Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 8 krabbamein Krabbameinssjúklingar eru eisini menniskju Barbara Holm T að eru nógvar ymiskar kenslur uppá spæl, tá ið krabba­mein rakar. Tað er tað fyrsta Kathrina Linden­skov Holm sigur, tá ið hon skal seta orð á hvat rætt er at gera, tá ið ein tú kennir, fær krabbamein inn at síni lívi. Seinastu mongu árini hevur Kathrina Lindenskov arbeitt við krabbameinssjúklingum og teirra av­varðandi, bæði í Føroyum og í Dan­mark. Hennara royndir siga henni, at krabbamein er ein sjúka, sum krevur nógv av sjúklingum og teirra familjum. Lyklaorðið bæði fyri sjúklingar og fyri teirra nærumhvørvið, er tíð. Tað er umráðandi at geva sjúklinginum ta tíð, sum viðkomandi hevur tørv á. Í byrjanini hevur sjúklingurin mang­an ikki mót uppá at tosa um sína sjúku, tí tað er ómetaliga trupult at siga »eg havi krabbamein«. – Krabbamein krevur nógv av sjúk­linginum í byrjanini. Tá skalt tú fyrihalda teg til, at sjúkan er komin. Tú skalt fáa at vita, hvønn heilivág og hvørjar viðgerðir tú skalt hava. Og tey flestu seta seg eisini at lesa ymiskar upp­lýsingar um sjúkuna, og á annan hátt fyrihalda seg til tann nýggja veru­leikan, sigur Kathrina. Tað er mangan í byrjanini, at sjúk­ lingurin ikki dugir at seta orð á sín­ar kenslur og sína sjúku, og tað er um­ ráð­andi, at tey nærmastu skilja tað, og ikki kenna tað sum eina av­vísing. Seinni í tilgongdini er støðan kanska ein onnur. Tá eru tey nógv, sum hava lættari við at fyrihalda seg til sína egnu sjúku, og tá duga tey bet­ ur at tosa um tað. – Tað er umráðandi at tey nærm­ astu og sjúklingurin seta orð á tað, sum hendir. Um sjúklingurin ikki hevur hug at tosa um sjúkuna í dag, so sig tað. Og so mugu tey avvarðandi gera sær ómak at skilja støðuna, so hvørt hon broytist, sigur Kathrina. Ein kensla av avmakt Tað er ikki løgið, at fólk í nær­um­ hvørv­inum hjá einum krabba­meins­ sjúklingi hava trupult við at fyrihalda seg til sjúkuna. Beinan vegin tú sært ein, sum hevur fingið krabbamein ella hevur mist ein kæran av sjúkuni, so sært tú ein veruleika, sum er harður at góðtaka. – Vit eru jú so bangin fyri at siga okkurt skeivt. Vit ímynda okkum, at vit skulu helst siga okkurt, sum troyst­ar ella ger tað betur, men tað kanst tú í veruleikanum ikki, sigur Kathrina. Samstundis er tað mangan soleið­ is, at vit menniskju eru bangin fyri at blíva ov rørd av einari støðu. Kanska gerast vit ov rørd av at tosa við ein, sum hevur krabbamein í sínum lívi. Og vit kenna tað óbehagiligt, tá ið kensl­urnar taka yvirhond. – Men veruleikin er, at tað er júst tá vit eru rørd, at vit eru í sam­band við okkum sjálvi og okkara med­ menn­iskju, vísur Kathrina á. Hon heldur samstundis, at tað er trupult fyri okkum menniskju, at fyrihalda okkum til eina so ræðuliga sjúku sum krabbamein er. Vit standa tá andlit til andlit við, at okkara til­ vera er skroypilig og kann enda nær sum helst. Tann góði krabba­ meinssjúklingurin Júst tankin um okkara veiku og stuttu lívsleið er helst orsøk til, at mangir útlendskir og føroyskir miðlar ferð eftir ferð varpa ljós á »tann góða krabbameinssjúklingin«. Tann, sum nýtur sjúkuna til okkurt gott. Tann, sum minnist til at liva í nú'inum orsaka av sjúkuni, og tann, sum ikki letur seg ávirka sálar­liga av, at krabbamein nørist í kropp­inum. Og øll vilja vera tann góði krabba­ meins­sjúklingurin. – Men tað er jú ein følsk mynd av, hvussu sjúkan er. Tað er sjálvandi gott, um tú megnar at fáa nakað jaligt burturúr sjúkuni. Men tað er sann­iliga eisini í lagið, at tú heldur, at sjúkan er ræðulig fyri teg, sigur Kathrina. Og júst hendan einsíðuga myndin av einari sjúkralegu kann viðføra, at ein krabbameinssjúklingur, sum ikki heldur sjúkralegan er so løtt, kann fáa størri trupulleikar av støðuni. Kathrina Lindenskov Holm vís­ur á ein danskan felagsskap, sum eitur »Børn, unge og sorg«. Hesin felags­ skapur arbeiðir mest við børnum og ungum, sum eru avvarðandi hjá krabba­meinssjúklingum. Og hesin felags­skapurin hevur gjørt kann­ ingar av hvussu børn uppliva ymiskar til­gongdir til sjúkraleguna. – Har vísur tað seg, at børn hjá krabbameinssjúklingum uppliva tað ógvuliga trupult, um foreldrini ikki tosa um sjúkuna – eisini tann neiliga partin av henni. Tí tey