hósdagur 26. mars 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
12
kjak
klumman
Eilen
Anthoniussen
At skriva ella
ikki at skriva
H
etta tykist vera spurningurin, ið varð
settur uppá spíssin í samband við eina
skrivikapping fyri 9. floksnæmingar.
Áhugin var so lítil millum føroyska
ungdómin, at tá evstamarkið var farið, vóru bert
tveir tekstir innlatnir til kappingina. Fyrireikararnir
valdu at avlýsa kappingina og rópa neyðarróp.
Onkursvegna varð vánaliga undirtøkan í rithøv
undakappingini tulkað sum, at hetta serliga fólka
slagið av rithøvundaspírum stendur í fríum falli.
At føroyskur ungdómur ikki hevur áhuga fyri at
skriva, vóru ymiskar meiningar um. Á andlitsbókini
tók drúgt kjak seg upp um hesa katastrofalu
støðu. Pedagogar, foreldur, rithøvundar, lærarar
og ganska gemenir kjakarar vóru skjótir at koma
við frágreiðingum uppá trupulleikan, og um hvør
eigur ábyrgdina fyri hesi vanlukkuligu støðu. Er tað
skúlin? Er tað heimið?
Eitt av teimum mest beinraknu boðunum var, at
kanska var vinningurin ikki beinleiðis tað feitasta
fyri ein næming í 9. flokki: Eitt uppihald á eini
svenskari oyggj. Come on! Royn við eini iphone 6, so
skal pípan nokk fáa eitt annað ljóð!
At tað var galið við sjálvari marknaðarføringini
av kappingini, kundi redaktørurin á tíðarritinum
Outsider Magazin taka undir við. Hann vísti á, at í
sms-yrkinga-kappingini hjá Outsider fyri nøkrum
árum síðani, komu ikki færri enn 168 yrkingar inn.
Og vinningurin var: ein fartelefon.
So hugflognum og skapanarevninum feilar einki.
So langt so gott.
Nógv klók høvd komu við sínum boði um, hvør
orsøkin mundi vera til skilið. Serliga var tað málsliga
purisman í Føroyum, ið stóð fyri skotum. Hendan
æviga togtoganin um, hvør rætta tilgongdin er, og
hvussu elitert og ekskluderandi føroyska málið er,
at ein miðalhampa høvundur við ov nógvum ð- og
komma-feilum onki hevur at gera í føroyskum.
Men svarið kom frá eini 16-ára gamlari gentu, ið
einsamøll umboðaði galdandi aldursbólk. Sambær
henni var onki var at briksla lærarunum ella skúl
unum. Í staðin skal frágreiðingin finnast í tí veru
leika, at føroyskur ungdómur í dag als ikki lesur.
Hon kendi seg einsamalla við sínum tjúkku bókum,
og hennara vinfólk undraðu seg yvir hennara løgna
frítíðarítrív og spurdu, um hon yvirhøvur hevði eitt
lív. Fleiri av hennara vinfólkum høvdu ongantíð
lænt eina bók á bókasavninum. Hennara einfalda
frágreiðing var, at tá áhugin fyri at lesa er so nær
ikki-eksisterandi, kann heldur onki grundarlag vera
fyri at fortelja og harvið skriva søgur.
Bumm!
So tann veruligi spurningurin vit skulu seta okk
um er: at lesa ella ikki at lesa. Og møguliga tveita eina
lýsing á instagram og heita á fólk um at snapchatta
sínar tekstir inn.
Meiningar og kjak
Minningarorð um
Onnu V. Ellingsgaard
Anna er farin. Brádliga. Alt ov
tíðliga. Bert 48 ára gomul.
Sjálvandi vistu vit, at Anna
var sjúk. Álvarsliga sjúk. Men
hon hevði vunnið á herviliga
krabbanum eina ferð áður,
so vit biltu okkum inn ella
vónaðu í hvussu er, at hetta
sterka og treiska kvinnumenn
iskja skuldi vinna á herviligu
sjúkuni eina ferð enn. Men
hesa ferð tapti hon.
Í tvey ár bardist hon.
Onkuntíð hevði Anna tamar
hald á sjúkuni og kom til
arbeiðis hjá okkum í Kring
varpinum. Aðrar tíðir mátti
hon geva eftir fyri sjúkuni. Men
altíð við vónini um at koma
sterkt aftur, og altíð við einum
fóti innanfyri hjá okkum í
Kringvarpinum. Tí óansæð
hvussu illa stóð til hjá Onnu,
so hevði hon altíð viðmerk
ingar til tíðindaflutningin í
Kringvarpinum. Bæði posi
tivar og negativar, men altíð
erligar. Tí soleiðis var Anna.
Øll sum eru so heppin
at hava havt Onnu í sínum
lívi vita, at hon var eitt fjálgt
og sosialt menniskja. Hon
hjúklaði um sína familju og
vinfólk. Og sanniliga eisini um
sínar starvsfelagar. Onkuntíð
kom hon við lekrum køkum, tí
nú skuldi ein nýggj uppskrift
roynast ella hon hevði havt
bindiklubban á vitjan kvøldið
fyri og hevði gjørt so mikið av
søtum, at avlop eisini var til
okkum á deildini. Aðrar tíðir
kom hon við tí lekrasta turra
trolarafiskinum, sum hon
hevði fingið frá sjeikinum,
Willa.
