hósdagur 26. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskiftisredaktørar
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
27. mars 2015
– Mikudagin var móðurmálsdagur.
Tað var ein stórfingin gáva, vit øll fingu
móðurmálsdagin, tá Landsbókasavnið læt
upp nýggja talgilda savnið við øllum teimum
føroyskum bløðunum fram til aldarskiftið
síðsta.
Móðurmálsdagurin byrjaði við tiltakinum
á Landsbókasavninum. Og tað er ikki hissini
gripur, sum nú er tøkur á netinum hjá øllum
at grópa og granska í. Nú ber til at sita heima
við hús og skjótt leita fram tilfar í bløðum,
sum higartil bara hevur verið atkomuligt á
mikrofilmi á Landsbókasavninum.
Seinnapartin var evnið »Føroyskt
og talgildi heimurin« á skránni í
Norðurlandahúsinum. Har varð greitt
frá um nýggju netorðabókina, Islex, sum
knýtir føroyskt umvegis íslendskt til hini
norðurlendsku málini. Enn eitt risa framstig
afturat øllum hinum nýbrotunum, sum eru í
føroyskari orðabókagerð.
Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum vísti
á gongdina við orðabókum. Frá 1928 til 1998
komu tríggjar orðabøkur út. Stór framstig
efitr tátíðarmetum – men hugtakandi er at
síggja, hvussu stór framstig eru hend bara
tey seinastu 10 árini.
Karin Kass frá Sjóndeplinum vísti fram
sera framkomnu føroysku teldutaluna.
Skipanin er ment í norðurlendskum
samstarvi – og hon er so framkomin, at tað
ber til í eini handavend at skanna ein tekst
inn í fartelefonina, sum síðani lesur tekstin
á sera góðari teldutalu – og tú kanst velja
millum konufólkatalu og mannfólkatalu. Ein
sera bergtakandi framløga um eitt sera stórt
framstig fyri blind, lesiveik – og fyri tey, sum
ikki tíma at lesa ella hava hug at takast við
okkurt annað, meðan tey lesa.
Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen
løgdu eisini fram teirra arbeiða við føroyska
teknálsorðabók, har tað ber til bæði at
síggja og hoyra hvussu ymsu teknini eru í
føroyskum teknmáli.
Um kvøldið var móðurmálsvirðislønin
latin Hans Mortensen, stovnara av SMS, fyri
við hansara greiða málpolitikki í lýsingum og
øðrum handilsligum tekstum at hava slóðað
fyri einum framúr góðum máli í nútímans
føroyska handilsyrkinum.
Fyrireikararnir fegnast og eru á
einum máli um, at
móðurmálsdagurin er
komin fyri at vera.
Týsdagin bórust deyðs
boðini av Onnu V. Ell
ingsgaard, journalisti
úr Klaksvík. Hon var
48 ár og starvðist í
Kringvarpinum, nú hon
doyði.
Anna starvaðist á Sosiali
num frá 2004 til 2010. Hon
var upprunaliga útbúgving
cand.mag í enskum og
donskum, men í tíðini, hon
var á Sosialinum, nam hon
sær útbúgving sum journa
listur. Hon hevur eisini und
irvíst á studentaskúla, bæði
á Kambsdali og í Hoydølum
– og á Fróðskaparsetrinum
undirvísti hon í miðlavísindi.
Vit lýsa frið yvir minnið
um Onnu V. Ellingsgaard.
Hóast løgmaður sigur tað, so er tað
ikki politikkur Sambandsfloksins at
skipa sjúkrahúsverkið undir einari
leiðslu
– Øll tey trý sjúkrahúsini skulu leggjast undir
eina og somu leiðslu.
Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen á
almennum fundi hjá Sambandsflokkinum í
Havn mánakvøldið. Hann segði eisini, at hetta
var tað fyrsta, sum flokurin fór at gera,
fekk hann valdið á heilsumálum
eftir valið. Og víðari segði hann:
– Alt, sum eitur dupult
funktiónir í føroyska
heilsuverkinum, skal lúkast
burtur, segði løgmaður.
Men við útvarpið sigur
hann nú, at hetta ikki var
floksins hugsan, men
egna hugsan hansara.
– Ikki er alt, sum
sagt verður Havn,
ætlað oyrum úr
Klaksvík...
Móðurmálsdagurin verður endurtikin
Anna V. Ellingsgaard farin
Bara ein skipari
á Polo
andlát:
Løgmaður
so segði hann...
Les eisini blaðið
á telefonini
»Arnbjørn Hansen hevur
ein fipur í tjúkkanum, sum
hann ikki kennist við.«
Nemmari er ikki
altíð betri
Ólavur Ellevsen
Tíðargrein síða 13
Eivør konsert í
Gøtu mitt í viku
Mentan síða 4-5
Visti tú?
At arbeiðsloysi
í februar var 3,2
prosent móti 3,9 í
februar í fjør
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Tróndur Arge í Sosialinum.
Um Arnbjørn ikki kennist við hann, hvør eigur hann so?