Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 3 Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Atlantic Petroleum at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn fríggjadagin tann 24. apríl 2015 kl. 10.00 (føroysk tíð) við hesi fundarskrá: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári. 3. Framløgu av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 4. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2014 og 2015. A. Góðkenning av nevndarsamsýning fyri 2014. Nevndin skjýtur upp at aðalfundurin góðkennir faktisku nevndarsamsýningina fyri 2014 á kr. 1.680.000,00. B. Góðkenning av støði fyri nevndarsamsýning fyri 2015. Nevndin skjýtur upp, at støði fyri nevndarsamsýning fyri 2015 verður hetta: • Støðisnevndarsamsýningin skal vera kr. 200.000,00 • Formaðurin móttekur 2,00 ferð støðisnevndarsamsýn­ ing ina • Næstformaðurin móttekur 1,50 ferð støðis nevnd ar­ samsýningina • Vanligur nevndarlimur móttekur 1,00 ferð støðis­ nevndar sam sýn ingina. • Formaðurin fyri grannskoðaraundirnevndina móttekur 0,50 ferð støðisnevndar-samsýningina afturat vanligu nevndarsamsýning síni. 5. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært góðkenda roknskapin og ársfrágreiðing. Nevnd felagsins mælir til, at úrslitið sambært góðkenda roknskapin verður flutt fram til næsta ár. 6. Val av nevnd. Allir nevndarlimir standa sambært viðtøkunum fyri vali fyri eitt 1 ára skeið, nevniliga: Birgir Durhuus, Jan E. Evensen, Barbara Yvonne Holm, Diana Leo og David A. MacFarlane. Nevndin skjýtur upp at velja hesar nevndarlimir í nevndina: David A. MacFarlane, afturval; Jan Edin Evensen; afturval; Teitur Samuelsen, Brattalíð 6 100 Tórshavn, Føroyar; Jan Eiden Müller, Sleipnisgøta 10,, 100 Tórshavn, Føroyar og Knud Hans Nørve, Kirkedalsveien 57, 1344 Haslum, Noreg. Um fleiri upplýsingar ynskjast um valevnisuppskotini, verður víst til heimasíðu felagsins, www.petroleum.fo. 7. Val av grannskoðara, ið situr til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin. Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt grann skoð an ar- virki, Hoyvíksvegur 5, 100 Tórs-havn, og skjýtur nevndin upp at aft ur velja P/F Januar løggilt grannskoðanarvirki at sita sum grann skoðari felagsins til næsta ársaðalfund. 8. Heimild til nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv. Nevndin skjýtur upp at aðalfundur felagsins broytir verandi heimild hjá nevnd felagsins til at keypa egin partabrøv til at vera soljóðandi: ”Heimilað verður nevnd felagsins til felagsins vegna í tíðarskeiðnum frá 25. apríl 2015 til 24. apríl 2020 at keypa egin partabrøv. Nevndin kann felagsins vegna í mesta lagi keypa egin partabrøv upp til tað punkt har áljóðandi virðið á øllum teimum egnum partabrøvum, sum felagið eigur, er 10% av áljóðandi virðinum av partapeningi felagsins og hetta til ein kurs, sum ikki kann víkja meiri enn 10% frá noteraða kursinum á partabrøvum felagsins ið handlaði verða á børsmarknaðinum hjá NASDAQ OMX í Keypmannahavn tá keypt verður.” 9. Broyting í viðtøkum felagsins. Uppskot frá parteigara til viðtøkubroyting: I. Innsetan av nýggjari áseting sum § 7 A, ið er soljóðandi og konsekvensbroyting av verandi § 7: Nýggj § 7A: Aðalfundurin velur eina valnevnd við 3 limum. Limirnir í valnevndini skulu vera parteigarar í felagnum ella umboða parteigarar í felagnum. Limirnir í valnevndini, harundir formaðurin í valnevndini, verða valdir av vanliga ársaðalfundinum. Valskeiðið er 1 ár, uttan so at aðalfundurin ásetur annað. Valskeiðið er frá val á aðalfundi er farið fram og varir til ársaðalfundurin er lokin tað ár val skeiðið endar, uttan so at ein aðalfundur ásetur annað. Vald ur limur í valnevndini heldur tó undir øllum umstøðum áfram sum limur í valnevndini til annar limur er valdur í hans ara stað. Samsýning til limir í valnevndini verður ásett av aðalfundinum. Val nevndin hevur hesar uppgávur: i) at greiða tilmæli til aðalfundin av skikkaðum kandidatum at velja sum aðalfundar valdar limir í nevnd felagsins; ii) at greiða tilmæli til aðalfundin av støddini á samsýningini til limirnar í nevnd felagsins; iii) at greiða tilmæli til aðalfundin av skikkaðum kandidatum at velja sum aðalfundarvaldar limir í valnevndina. Aðalfundurin kann áseta nærri leiðreglur fyri virksemið hjá val nevndini. Virksemi valnevndarinnar hevur onga ávirkan á verandi rætt indi hjá øðrum í felagnum, harundir rættindi hjá nevnd og/ ella parteigarum felagsins. II. Broytingar og ískoyti til verandi § 7: Verandi § 7 pkt. 6 verður broytt til § 7 pkt. 7 og hetta nýggja § 7 pkt. 6 verður sett inn: “..... 6. Val av formanni og 2 øðrum limum í teirri í § 7A ásettu valnevnd. ...... .”; men annars verður § 7 í viðtøkunum óbroytt galdandi. 