Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 11 Savnið  Útkomið tilfar frá 1877-1999  17 tíðindabløð  22 tíðarrit  Dimmalætting elsta blað í savninum (1877)  Ber til at skriva øll hugsandi orð og nøvn í leitiskipanina Tíðarlinja  2013 Sjøtul settur á verkætlanina  2014 Avtala gjørd við Statsbiblioteket í Århus  2015 Mikrofilmar av prentaðum tíðindatilfari talgilt og tøkt á netinum Miðlahúsið  Í leitiskipanini hjá in.fo eru fleiri enn 300.000 greinar  Á sos.fo er talgildi Sosialurin tøkur aftur til oktober 2008  Harumframt eru bløðini frá 1927-2000 tøk á tidarrit.fo Mortan Østerø M ikudagin varð Bjørn Kalsø, Menta­ m á l a r á ð ­h a r r i , tann fyrsti at leita millum tey 17 bløðini og 22 før­ oysku tíðarritini – dagfest heilt aftur til 1877 – ið nú eru tøk á net­ inum. Fyrsta framsíðan, ið varð leitað fram, var tá ið Dimma­lætt­ ing fylti 100 ár. – Hetta er bara byrjanin, og enn er eitt sindur á mál, segði Erhard Jacobsen, leiðari á Føroya Lands­bókasavninum. Tað var í sambandi við Móður­málsdagin á føðingar­ degi V.U. Hammershaimbs, at almenn­ing­urin fekk at­ gongd til drúgvu tal­gilding­ ina. Undirheitið fyri Móður­ máls­dagin í ár, var »Føroyskt og talgildi heimurin« og tað var ikki spart upp á krúti við fyrstu fram­ løguni á sjálvum degnum. Uttan iva eitt týdningarmikið fram­ brot innan føroyskt mál, tilfar og søgu – enntá fólkaræði – at øll nú ómakaleyst kunnu leita fram skrivað tilfar um søguligar í hend­ ingar í Føroyum. Nógv fólk úr øll­ um aldursbólkum vóru eisini møtt til høvi. Somikið nógv, at hølini á Lands­bókasavninum vóru kjokk­ full, og eitt sindur av fólkini mátti standa í gongini og bíða. Tað var helst eisini ein óvand støða hjá Erhardi Jacobsen í hesum talgildu tíð­unum, at somikið nógv fólk vóru á gátt hjá honum. – Ein segði við meg, »hygg væl eftir øllum hesum andlitunum, ið eru komin á Landsbókasavnið í dag, tí tú fert ongantíð at síggja tey aftur«, segði Erhard skemtandi við tey nærum hálvtannaðhundrað møttu fólki. Túsundatals síður á 10 harðdiskum Eftir Móðurmálsdagin í 2012, hevði nevniliga verði havt á mál­ið, at fáa føroyska blaðtilfarið tal­gilt, soleiðis at ein og hvør ómaks­ leyst kundi kaga aftur í før­oyska blaðssøgu. Í 2013 varð síð­ani farið undir verkætlanina at talgilda tilfari við Erlingi Kjærbo, verk­ ætlanar­leiðara, á odda. – Alt tað rúgvumikla føroyska blaðtilfarið frá 1877 liggur nú á tíggju harðdiskum, og í dag - 25. mars er alt frítt atkomiligt á tidarrit.fo. Leitiskipanin er ógvu­liga neyv, og tá ið eg eitt nú skrivaði navnið á ommu míni í leiti­skipanina, kom eitt ótal av úrs­ litum um teir mongu basarar­nar, sum hon hevur lýst í bløð­unum, sigur Erling. Tað var í mai 2014, at Stats­ biblio­teket í Århus og Lands­ bóka­savnið skrivaðu undir sátt­ mála, har Statsbiblioteket, ið hevur mikrofilmar av bløðunum á goymslu, átók sær at standa fyri skann­ingini av filmunum. Hesir vórðu sendir til Týsklands, har skann­aða tilfarið varð endaliga tal­gilt og longu eitt ár seinni er til­fari tøkt fyri almenninginum. Alt tað skannaða tilfarið er síð­an lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita almenna atgongd til bløð­ ini umvegis netið. Í nýggja blað­ savn­inum eru 