðarstjóri hjá MBM, og hann sigur, at tað er harðliga tiltrongt at fáa nýggj hølir til Búrøkt. – Vit fara at víðka um, tí vit millum annað skulu hava pláss til eitt størri vøruúrval innan útgerð og tilfar til fólk, sum hava urtagarð. Hetta verð­ ur ein heilt nýggjur handil. Í tí gamla handlinum fara vit at hava eitt størri úrval av urtagarðsamboðum og øðr­ um, so sum sláimaskinum av høg­ari góðsku, sigur Kim Petersen. Hann sigur, at MBM leggur stóran dent á, at teir kunnu veita sínum kund­um eina heilt serliga tæntastu. – Í mun til aðrar veitarar av eitt nú urtagarðsmaskinum, so hava vit eisini service uppá maskinurnar. Vit hava verkstað og eykalutir, og tað haldi eg ikki, at nakar annar veitari av slíkum hev­ur í Føroyum, sigur hann. Somuleiðis hava tey eina megin­ reglu hjá Búrøkt og MBM, og tað er, at tá ið tey selja eitt tól ella amboð til fólk, so skal hetta samlast og roynast, áðrenn kundin fer avstað við tí. – Vit selja bæði til professionell og vanligar borgarar. Nú royna vit at gera tað enn lættari hjá kundunum, og tað skal vera enn meiri spennandi at koma at vitja Búrøkt, sigur Kim Petersen. Hann sigur, at hjá MBM meta tey tað vera eina styrki, at starvsfólkini kenna vørurnar so væl. – Vit eru serfrøðingar á hvør sínum øki, og tí kunnu vit geva kundunum holla vegleiðing, sigur hann. Koyra uppá vitan Mikudagin fer MBM at skipa einum tiltaki, har Peder Haahr fer veita góð ráð til áhugað um, hvussu man fær eina góða og burðardygga eplaveltu. Kim Petersen sigur, at MBM ætlar at skipa fyri líknandi tiltøkum regluliga. – So kunnu fólk koma í Búrøkt og fáa íblástur til eitthvørt. Hesaferð verð­ur tað so eplini, ið vit fokusera uppá, og tað gera vit eisini, tí vit júst hava fingið seteplir, og alt tað sum har til hoyrir, heim á gomslu, sigur hann. Setepli & tøð eru á goymslu Stiðjagøta 10 · Tórshavn · Tel. 35 38 97 · weihe@weihe.fo fleiri ymiSk Sløg: RAJA • HAnnA • FolvA olevA • RosA Gold destiny • esmee • CARolUs SøluStøð : Tórshavn: JóGvAn WeiHe • suðroy: váGstimbURHAndil oG bAkkHús • sandoy: RólAnt vidtFelt EysTuroy: stAnley, boRG • norðoyggjar: boRG www.weihe.fo Hjá MBM gleða tey seg til, at nýggju hølini hjá Búrøkt standa liðug, og tá er ætlanin, at enn meiri dentur skal leggjast á, at kundin skal kenna seg vælkomnan, tá ið hann kemur í handilin savnsmynd