hósdagur 26. mars 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
7
Barbara Holm
J
ansy Gaardlykke arbeiðir
hvønn dag við krabba
meinsraktum føroyingum,
og teirra familjum. Og júst
kenslan av, at summi í nærum
hvørvinum halda seg aftur at vitja
og ringja, tá ið krabbamein kemur
uppí leikin, er ein veruleiki, sum
Jansy kennir alt ov væl.
– Tað hoyri eg aftur og aftur.
At fólk eru vónbrotin av, at fólk,
tey kenna, ikki eru har fyri tey, tá
ið krabbamein rakar, sigur Jansy
Gaardlykke.
Men tíbetur eru glottar at hóma,
tí síðani Jansy byrjaði í Krabba
meinsfelagnum fyri 19 árum síðani,
er støðan batnað munandi.
– Samfelagið sum heild er
blivið betur til at varpa ljós á, at
tað ringasta tú kanst gera, er einki,
sigur Jansy.
Hon vísur á, at Krabbameins
felagið, aðrir áhugafelagsskapir,
sálarfrøðingar og onnur í samfelag
num hava verið tilvitað um hendan
trupulleikan í mong ár, og hava tí
miðvíst arbeitt framímóti, at fáa
brotið tøgnina, sum valdar kring
krabbamein. Men tað er ein trupul
støða, og tað er væl skilligt, at fólk
aftra seg at seta orð á støðuna.
– Tað er jú ikki í illari meining, at
fólk halda seg aftur at siga nakað.
Tað er tí, at tey eru bangin fyri at
siga okkurt skeivt. At gera støðuna
hjá tí, sum hevur hesa ræðuligu
sjúku innat lívinum, verri, greiður
Jansy frá.
Og júst spurningurin um hvussu
tú skalt bera teg at, er tann truplasti
at svara.
– Eg vænti ikki tað er nakar
rættur háttur ella nakað rætt at
siga. Tað týdningarmesta er, at tú
vísur umsorgan fyri tí, sum hevur
krabbamein ella teirra avvarðandi,
sigur Jansy.
Um tú kennir tað trupult at tosa
við ein, sum livur við krabbamein, so
kanska skalt tú bara siga tað. »Eg eri
so kedd av at hoyra um tína støðu.
Eg veit als ikki hvat eg skal siga, men
eg eri her fyri teg, um tú hevur tørv
á nøkrum«. - Tað kanst tú altíð siga,
sigur Jansy.
Við tínum spurningum og tíni
nærveru vísur tú tí sjúka umsorgan
í hansara sváru støðu. Eisini er um
ráðandi, at tá tú møtir tí sjúka og
setur spurningar, at tú hevur tíð at
lurta eftir tí, sum tú hevur spurt um,
og ikki skundar tær víðari, tí hetta
kann gera ilt verri og tann sjúki følir
seg avvístan og settan til síðis.
Krabbameinssjúka er ofta ein
sjúka, ið tekur hart uppá kropp og
sál, og viðgerðin fyri sjúkuna tekur
eisini ofta langa tíð. Hetta kann tí
hava við sær, at tað slítur nógv uppá
tann sjúka og tey avvarðandi, og tí
er eisini er ymiskt hvussu tann sjúki
er fyri júst tá tú setur teg í samband
við viðkomandi.
– Tað er ikki vist, at tann sjúki
hevur orku ella hug at tosa júst tá.
Hetta nýtist tó ikki at merkja, at
viðkomandi als ikki vil tosa eina
aðru ferð. Tær nýtist ikki at halda
teg aftur við at taka upp samband
við tann sjúka eina aðru ferð, sigur
Jansy.
– Ofta er tað soleiðis, at tann
rakti bert hevur tørv á at vita, at
fólkini í nærumhvørvinum eru til
vitað um, at lívið er hart júst nú,
sigur Jansy.
Meta um hvørja
einstøku støðu
Støðan hesum viðvíkjandi er blivin
betur í Føroyum. Føroyingar duga
betur og betur at uppføra seg í slík
um truplum støðum. Men tað er
eisini umráðandi at vera tilvitaður
um tín leiklut í lívinum hjá tí rakta
ella teirra avvarðandi.
