Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. mars 2015 sosialurin 36 13 tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. T að er gott at dáma, sprota og flyta pening. Jú, tað er gott at duga at brúka teldur, teldlar og fartelefonir, men uppaftur betri er at duga at stýra kunningartøknini. At forrita. At menna nýggjar loysnir. At skapa nýggjar vinnuvegir. At gera samfelagið fimari, smidligari og betri. KT-vinnan í Føroyum ger í dag eitt megnar arbeiði við sera avmarkaðum tilfeingi. Skipanir verða mentar. Teld­ur og net verða sett upp og við­ líkahildin. Hjálp verður veitt brúk­ar­ unum. Seinastu fimti árini hevur økt nýtsla av kunningartøkni gjørt tað møguligt at skipa framleiðsluna, nýtsluna og handilin betri, og kunn­ ingartøknin hevur soleiðis økt um framleidnið og vælferðina. Tó so. Seinasta kanningin hjá KT- felagnum vísti, at roknað í størvum er einans 1% av arbeiðsstyrkini í Føroyum KT-fólk. Í grannalondunum er talið umleið 5%. Annan vegin kann sigast, at før­ oyska KT-vinnan er ótrúliga effektiv, men hinvegin gevur lága talið av KT- fólki okkum eisini eina ábending um, at føroyska samfelagið er minni talgilt, enn tað kundi verið. Ein lutfalsliga stórur partur av kunn­ ingartøkniligu virðisøkingini liggur uttanlands heldur enn í Føroyum, og vit menna og reka í alt ov lítlan mun loysnir, sum verða seldar uttanlands og brúktar í altjóða høpi. Størv, sum áttu at verið í Føroyum, liggja uttanlands. Førleikar at styrkja føroyska samfelagið somuleiðis. Uttan fólk ber ikki til hjá KT-vinn­ uni at styrkja siðbundnu vinnurnar, at gera tað almenna effektivari og vera við til at menna heilt nýggjar vørur, tænastur og vinnuvegir. KT er – so ella so – í øllum nýggjum vørum og tænastum, og skulu vit gera okkum vónir um framhaldandi at vera í fremstu røð í eitt nú sjóvinnu og aling, er neyðugt at uppstiga evn­ ini hjá okkum at gagnnýta kunn­ ingartøkni. Lyklaorðið er førleiki. Skulu vit leika, mugu vit vera før, og tað gerast vit bert við at vera við, har krøvini vera sett, har loysnirnar verða sniðgivnar, har forritini verða forritað, eftirkannað og ment víðari. Tú kanst ikki uppfinna nýggjar maskinur, um tú ongantíð sleppur fram at motorunum, og tú kanst ikki sniðgeva næsta mótaplaggið, um tú aldrin heldur stokkunum. Ofta verður havt á orði, at vit eru so fáment og at vit skulu ikki uppfinna djúpar tallerkar av nýggj­ um. Sum um forritan snýr seg um kollveltandi uppfinningar, sum verða gjørdar einaferð hvørji 5.000 ár. Veruleikin er, at nýskapan trív­ ist best í smáum eindum og kunn­ ingartøkni snýr seg um nógvar smáar betringar heldur enn stór einsamøll nýbrot. Harafturat hevur gongdin innan telduheimin seinastu tíggju-fimtan árini gjørt tað uppaftur lættari hjá smáum eindum sum teimum før­ oysku at eydnast. Tað plagdi at vera so, at tey fægstu høvdu nøktandi netsamband, at kostnaðurin av ambætarum var høgur og at øll forritan byrjaði frá botni og kravdi nógva orku. Í dag ganga øll við hvør sínum teldli í lummanum, til ber at leiga ambætarar fyri næstan einki á netinum og við objekt-orienteraðari menning kunnu forritarar skjótt og effektivt koma til brúkiligar loysnir, millum annað við at endurnýta bitar og heilar skipanir, sum onn­ ur framman undan hava gjørt. Lyklaorðini millum KT-frøðingar er fimleiki og endurnýtsla. Verðin sær øðrvísi út í dag enn fyri tíggju árum síðani, og tíðin er komin hjá føroyingum og føroysku KT-vinnuni at gagnnýta hetta. Lutfalsliga lítla støddin á Føroyum er í veruleikanum ein fyrimunur. Vit eru fim, flytfør og margkunnug. Júst tað, sum tørvur er á. Broytingar her og nú Nøkur átøk eiga at vera gjørd beinan vegin. Fyri tað fyrsta eiga vit at útbúgva fleiri KT-fólk í Føroyum. Bæði KT- verkfrøðingar og onnur, sum kunnu skapa. Kodarar, listafólk og leiðarar. Tað er av alstórum týdningi, at fólk útbúgva seg í samfelagnum og saman við fyritøkunum og stovnunum á staðnum, tí einans soleiðis fæst fult gagn av unga villskapinum. Vit skulu ikki forða fólki at fara uttanlands, men fyri hvønn, sum fer avstað, eiga vit at bjóða minst einum útlendingi vælkomnum higar at útbúgva seg og at brúka síni bestu ár her. Fyri tað næsta, eiga vit at gera íløgur í nógvar smáar KT-verk­ætl­ anir, sum betra um almennar tæn­ astur og minka um kostnaðin av tí almenna. Tíðin er farin frá stórum altumfevnandi loysnum, sum aldrin verða lidnar, kosta meiri enn ætlað og ikki nøkta tørvin. Í dag er smátt gott. Í hesum sambandi verður úrslitið av verkætlanini »Talgilding Landsins« vónandi ein kunningartøkniligur bygnaður, sum er miðspjaddur held­ ur enn miðsavnaður. Eitt landslag við smærri samansjóðaðum loysnum, sum gagnnýta ymiskleikan bæði hjá stovnum og KT-fyritøkum. Fyri tað triðja, eiga vit at krevja, at allar KT-verkætlanir, sum verða goldnar av føroyska skatt­gjald­ aranum, í høvuðsheitum skulu menn­ast og rekast í Føroyum. Út­ lendsk­ar fyritøkur kunnu eisini vera við, men tað eigur at vera gjøgnum starvs­fólk í Føroyum, so førleikarnir verða mentir her. Eins og fiskurin skal upp á land í Føroyum, oljuvirksemið um før­ oysk­an keikant, er alneyðugt at menningin og raksturin av før­oysk­ um KT-loysnum er í Føroyum. Einans soleiðis tryggja vit okkum førleikarnar til framtíðina. Verðin sær øðrvísi út í dag enn fyri tíggju árum síðani, og tíðin er komin hjá føroyingum og føroysku KT-vinnuni at gagnnýta hetta. Lutfalsliga lítla støddin á Føroyum er í veruleikanum ein fyrimunur. Vit eru fim, flytfør og margkunnug. Júst tað, sum tørvur er á Nemmari er ikki altíð betur – nakrar hugsanir um føroyska KT-vinnu Ólavur Ellefsen Tøkni Sp/F