hósdagur 26. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
10
føroyska málið
Gandkend mál
kynstur á Móður
málsdegnum
Hóast Móðurmálsdagurin er á føðingardegi V.U. Hammershaimbs,
faðirinum at føroysku stavsetingini, livir føroyska máli eisini fyri tey,
ið ikki eru før at lesa stavsetingina. Sjóndepilin greiddi frá framúr tal
gildum loysnum fyri blind, sjón- og lesiveik á Móðurmálsdegnum
Mortan Østerø
H
ey, eg eiti Hanus! ljóðar
klokkureint úr hátalar
anum, hóast einki orð
kemur út um varrarnar
á Karin Kass, leiðara á Sjóndepilinum.
Eyðkenda strikan á teldutøkum
skriviforritum blinkar framan fyri
tekstin, sum lýsir dagførdu føroysku
teldutaluna á stórskíggja í Norður
landahúsinum. Hesin hevur pen
sjónerað Sjúrð, gamla teldutalaran,
og eitur nýggi teldutalarin Hanus.
Gamli teldutalarin átti navnið eftir
»pápa sínum« og KT-mennaranum,
Sjúrði Gullbein.
– Eg fari matematiskt til verka
við upplestrinum, og mær dámar
reglusemi. Av tí sama dámar mær
einki serligt føroyska málið við sínum
óreglusemi, heldur Hanus áfram, og
áhoyrararnir í Skálanum í Norður
landahúsinum eru bæði bergtiknir av
nátúrliga ljóðinum, samstundis sum
teir at flenna at maskinuni, ið ljóðar
júst sum ein føroyskur maður, men
ikki er førur at hugsa útum óreglu
semi.
Byrjaði í 1999
Verkætlanin at veita sjón- og lesiveik
um betri umstøður at ferðast í talgilda
heiminum er púra greitt borin fram
av einari sterkari idealismu. Tey hava
verið ógvuliga fá fólk um at avrika
eitt megnararbeiði, hóast vánalig
líkindi.
– Arbeiðið við føroyskari teldutalu
byrjaði í 1999, og síðani hevur gingið
stútt framá. Fimm ár eftir, at verk
ætlanin fór av bakkastokki, varð
Sjúrður til reiðar at taka í nýtslu í
2005, sigur Karin Kass, leiðari á Sjón
depilinum.
Sjón- og lesiveikir føroyingar hava
tó ikki altíð verið teldutalu fyriuttan.
Av fyrstan tíð varð týsk tala sett at
lesa føroyskan tekst. Sum teldutalan
varð ment á ymsu málunum, ið stig
víst mintu meir um føroyskt, royndu
norsk og íslendsk teldutala seg eisini
at føroyskum upplestri.
– Vit hugsaðu sum so, at við ís
lendskum varð komið serstakliga
tætt upp á føroyskt, og vit settu
okkum í samband við íslendska KT-
mennaran, Petur Helgason at vita um
ikki varð gjørligt við einari føroyskari
tillaging av íslendska upplestrinum,
sigur Karin Kass.
Íslendingar góvu íblástur
Íslendingurin kom til Føroya, setti seg
við borði og lurtaði meðan Karin Kass
eldhugað greiddi frá, hvussu hon
ætlaði, at fáa íslendskt-føroyskan
upplestur. Eftir at Karin hevði tosað
í longri tíð, og Petur hevði eina betri
hugmynd av hvussu føroyskt ljóðaði,
blundaði hann brádliga og legði høvdi
afturá. Karin steðgaði við at tosa, og
Petur fóru undir at harka, snýsa,
snorka og fýsa.
– Hann gjørdi greitt, at soleiðis fór
tað at ljóða, um íslendska talan skuldi
tillagast føroyskum. Har var einki
annað at gera, enn at fara undir eina
reina føroyska loysn. Vit fóru undir
føroysku loysnina, og nøkur ár seinni
varð føroyskt heimsins minsta teldu
tala, sigur hon.
Síðani upprunaligu teldutaluna, er
nógv tøknilig menning farin fram, og
stórtsæð alt, sum ein telda megnaði í
2005, ber nú til at gera á einari snild
fon. At Sjóndepilin hevur drigið
Hanus og Honnu við í snildfonirnar,
fingu áhoyrarnir gjørt greitt í Skála
num í Norðurlandahúsinum. Maður
Karin Kass, Leif Abrahamsen, trein
fram á pallin.
Púra ørt
– Eg helt Karin verða púra øra. Tað
var hol í høvdi at fara undir eina
so drúgva verkætlan – uttan nakra
fígging. Eg má siga sum er, eg trúði
yvirhøvur ikki upp á verkætlanina.
Men nú standi eg her, verkætlanin er
vorðið eitt ómetalig flott produkt, og
eg kann gera hetta:
Skíggin á telefonini hjá Leif
Abrahamsen verður varpaður upp
á stórskíggjan, og hann tekur fatur í
eina føroyska bók.
– Hyggið nú, sigur hann errin á
málinum, meðan áhoyrarnir halda
ondini.
Við myndatólinum á snildfonini
hjá sær tekur hann mynd av einari
blaðsíðu mitt í føroysku bókini.
Myndin er tikin umvegis appina
»TextGrabber«, ið skipar myndina
soleiðis, at hon verður reiður tekstur.
Eitt, tvey og trý, so ber til hjá Hanusi
teldutalara at lesa tekstin, sum fyri
løtu síðani einans var tøkur fyri tey
lesisterku.
Fólkini í salinum tykjast ikki long
ur verða á Móðurmálsdegi, men sita
sum hugdu tey at gandakynstri. Tá
ið gandurin leggur seg nakað, bresta
áhoyrararnar lógvarnar saman og
fagna stóru frambrotunum og tí
ótroyttiliga arbeiðinum, sum fólkini
handan Hanus og Honnu hava lagt
fyri.
Hóast Móðurmálsdagurin verður
hildin á føðingardegi V.U. Hammers
haimbs, faðirinum at føroysku stav
setingini, var tað verkætlanin til
frama fyri tey, ið ikki hava atgongd
til skriftmáli, ið bergtók. Søgan er
hin sama – tað er móti øllum sann
líkindum, at eitt pinkumál fær slík
gróðrarlíkindi.
»Har var einki
annað at gera,
enn at fara
undir eina reina
føroyska loysn«
Røddir: Hanus & Hanna
KT-mennari: Sjúrður Gullbein
Føroysk teldutala
1999 Grunnur stovnaður
2005 Føroysk teldutala er tøk
2011 Varð farið undir at dagføra taluna
2013 Dagførd teldutala, mannfólka- og konufólkaraddir
2015 Móðurmálsdagur: framløga við ótali av talgildum møguleikum
Appir
Voice Dream Reader – bjóðar føroyskan lestur av allari skrift.
TextGrabber – Ger mynd av teksti til reiðan tekst.
Við báðum, ber til at taka mynd av einum og hvørjum føroyskum teksti,
og toga tekstin á Voice Dream Reader, har teksturin verður lisin á
føroyskum.
Visti tú?
V.U. Hammershaimb
hevði verðið 196 ár
á Móðurmáls-
degnum
Mynd: Álvur Haraldsen