Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 6 Barbara Holm Ó ttin fyri at særa ein, sum júst hevur mist ein nær­ stand­andi av krabba­ meini, er ógvuliga stórur. Fólk vita ikki hvat tey skulu siga, ella hvussu tey skulu seta seg í samband við tann, sum hevur mist, so mangan siga tey bara einki. Tað upplivdi Finn Danberg og familja hansara, tá ið konan gjørdist sjúk og doyði av krabbameini. – Fólk, sum eg vanliga heilsaði uppá ella prátaði við, hugdu burtur og lótu vera við at koma yvir at práta, sum tey plagdu, sigur Finn Danberg. Stutt eftir at konan fór, varnaðist hann, at fólk hildu seg aftur og eitt slag av sosialari isolering hevði hug at sníkja seg inn í lívið hjá Finni. Tá Finn varnaðist hetta, tók hann sakina í egnar hendur. – Eg hugsaði sum so, at eg kann akkurát tað sama bróta tøgnina sjálvur, heldur enn at leggja tað upp­ gávuna á onnur, sigur Finn Danberg. Og tá ið hann fór yvir til tey fjáltur­stungin í nærumhvørvinum, heils­aði uppá og setti orð á tað, at konan var farin, so reageraðu tey flestu á sama hátt. »Altso tað er gott, tú kom yvir. Eg visti snøgt sagt ikki, hvat eg skuldi siga«. – Eg hjálpti teimum at koma víð­ ari, tí eg var ikki bangin fyri at seta orð á tað. Tað hjálpti mær og mínum nær­umhvørvi nógv, sigur Finn Danberg. Verri hjá børnum og ungum Tá ið kona Finn, Inga doyði, høvdu tey bæði tvey børn saman. Og sum vera man, upplivdu børnini júst somu reaktión í sínum nærumhvørvi. Børnini hjá Finn og Ingu eru í dag vaksin, men hansara royndir og prát við onnur í somu støðu er greið – tað er størri vandi fyri, at tøgnin førir til sosiala isolatión hjá børnum og ung­ um enn vaksnum. – Vit vaksnu hava samband við nógv ymisk fólk í okkara gerandisdegi, men hjá børnum eru vinirnir og skúlin ein sera stórur partur av lív­ inum, sigur Finn Danberg. Tað er ikki óvanligt, at børn, sum vera rakt við krabbameini ella missa foreldur av krabbameini, hava trupult við at varveita sín vinaskara og vandin fyri sosialari isolatión økist. Hetta sama ger seg helst eisini gald­andi, tá børn bera brek. – Tey eru ikki partur av sosiala lív­ inum á sama hátt, sum hini børnini, sigur Finn Danberg. Hann vísir á, at hjá børnum við krabbamein er viðgerðartíðin long og fer fram í útlandinum. Harumframt eru vandi fyri langtíðarárinum, sum før­ir við sær, at sosiala isoleringin er trupul at basa. – Eg kenni ikki til nakra gransk­ ing á hesum øki, men eitt av enda­mál­ inum við Team Rynkeby, er at útvega pening til gransking, og tað hetta er av­gjørt ein áhugaverdur vinkul at fingið greinað, heldur Finn Danberg. Eru vit blivin betur? Tað eru nú 13 ár síðani, at Finn Danberg misti konu sína. Og spurningurin um tøgnin kring krabbamein er brotin, er trupul at seta orð á. Finn heldur, at tey sum verða rakt, hava lættari við í tí almenna rúminum at tosa við onnur um krabbamein. Sjálvbodnir felags­skapir og samkomur gera eitt megnar arbeiði fyri at lofta teimum sum hava mist ella eru rakt. Ein upp­ gávu sum tað almenna kanska átti at rað­fest hægri. Men eru tey, sum ongantíð hava havt krabbameini tætt inn at lívinum, blivin betur til at bróta tøgnina? – Menniskjaliga lyndið er nokk óbroytt og eg ímyndi mær, at tað enn eru nógv, sum gerast fjálturstungin, tá ið tey skulu tosa við ein, sum júst hevur mist ella sjálvur hevur krabba­ mein. Og helst eru tey framvegis nógv, sum velja løttu loysnina, og bara halda seg burtur, sigur Finn Danberg. Eftir hansara tykki er tað kortini hugsandi, at støðan á hesum øki er batnað fyri nógv, sum vera rakt við krabbamein í dag. – Hetta helst eisini tí, at tað er meira góðtikið í dag, at tann rakti setur orð á sínar kenslur fyri fólki í nær­umhvørvinum, vísur Finn Danberg á. Hvussu er og ikki, er hann sann­førdur um, at tað er betur at siga okk­urt enn at halda seg burtur. Menniskjaliga lyndið er nokk óbroytt, og eg ímyndi mær, at tað enn eru nógv, sum gerast fjáltur­stungin, tá ið tey skulu tosa við ein, sum júst hevur mist ella sjálvur hevur krabba­mein« persónssøga – Tá eg sá, at fólk, eg kendi, hildu seg aftur at tosa við meg, eftir at kona mín doyði, so byrjaði eg sjálvur at bróta tøgnina. Fólk eru so bangin fyri at siga okkurt skeivt, at tey heldur velja løttu loysnina – at tiga. Tað sigur Finn Danberg, sum fyri 13 árum síðani misti konu sína av krabbameini Visti tú? Tað er ómetaliga trupult at siga »eg havi krabba­ mein« Sosiala isoleringin rakar børn harðari