síggja tað sum, at man ikki skal tosa um sínar trupul­ leikar, man skal bara taka sær av tí einsamallur. Samstundis vísir tað seg, at vit oftast tosa um fakta kring krabbamein, og sjáldan um lang­tíðar avleiðingar fyri sjúklingar og av­varð­ andi, sigur Kathrina. Tískil er tað fleiri ymiskir hættir, har krabbameinssjúklingar og teirra av­varðandi kunnu merkja eina isolatión, tá ið sjúkan rakar. – Tað er altíð í lagið at seta orð á tínar kenslur. Hevur tú ikki hug at tosa um sjúkuna, júst tá ið onkur spyr teg, so sig tað. Men kennir tú sjúkuna strævna og møtimikla, so er tað eisini í lagið at siga, vísur Kathrina á. – Týdningarmest er at fyrihalda seg til tann veruleikan, sum man er í. Og at tey avvarðandi ella onnur, sum seta seg í samband við ein krabba­ meins­sjúkling, rúma tí, um sjúk­ ling­urin júst í dag ikki hevur hug til vitjan, ella hug at tosa um sjúkuna, sigur Kathrina. Hugsa eisini um veðrið Samanumtikið er breiður meiriluti í hesum temanum í Sosialinum fyri, at tað er best at siga okkurt heldur enn at tiga. Men sum nevnt er hesin spurn­ingur eitt tvíeggjað svørð. Kathrina Lindenskov Holm vísur á, at ein annar partur av tí at tosa við ein krabba­meinssjúkling er, at tað er um­ráð­andi at vísa á eina tilvitan um, at ein krabbameinssjúklingur eisini hevur aðrar trupulleikar, eins og vit onnur. – Tað er ikki altíð sjúkan, sum er trupulleikin. Onkuntíð er tað veðrið, bankalánið, familjutrupulleikar ella okkurt heilt annað, sum vit onnur eisini hava, sigur Kathrina. Hon hevur upplivað í sínum starvi, at krabbameinssjúklingar kenna tað strævið, at fólk kring tey tosa ov nógv um sjúkuna, og ikki síggja menn­ iskjað handan krabbameini. – Sjálvandi skalt tú ikki ignorera, at viðkomandi hevur krabbamein. Men tú kann eisini vísa tín stuðul á annan hátt, enn júst at tosa um sjúk­ una, sigur Kathrina. Eitt nú kanst tú tosa við við­kom­ andi um lívið annars. Tú kanst fylla køliskápi við mati ella koyra børnini til venjing. Alt, sum kann lætta um dagin hjá einum krabba­meins­sjúk­ lingi, er minst líka týdningar­mikið sum tað, at seta orð á sjúkuna. – Onkuntíð hjálpir tú við at lurta. Aðrar tíðir kanst tú hjálpa við at stuðla í gerandisdegnum. Tað veldst alt um hvør støðan er, og hvat títt sam­band við sjúklingin er, sigur Kathrina. Vit ræðast sorg Krabbamein er ein sjúka, sum rakar okkum meint. Men tað eru so nógv onnur viðurskifti í okkara lívi, sum vit ikki eru harrar yvir, og sum kunnu geva okkum ólekiliga pínu. Kathrina Lindenskov er sannførd um, at vit føroyingar eru óførir til at stuðla og hjálpa, tá ið ein í okkara nær­um­hvørvið hevur mist ein av sín­um nærmastu. Men tann stuðulin varðar alt ov stutt. – Júst tá ið onkur hevur mist, so eru vit ófør at ganga inn til við­ kom­andi og at hjálpa við tí, sum vit kunnu. Men tað gongur bert ein stutt tíð, so sita tey avvarðandi eftir við einari kenslu av, at tilvitanin um teirra miss er horvin, sigur Kathrina. Tað er natúrligt, at vit menniskju fara víðari við okkara lívið, og gloyma at vera eins tilvitað um, at onkur vit kenna situr við stórari sorg. – Gerandisdagurin tekur yvir­hond, og vit vera upptikin av okkara egna lívi og okkara egnu trupulleikum, vísur Kathrina á. Men kanska er tað skilagott, at vit royna at halda fast í, at vit mugu stuðla einum, sum hevur mist, meira javnt og yvir longri tíð. – Tann, sum hevur mist, fer sjálv­ andi ikki eins skjótt víðari í sínum lívi, sum vit onnur, sigur Kathrina. Men sorg, sjúka og deyði er ein trupul biti hjá okkum øllum at svølgja. Tað finst eingin einføld upp­ skrift uppá hvussu tú skalt fyrihalda teg til teir mest truplu spurningarnir í hesi verð. Men um­sorg­an og rúmd fyri teimum sjúku og teirra avvarðandi er tað besta, sum vit kunnu geva. barbara@sosialurin.fo – Spurningurin um, hvussu ein skal uppføra mótvegis einum krabbameins­ sjúklingi, er vónleysur at svara. Tað er á mangan hátt eitt tvíeggjað svørð, og tað mest umráðandi er at hava í huga, at ein krabbameinssjúklingur eisini ein eitt vanligt menniskja, sum onkuntíð tímir at tosa um sjúkuna, men aðrar tíðir heldur vil tosa um veðrið, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur Tann, sum hevur mist, fer sjálvandi ikki eins skjótt víðari í sínum lívi, sum vit onnur«