Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 4 Í september skal avgerast, hvør dugir at skriva skaldsøgur í Føroyum, og lesihugaðir føroyingar kunnu bjóða seg fram sum dómara í nevndini Dorit Hansen Á Bókadøgunum í november 2014 útskrivaðu føroysku bóka­handl­ arnir eina skaldsøgukapping. Vinnarin fær 50.000 krónur umframt útgávusáttmála við Bókadeild Føroya Lærarafelags. Freistin at lata inn hand­rit er 1. september í ár, og nú skal dóms­ nevndin setast. Tað sum vanligi lesarin heldur Í dómsnevndini verða umboð fyri Bók­handl­ arafelagið, Føroyamálsdeildina, Bókadeildina og LISA. Men so vilja tey eisini hava eitt um­boð fyri »almennu lesararnar«, siga fyri­ reikararnir í eftirlýsing eftir dómara. Tey, sum hava hug at vera við í dóms­nevndini, skulu senda umsókn til bokhandlarafelag@gmail.com og grundgeva fyri, hví tey eiga at sita í nevndini. Freistin at søkja um pláss, sum dómari er 1. apríl 2015. – Vit vilja fegin hava vanligu lesararnar við, bæði fyri at vekja áhuga fyri kappingini og av tí sannroynd, at tað eru ikki bara ser­frøðingarnir, sum gera av, hvat ein góð skaldsøga er, sigur Kári Árting, stjóri í Rit og Ráki, sum var stigtakari til kappingina. Hvussu er at búgva í Føroyum Handlarnir sum eru við í kappingini eru Rit & Rák og H. N. Jacobsens bókhandil í Havn,  Bókabúðin í Runavík og Alfa í Klaksvík. Kravið til skadsøguna er, at hon skal vera á føroyskum og í høvuðsheitum skal viðgera mál í dagsins samfelag og lýsa, hvussu tað er at búgva í Føroyum her og nú. Søgan kann tó hava røtur aftur í tíðina. – Hugskotið til kappingina er sprottið úr tí sannroynd, at tað eru so fáar føroyskar samtíðarskaldsøgur, ella fáar føroyskar skaldsøgur yvirhøvur. Vit royndu at fáa meira pengasterkar stuðlar, men tað var als eingin áhugi. Hinir bókahandlarnir vóru tó beinanvegin við uppá hugskotið, greiðir Kári Árting frá. Kappingin var útskrivað í november, og freistin er í september. Tað er ikki serliga long tíðarfreist til eina skaldsøgu. – Nei, tað er stutt tíð. Men vit vóna at okkurt kemur inn. Tað kann eisini vera okk­ urt hálvliðugt, har vit síggja, at hugskotið er so mik­ið áhugavert, at rit­høv­ undurin skal sleppa at arbeiða víðari við tí. Skaldsøgan skal ætlandi ikki gevast út fyrr enn árið eftir. Men fyrst skal sein­asti dómarin út­ nevn­ast, og øll áhug­að kunnu senda um­sókn við grund­geving til bók­handl­ara­ felagið. hósdagur fríggjadagur leygardagur 5-10 m/s - 1-5 5-10 m/s - 1-5 Seinnapart: Gul til stívt andøvsgul av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og ælingur, men um kvøldið yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig. Lot til andøvsgul av ymsum ætttum, turt og sóglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Sunnudagin lot av ymsum ættum og yvirhøvur turt, mánadagin frískur vindur av vestri og ælingur. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið hósmorgunin: Brúgvalagið vestanfyri Føroyar fer eystureftir. Veðrið fríggjanáttina: Brúgvalagið sunnanfyri Ísland kemur móti Føroyum. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Hví er tað normalt, at kvinnur nýta push- up brósthaldarar, men púra ónormalt, at menn stappa eina stóra, saman­rullaða hosu niður í undir­buksirnar?« Sæð á Facebook: »Mest skuffandi, men eis­ ini mest fangandi sólar­ myrking, eg nakran­tíð havi upplivað :)« Danska síðan fyri NemID lýsir skipanina soleiðis: NemID er en digital signatur. NemID er næste generation af digital signatur. En digital signatur er din underskrift på nettet Tað hevur verið stórt móttrýst móti ætlanini hjá bankunum um, at allir føroyskir netbankakundar skuldu knýtast uppí donsku Nem id skipanina. Mikudagin hálsaðu bankarnir um og bakkaðu. Nem id verður nú eitt val hjá føroyskum net­bankakundum, í staðin fyri eitt krav. Eitt týskt airbussflogfar í rutu frá Barcelona til Düsseldorff ferst í fronsku alpunum. Eingin yvirlivir. Ógreitt er, hví flogfarið dettur niður. Maud Wang Hansen for­kvinna í Pædagog­ felagnum skjýtur upp at skipa ein nýggj­an føroyskan fak­felags­ banka, sum bara skal tæna fólkinum. Aðrir fakfelagsleiðarar eru positivir um hugskotið. Jógvan Joensen er í finaluni í X-Factor. Hann imponeraði dómarar og hyggjarar við lagnum »Josephine« hjá Teiti í seinasta umfar­ inum áðrenn finaluna. Brimil sleipar tveir bátar, sum fingu trupulleikar, heim til lands av Norðhavinum. Nú er kunngjørt, at drotn­ingahjúnini koma til Før­oya á vitjan 15. til 19. juni. Fólk fylkjast at mótmæla Nem-id, og bankarnir eftir­líka kravinum. Talgildingin av føroysku bløðunum verður veruleiki á móðurmálsdegnum. 450.000 blaðsíður eru skannaðar. Føroyska vinnulívið hevur besta úrslitið í 14 ár. Nýggja missiónshúsið á Strondum verður reist. »NemID« Vilt TÚ vera dómari til før­ oyska skaldsøgukapping? HÓSDAG Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt føroyingar vóru arbeiðs­ leysir í februar. Tað svarar til 3,2%, sigur Hagstovan 878 mangt og hvat Visti tú? 4. hvør er høgra- vinstra blindur og hevur trupult við at skilja ímillum vinstra og høgra. Treytir: Skaldsøgan skal vera á føroyskum Skaldsøgan skal í minsta lagi vera 150 síður á 2.000 eindir, íroknað millumrúm. Hondskrivað handrit verða ikki tikin við Skaldsøgan skal ikki vera givin út frammanundan  Innlating: Skaldsøgan skal latast inn í seinasta lagi tann 1. september 2015 Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til skaldsoga@bokhandlarafelag.fo og vera merkt »skaldsøgukapping« Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøgurnar Vinningur: Vinningurin er 50.000 kr og útgávusáttmáli við BFL Vinnarin fær boð beinleiðis, áðrenn hetta verður kunngjørt alment  Kunngjørt verður, hvør hevur vunnið, á Bókadegnum tann 21. november 2015 Dómararnir tilskila sær rætt ikki at velja ein vinnara