17 bløð - frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877, umframt øll tey størru dag- og serbløðini, ið eru komin út áðrenn ár 2000. Umframt tíðindabløðini, verð­ur eisini atgongd til 22 før­oysk tíðarrit, sum áður hava verið tøk í savninum »tidarrit.fo«, ið somu­ leiðis er heitið á nýggja blað­portal­ inum. Mest umfatandi og drúgva talgildingin av skrivligum føroyskum tilfari varð alment tikin í nýtslu á Móðurmálsdegnum mikudagin Túsundatals síður á 10 harðdiskar Hans Mortensen fekk móðurmáls­ virðislønina Forbókstavirnir hjá Hammershaimb umboða nøvnini »Venceslaus« og »Ulricus« Bjørn Kalsø og Erhard Jacobsen: Fyrsta almenna leitingin í talgilda blaðsavninum. Fyrsti Sosialurin – frá 1927 – er tøkur í blaðsavninum. Móðurmálsdagurin, sum í Føroyum verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs 25. mars, endaði við, at Bjørn Kalsø, menta­ mála­ráðharri, handaði móðurmálsvirðislønina 2015, sum hesaferð varð latin Hans Mortensen, stovnara av SMS Eirikur Lindenskov Á samkomu í barna­heimi V. U. Hammers­haimbs endaði móður­máls­dag­ urin við, at Bjørn Kalsø, lands­stýris­maður í mentamálum handaði móðurmálsvirðislønina upp á 25.000 krónur til Hans Mortensen, stovn­ara av SMS, fyri hansara virk­ semi, føroyskum handilsmái at frama.   Grundgevingin varð soljóðandi: »Við sínum greiða málpolitikki í lýs­ ingum og øðrum handilsligum tekst­ um hevur Hans Mortensen slóðað fyri einum framúr góðum máli í nú­ tímans føroyska handilsyrkinum. Eitt livandi lætt mál, sum hevur sett síni spor víða um í samfelagnum. Heilt frá stovnanini av SMS í 1977 hevur Hans Mortensen lurtað eftir, lagað og snøggað føroyska handils­ málið, soleiðis at tað í dag er eitt mál, vit øll við virðing hava tikið til okkara. Orðingar í lýsingatekstum og handilsheitum hava verið soleiðis, at hugburðurin tykist hava verið, at her eru tað vit øll, sum bæði keypa og selja. Við útgávum av SMS-blaðnum og øðr­um lýsingabløðum hevur Hans Mortensen, langt áðrenn hetta var ásett við lóg, átt sín stóra leiklut í, at eitt før­oyskt handilsmál hevur ment seg og hildið kósina. Nevnast   kunnu eitt nú heitini á nøkrum handlum, sum virka ella hava virkað undir sama taki á Trappu­trøðni: Bakarin Bindibúðin Bókaløðan Bókasølan Daddan Dáin Elding Feðgar Fípan Flykran Fotobúðin Fríðkan Gellan Gongin blómur Griffilin Heilsa Hornið Í Skotinum Ítróttur  Klávus Klivin Klokkan Látrið Leikan Litbrá Miklagarður Perlan Rit & Rák Rumbul Skálkur Skó­smiðjan Slaktarin & Krásadeildin Stakk­ smiðjan og 3-arin. Fyri henda ósjálvsøkna, men mið­vísa málpolitikkin, vilja vit í dag heiðra Hans Mortensen við Móður­ máls­virðislønini 2015.« Hetta var seinasta tiltak á móður­ málsdegnum, sum byrjaði við fram­ løgum og fyrilestrum á Lands­bóka­ savn­inum í morgun og helt fram í Norður­landahúsinum seinrapartin. Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepulin ein fastan dag, móðurmálsdagin, sum er føðingardagur Hammershaimbs. Tað eru Nám, Mentamálaráðið, Sosial­urin, Kringvarp Føroya, Mál­ ráðið, Føroyamálsdeildin, Norður­ landa­húsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærara­felags og Landsbókasavnið, ið hava skipað fyri móðurmálsdegnum. Myndir: Álvur Haraldsen