10. Ymiskt. –––––––––– Viðtøkumeiriluti. Til samtyktar av uppskotinum til viðtøkubroyting undir pkt. 9 oman fyri, krevst smb. § 106 stk. 1 í Vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felags kapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við einstøku uppskotunum til viðtøkubroyting. Annars kunnu uppskot á skránni fyri fundin viðtakast við van ligum atkvøðumeiriluta. Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum, umframt atkvøðugreiðsluháttur. Rættur parteigarans at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sam bandi við partabrøv síni, verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigari eigur skrásetingardagin. Skrá set ing ar­ dag urin er fríggjadagin hin 17. apríl 2015. Partaeigari, fulltrúi hansara vegna, umframt fjølmiðlarnir, hava rætt til at luttaka á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi mána dagin hin 20. apríl 2015 hava fráboðað felagnum hetta. Frá boðan um luttøku á aðalfundinum fer fram umvegis heimasíðu felags ins www.petroleum.fo ella á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3. hædd, Postboks 1228, FO­110 Tórshavn ella á tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101. Um so er, at partaeigari ikki kann luttaka á aðalfundinum, hev ur hann møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta sína vegna. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo, umframt á skriv stovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, F0­ 100 Tórshavn, kunnu partaeigarar útvega sær fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hes um sambandi. Parteigarar, ið eru tilknýttir Investor Portal um veg is heimasíðu felagsins, kunnu greiða fulltrúaatkvøðu um vegis henda portal. Atkvøðugreiðsla, ið ikki fer fram við brævatkvøðu, fer fram á sjálv um aðalfundinum, við at viðkomandi partaeigari (ella fulltrúi hans ara), ið rættstundis hevur fráboðað luttøku á aðalfundinum, møt ir upp á aðalfundinum og har greiðir atkvøðu. Atgongumerki og atkvøðuseðlar verða útflýggjaðir við dyrnar til aðalfundin. Brævatkvøður Partaeigarar hava møguleika at atkvøða við brævi, t.e. at atkvøða skrivliga, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Á heimasíðu felagsins www.petroleum.fo er atgongd til oyðublað at nýta í sambandi við bræv atkvøðu. Um so er, at partaeigari ynskir at greiða bræv at­ kvøðu, skal brævatkvøðan verða móttikin á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, Postboks 1228, FO­110 Tórshavn ella á tele fax nr. +298 350 101 ella á teldupostinum hjá stjóra felagsins ben.arabo@petroleum.fo í seinasta lagi hósdagin hin 23. apríl 2015. Rættur partaeigaranna til at seta fram spurningar. Partaeigarar kunnu undan aðalfundinum skrivliga seta leiðslu fe lags ins spurningar um viðurskifti, sum eru av týdningi fyri at meta um ársfrásøgnina 2014 og støðuna hjá felagnum annars ella um spurn ing ar, sum avgerðir skulu takast um á aðalfundinum. Ynskir parta eigari at nýta henda rætt sín til at spyrja, kann hann senda spurn ing við brævi til P/F Atlantic Petroleum, Yviri við Strond 4, 3 hædd, Postboks 1228, F0­ 110 Tórshavn ella á telefax nr. + 298 350 101, ella við teldubrævi á petroleum@petroleum.fo. Harumframt kunnu partaeigarar á sjálvum aðalfundinum munn liga seta leiðslu felagsins spurningar um nevndu viðurskifti. Skjalatilfar til aðalfundin, herundir ársroknskapurin 2014 og dags skrá við fullfíggjaðum uppskotum. Skjalatilfar viðvíkjandi aðalfundinum, herundir (1) árs rokn skap­ ur in 2014 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing (2) dags skrá, (3) fullfíggjað uppskot til aðalfundin (4) upplýsingar um saml aða talið av partabrøvum og atkvøðum í felagnum dagin inn kall að verður til aðalfundin og (5) fulltrúaskjøl og oyðublað til bræv at kvøður liggja frammi og eru tøk á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 4, 3 hædd, Postboks 1228, F0­ 110 Tórshavn (tlf nr. + 298 350 100 og/ella telefax nr. + 298 350 101) í seinasta lagi 3 vik ur áðrenn aðalfundin, og kann fáast eintak av hesum við at venda sær til felagið, umframt at alt hetta tilfar eisini er tøkt á heima síðu felagsins www.petroleum.fo. Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur. Partapeningur felagsins er kr. 369.786.000 býttur sundur í parta brøv á kr. 100 og multipla av hesum. Í § 5 stk.1 í viðtøkunum er ásett, at partaeigararnir hava 1 at kvøðu fyri hvørjar kr. 100 teir eiga í partapeningi. Tal av pørtum er: 3.697.860 og tal av atkvøðum: 3.697.860. Felagið hevur kosið sær P/F Eik Banki til kontoførandi pen inga stovn og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda pen inga stovn á bústaðnum Yviri við Strond 2, 100 Tórshavn ella á heima síðuni www.eik.fo ella á telefon nummar + 298 348 000 fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum. Tórshavn, hin 27. mars 2015 P/F Atlantic Petroleum Nevndin ÁRSAðAlFUNDUR Í P/F ATlANTIc PETROlEUM