Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 9 politikkur Vápnamentanin í Føroyum skal broytast við útbúgving Gamla siðvenjan, har tey eldru lærdu tey gomlu um vápnanýtslu, skal avloysast av skeiði til vápnaloyvir Árni gregeren S o at siga ongar reglur hava verið í Føroyum fyri, hvør kann brúka vápn og hvør sleppur at keypa vápn. 18-ára aldursmark er galdandi, men annars kunnu øll so at siga fáa hendur á vanligum høglbyrsum. Nú hevur løgmaður lagt fram uppskot um at broyta hesi viður­ skiftir. – Tað er uppá tíðina, at vit fáa gjørt nakrar broytingar, so lógin verður nútímansgjørd, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum hevur lagt uppskotið fram. Framsøgufólkini hjá flokkunum vóru eisini samd um, at neyðugt er at gera nakað við hesi viðurskifti, men tey vóru eisini samd um, at tað er eitt sindur harmuligt, at gamla siðvenjan ikki er nóg góð í okkara tíð. Skráseting Eftir galdandi lóg er tað soleiðis, at tey sum selja vápn skulu føra í bók, hvørjum vápn verða seld. Í nýggja uppskotinum fáa tey eisini álagt at boða einari skráseting frá, hvør tað er sum keypir vápn. Hvussu hetta verður gjørt og hvør tað er sum alment skrásetir vápna­ søluna, er ikki avgjørt enn. Eitt, sum eisini verður kravt eftir lógaruppskotinum, er, at tey sum keypa vápn verða skrásett við vápna­loyvinum. Við øðrum orðum: hevur tú ikki vápnaloyvi, so ber heldur ikki til at keypa vápn. Eisini tá ið privat fólk selja vápn millum sín skal hetta skrásetast. Ein annar avgerandi lutur í nýggja lógaruppskotinum er, at fyri at sleppa at keypa ella brúka vápn, so skal ein taka eitt vápnatrygdarskeið. Hetta er eitt skeið, sum bæði er teori og praksis og tekur minst átta tímar. Ikki fyrr enn prógvið er fingið til vega, ber til at søkja um vápnaprógv frá einum myndugleika, sum lands­ stýrismaðurin gevvur hesa heimild. Løgmansskrivstovan ásannar, at tað ikki liggur til stovnar undir henni at skriva loyvir út og tí er neyðgt at tosa við hini stjórarráðini, um hvør skal útskriva loyvir. Seinast spurnignurin var frammi var nevnt, at hetta kanska kann liggja undir Umhvørvisstovuni, men so er neyðugt at fáa góðkenning frá fiskimálaráðnum. Ein annar møguleiki, sum er nevnd­ur, er at hetta liggur hjá fút­ anum, men skal tað liggja har, so er neyðugt at fáa eina góðkenning frá ríkismyndugleikunum fyrst. Grundleggjandi vóru tingfólk samd um, at skráseting av vápnum er skilagott. Løgmaður segði: – Vit vita, at hendir okkurt, so eru tað okkum tað verður lagt eftir, um vit ikki syrgja fyri at lógin verður dagførd. Revsing Ein av orsøkunum til, at broyt­ing­ arnar í vápnalógini koma nú, er at tríggir tilburðir vóru í fjør, sum høvdu álvarsligan skaða við sær, tí vápn vóru misbrúkt. Revsing fyri misbrúk av vápnum er ein partur av revsilógini. Hetta verður ikki hildið at vera nóg mikið, so nú verður vápnalógin broytt, so ein eisini kann revsast hart eftir henni um ein misbrúkar vápn. Bót er fyrsta revsingin, men eftir uppskotinum kunnu álvarslig misbrúk geva tvey ára fongsul efttir vápnalóginim, men harafturat ber eisin til at revsa eftir ásetingum í revsilógini. Undir orðaskiftium søgdu fleiri tingmenn, at sjálvandi skulu broytingar til í lógini, men onkur nevndi – eins og fútin gjørdi í hoyr­ ingssvari, – at hetta bert er ein partur av tí, sum eigur at verða gjørt. Í veruleikanum eigur vápnalógin at gerast av nýggjum. Gott við broytingunum, men spell við siðvenjuni Flestu framsøgufólk tóku undir við, at broytingnar verða gjørdar í føroysku vápnalógini Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi: – Eg haldi vit noyðast at ásanna, at vápnalógin hjá okkum, helst er á sama støði, sum ferðslulógin var fyri 50 árum síðani. Tí er tað skilagott, at hon verður dagførd. Eivin Jacobsen, Sambands­flokk­urin: – Tað er í lagi, at hetta verður stamm­ að upp, men atlit skulu sjálvandi takast og tað fara vit at gera undir nevndarviðgerðini. Harmiligt, at tað ikki er nóg mikið, at vápnahandfaring ikki longur bert kann lærast frá ættarliði til ættarlið, men tíðir broytast. Elsebeth M. Gunnleygs­ dóttur, Fólkaflokkurin: – Ætlanin við uppskotinum er  fyrst og fremst at trygdin verður í lagi. Átta tímar undirvísing eigur at tryggja teir grundleggjandi før­leikarnar. Persónliga haldi eg tað er gott, at ein fær eitt skeið í, hvussu vápn skulu handfarast. Henrik Old, Javnaðarflokkurin: – Bara tað, at lógin er løgd fram er eitt stórt framstig, tí leingi hevur verið bíðað eftir lógini. Vit hava sæð, at ferðast hevur verið kring landið við skeiðum at drepa grind. Tað er eitt gott dømi um, at alt broytist. Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin: – Eg haldi ikki, at alt er skilagott í hesum uppskotinum og kann bara boða frá, at hesum fari eg ikki at taka undir við. Kaj Leo Holm Johannensen, løgmaður, hevur lagt fram uppskotið um broytingarnar í vápnalógini Nú skal koyrikort til at sleppa at keypa og brúka eina vanliga høglbyrsu