– Eg havi eisini hoyrt summi siga,
at nú koma øll yvir at tosa í øllum
hugsandi samanhangum. Og tað er
kanska heldur ikki tað rætta, sigur
Jansy.
Hon vísur á, at tað er týdningar
mikið at hava føling við støðuni, og
at meta um tað er rætta tíð og stað
at seta orð á krabbamein.
– Situr tú til dømis í einari veitslu
við einum, sum tú veitst stríðist við
krabbamein so ella so, so kanska tú
skalt merkja eftir, um viðkomandi
hevur hug at tosa um tað júst har,
sigur Jansy.
Vit eru øll so ymisk, og soleiðis
er sjálvsagt eisini við teimum, sum
hava krabbamein tætt inn at lív
inum. Onkran dag hava tey tørv á
at tosa, meðan tey aðrar dagar vilja
gloyma sjúkuna eina løtu. Hvussu
er og ikki hjá hvørjum einstøkum,
so er tummilfingurreglan, at tað
altíð er betur at vísa umsorgan enn
at tiga.
– Vit eru blivin nógv meira tilvitað um týdningin
av at seta okkum í samband við tey, sum
eru rakt av krabbameini, enn vit vóru tá eg
byrjaði í Krabbameinsfelagnum fyri 19 árum
síðani. Tað sigur Jansy Gaardlykke, sum er
dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum
Tað er altíð betri
at siga okkurt
– Fólk, sum eg vanliga
heilsaði uppá ella prátaði
við, hugdu burtur og lótu
vera við at koma yvir at
práta, sum tey plagdu,
sigur Finn Danberg.
Mynd: Álvur Haraldsen
Team Rynkeby í toppform
Grannakaffi var inniligt og rørandi
Helst eru tey mong, sum hava sæð
gulu súkklararnir á landsvegunum
seinastu tíðina, tí Team Rynkeby
hópurin ger seg aftur til reiðar
at súkkla til frama fyri børn við
krabbameini og teirra familjur. Finn
Danberg er ein av fyriskiparunum,
og hann heldur, at munurin millum
í ár og í fjør er stórur.
– Vit fyriskiparar hava lært
eina rúgvu av túrinum í fjør, fleiri
eru við aðru ferð og kunnu lættari
hjálpa fólki á røttu kós, sigur Finn
Danberg.
Sunnudagin súkklaði Team
Rynkeby hópurin úr Havnini og
til Saksunar og aftur. Hetta svarar
til áleið 100 km. Og sambært Finni
Danberg er venjingarstøðan á
góðari leið.
– Teir einstøku súkklararnir
hava lagt nógv fyri dagin, og tey
flestu eru væl fyri, sigur Finn
Danberg.
Hann sigur, at um súkklararnir
halda fram við at venja so miðvíst,
sum tey hava gjørt higartil, so er
hann als ikki stúrin fyri at fara til
Paris um tríggjar mánaðir.
– Vit eru ikki klár at fara til Paris
nú, men tað blíva vit, sigur hann.
barbara@sosialurin.fo
Krabbameinsfelagið hevur seinastu
tíðina skipað fyri fleiri øðrvísi tiltøk
um, fyri at fáa pening til felagið og
tess arbeiði. Ístaðin fyri at ganga hurð
til hurð og biðja um stuðul, so hevur
felagið tikið stig til tiltøkini Granna
kaffi, har teir ymsu vertirnir sjálvir
gera av, hvussu ljós skal varpast á
krabbamein.
Nú tiltøkini eru at enda komin, er
greitt, at undirtøkan hevur verið góð
og løturnar inniligar.
– Vit hoyra frá øllum vertunum,
at tað hevur verið inniligt og rørandi,
og givið fólki eitt høvi til at tosa um
teirra upplivingar við krabbamein,
ella minnast aftur á tey, sum hava
latið lív til hesa sjúku, sigur Jansy
Gaardlykke, dagligur leiðari hjá
Krabbameinsfelagnum.
Enn er ikki endaliga greitt hvussu
nógvar pengar Krabbameinsfelagið
hevur savnað inn umvegis Granna
kaffi, men Jansy Gaardlykke væntar,
at talan verður um nakrar hundrað
túsund – helst uppímóti hálvari
millión.