Onnu dámdi eisini væl ein
semi og frið. Hon hevði ikki
børn og fylgdi tí ikki klokkuni
líka neyvt sum vit onnur.
Hon var ofta uppi, meðan
vit onnur svóvu. Onkuntíð
sum náttarravnur, aðrar tíðir
sum morgunmenniskja. Hon
tonkti og arbeiddi so væl, tá
friður valdaði. Tað var tí slett
ikki óvanligt at fáa teldupostar
frá Onnu tey mest ókristiligu
tíðspunktini á døgninum, tí nú
hevði Anna eitt hugskot ella
eina meining um eitthvørt,
sum hon vildi deila við okkum
onnur. Eg lærdi meg skjótt at
gera telefonina ljóðleysa um
náttina, tí tað skortaði ikki við
íkasti frá Onnu. Altíð nærløgd
og umhugsin, tí soleiðis var
Anna.
Hendan vituga kvinnan
kom í Kringvarpið at arbeiða
í 2010. Áðrenn hevði hon verið
journalistur á Sosialinum.
Upprunaliga útbúgvin cand.
mag í enskum og donskum,
men hennara alskur til jour
nalistikkin gjørdi, at hon
eisini nam sær útbúgving
sum journalistur. Hon hevur
seinastu árini starvast sum
journalistur og sum lærari í
miðlavísindi á Setrinum og
sum lærari í Hoydølum og
á Kambsdali. Soleiðis hevur
Anna givið sína vitan og
menniskjaliga tilvit víðari til
spírandi ungu heilarnar í Før
oyum. Soleiðis var Anna. Eitt
gávumilt menniskja.
Besta Anna, takk fyri alt tað
tú leggur eftir tær.
Góðu Hjørleif, Wille, Janus
og Heðin við familjum. Okkara
tankar eru hjá tykkum í hesu
sváru tíð.
Hvíl í friði.
Liljan Weihe
Kringvarp Føroya
Góða Anna, í gjár bórust tungu
boðini um, at tú ikki longur ert
ímillum okkum. Nú orkaði tú
ikki meira at berjast ímóti
herviligu sjúkuni, sum í langa
tíð hevur plágað teg.
Góða Anna, vit fara at
sakna teg. Tú vart nærløgd
í øllum tí, sum tú fekst við.
Tað verið seg líkamikið, um tú
skuldi gera eitt kritiskt innslag,
skriva eitt portrett, baka eina
kaku, binda eitt nýtt plagg,
undivísa... Tú gjørdi onki hálvt.
Góða Anna, tú elskaði jour
nalistikkin. Tað var tað, sum
tú hevði valt og ongin ivi var
um, at tú valdi rætt. Skørp og
gløgg. Bersøgin og nærløgd.
Hjá tær vóru ongir leysir end
ar. Tú gekst høgt uppí tey
journalistisku virðini. Millum
annað kom tað til sjóndar
í eini av av teimum mongu
sendingunum, sum tú stóð
fyri, Pressan. Kritisk viðgerð
av fjølmiðlunum. Tú vart ikki
bangin fyri at berjast fyri tí,
sum tú visti var rætt. Sjálvt
um tað ikki altíð var væl um
tókt. Hendan eginleikan sóu
vit aftur eisini í okkara felag,
Føroysk Miðlafólk, har tú
vart forkvinna í nógv ár. Fak
felagskempa.Tú fanst teg ikki
í nøkrum, vart bersøgin og tú
segði frá. Ikki bara fyri at gera
tað, men sum altíð væl fyri
reikað, væl undirbygt og væl
skikkað.
Góða Anna, tú elskaði at
undirvísa. Tað gjørdi tú heilt
frá ungum árum, men legði
tað á hillina aftur í eina tíð.
Men seinastu tíðina hevði
tú veruliga endurfunnið
hesa dygdina aftur, og fekst
tú samantvinnað alskin til
journalistikk og undirvísing
á Setrinum, har tú undirvísti
í miðlavísind. Tú hevur ríkað
nógv lesandi, bæði á miðnámi
og á Setrinum, við tínum hegni
fyri undirvísing.
Góða Anna, tú vart ein
lívsnjótari. Tú elskaði lívið og
alt tað, tað hevði at bjóða. Alt
frá teimum smáu tingunum,
sum ein góðan kaffimunn til
tær heilt stóru gourmet-mál
tíðirnar. Alskin til bókmentir
og mentan hevði tú við tær í
øllum, tú fekst við.
Góða Anna, tú elskaði
familjuna og vinirnar. Tað
vistu vit øll. Willa, foreldur,
systkin, bróðurbørnini, sum
tú so mangan prátaði um og
vart so errin av. Og nú seinastu
tíðina eisini fittu diddurnar,
Lanu og Silju, sum tú vart
abbasystir til. Tú vart so góð
við tey øll og altíð klár at taka
eina hond í, tá á stóð.
Góða Anna, við tær hava vit,
alt ov tíðliga, mist eitt vitugt og
ómetaliga gløgt menniskja. Eitt
skarpt journalistiskt vit. Ein
starvsfelaga og eina vinkonu.
Eina trúfasta, stuttliga, erliga,
lívsglaða vinkonu.
Góða Anna, takk fyri alt.
Hvíl í friði.
Ingrid Bjarnastein,
forkvinna
Føroysk Miðlafólk
Minningarorð um
Onnu Vágsheyg Ellingsgaard
25.11.1966-24.03.2015