týsdagur 24. mars 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 13 • 23. mars 2015
30
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Epli
Miðstovugarðurin
veltir eplini í sandi
– Tað gongur væl at selja umtóktu eplini, sum vit velta í sandi. Enn er onkur sekkur eftir,
um fólk munga eftir sandeplum, sigur miðstovubóndin, Jóannes Johannesen
Vilmund Jacobsen
T
á Vikublaðið í seinastu viku
skifti orð við miðstovubóndan
í Trøðum á Sandi, vóru hann
og húskallurin uppi í haganum og
hegnaðu. Úr hæddini fingu vit kortini
eitt prát um epli.
– Seinnu árini hava vit bíðað við at
sett eplini niður, til komið er nakað út
í mai. Fara eplini ov tíðliga í sandin,
er skjótt, at alt verður tað bera ókrút.
Tað vísir seg, at kemur kuldi, veksur
ókrútið, men ikki eplini.
Jóannes Johannesen – ella Jó
annes í Miðstovuni róptur – sigur,
at eplasløgini, hann seinastu árini
hevur sett niður, eru oleva og folva,
har oleva eru tey reyðu - og folva tey
hvítu eplini.
– Tað er trupult at siga, hvørji epli
roynast betri til vøkstur, og hvørji epli
tola meira, tá vakstrarlíkindini ikki eru
eftir vild. Í fjør fingu vit tó væl meira
av hvítum eplum upp aftur enn reyð,
sum tá ikki royndust so væl í nøgd.
Miðstovugarðurin plagar at seta
millum eitt og tvey tons av seteplum
niður á hvørjum ári, men ymiskt er - ár
undan ár - hvussu grøðin vignast.
Nógv eftirspurd
Spurdur, hvørji epli viðskiftafólk helst
vilja hava, sigur Jóannes í Miðstovuni,
at tað er rættiliga ymiskt.
– Onkur vil hava tey hvítu, onkur vil
hava tey reyðu, og so er tað uppaftur
onnur, sum keypa av báðum sløgum.
Samanumtikið heldur miðstovu
bóndin, at sølan av hvítum og reyðum
eplum man vera umleið helvt um
helvt.
Føroysku sandeplini hjá Miðstovu
garðinum í Trøðum eru væl umtókt.
– Vit plaga at selja eplini í Havn,
Klaksvík og av og á eisini í Suðuroy, og
sølan plagar at ganga væl.
Jóannes Johannesen vísir á, at enn
eru nakrir fáir eplasekkir eftir, og um
fólk ynskja sær sandepli, kunnu tey
altíð venda sær til garðin.
Neyta-og skerpikjøt
Um ein mánaða ella so fer Miðstovu
garðurin aftur at hava neytakjøt at
selja.
– Kjøtið verður vanliga skorið
sundur og pakkað í 20 kilo eskir, og
tá er hetta blandað við steikum og
suppukjøti.
Jóannes í Miðstovuni vísir á, at
um onkur hevur hug at bíleggja sær
neytakjøt, kann altíð ringjast á tlf.
220203.
– Vit hava eisini nakað av skerpi
kjøti, um onkur mungar eftir tí, leggur
miðstovubóndin aftrat.
– Fara eplini ov tíðliga í sandin,
er skjótt, at alt verður tað bera
ókrút, sigur miðstovubóndin,
sum fer at seta eplini niður,
tá komið er nakað út í mai
Mynd: Birgir W. Høgnesen