hósdagur 26. mars 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
Óli Jacobsen
Hans A. Djurhuus
yrkti í tímanum
Tað var í tímanum hjá Øssur, at Hans Andreas yrkti sangin »Í góðum veðri hann dyrgdi«.
Tó var sangurin broyttur eitt sindur aftaná. Men fyrst greiðir Øssur frá um hoygging
Øssur Debes 5. partur
V
it byrjaðu at hoyggja eina viku eftir
Ólavsøku. Nógv var at hoyggja. Var
terrin vánaligur, var ofta hoyggj
að út móti oktober mánað. Um
hoyggjhúsið gjørdist fult, varð des sett uttan
fyri hoyggjhúsið.
Fyrst eg minnist, plagdi Petur í Hoyvík og
Cristian farbróður at hjálpa pápa at sláa. Mær
dámdi væl at sláa, so seinri slógu Niels, beiggi
mín, og eg. Pápi hvesti, hann dugdi sera væl at
brýna líggjan, so tað var eitt spæl at sláa. Tað
hvein í fyri hvønn sveip.
So bleiv rist. Tá ið avsett var, bleiv klúkað,
og eina løtu seinni var klúkurin vendur. Móti
kvøldi bleiv nulvað. Morgunin eftir vóru
nulvingarnir ristir út, so varð aftur klúkað og
vent. Um kvøldið varð gjørt upp í sátubørn.
Morgunin eftir vóru sátubørnini rist út.
Seinnapartin var hoyggið koyrt inn.
Hetta var tó alt eftir, hvussu terrin var. Nú
er henda gamla hoyggingin við at fara í søguna.
Um vetrarnar, tá ið neytini og veðragjólingur
stóðu inni, mátti farast á trøðna eftir hoyggi. Eg
plagdi at fara eftir hoyggi og hevði hoyposa við.
Farið var yvir eftir traðunum, myrkt var og ofta
vánaligt veður. At koma oman í hoyggjhúsið
og hoyra brimið og onnur ljóð úr fjøruni var
huldisligt, so eg skundaði mær inn og læt
hurðina aftur.
Tað var tungt at draga uppí ein hoysekk,
sum varð stappaður so fast tað bar til. Við hvørt
hevði eg tveir sekkir, tá hevði eg fetil við. Fetilin
var lagdur um báðar sekkirnar, borið varð við
fetilin um pannuna. Alt hetta dámdi mær væl
at fáast við.
Býtið av fjalllombum
Pápi var fjallmaður í Hoyvík, á Húsum, hjá
Poul Müller, og í Norðradali. Um várarnar var
lønin ull. Tá ið ullin skuldi nappast, var hon
løgd upp á loftið undir takvindeygað. Vit sótu
øll á gólvinum og nappaðu. At nappa er at hála
broddin av. Hetta var tungt arbeiði, so man var
eymur um fingrarnar.
Tá ið ullin var nappað, varð hon vaskað og
send á spinnaríið, sum lá við Sandá. Edvard
Samuelsen í Horni átti spinnaríð. Hann búði
niðast í Tvørgøtu, har bóru vit ullina og fingu
hana aftur sum tógv.
Tá ið pápi var á fjalli, plagdi eg at vera á
rættini, tá ið teir komu við gonguni. Onkuntíð
slapp eg við at reka. Á Húsum var rættin undir
Krákugjógv. Bóndahúsini vóru á Húsabrúgv,
har parkeringsøkið er í dag. Eg havi verið við at
reka haftseyð frá rættuni oman á Húsabrúgv.
Annað frambeinið á lombunum verður bundið
upp, so tey ikki kundu sleppa til rýmingar.
Lønin um heystið var eitt fjalllamb, í Hoyvík
tvey lomb. Tey størstu veðurlombini vóru vald
til fjalllomb.
Fjalllombini vórðu niðurbundin og løgd í
túnið. Býtt var ímillum fjallmenninar á tann
hátt, at teir lótu hvør sín lut til hann, ið býta
skuldi. Hetta kundi til dømis vera ein felli
knívur. Hesin blandaði so lutirnar saman og
legði ein lut á hvørt fjalllamb. So tók hann lutin
upp av hvørjum lambi og rópti, hvør átti tann
lutin. Eigarin fekk tað lambið.
Torv
Vit høvdu torvheiðar inni í Bu, eisini kallað
Kettuurðin, ovarlaga, har Villingardalsvegur nú
er. Torvtíðin byrjaði um várið. Man hevði eitt
»mópot«, sum varð ein sneis, sum var potað í
vøllin fyri at finna, hvar mógvur var. Tað kundi
eisini fáa ein ábending um, hvussu nógv var
til. So var skorið við torvskera. Torvurnar vóru
stakkaðar við torveygað. So var borið burtur,
man legði nakrar torvur tvørtur um armarnar,
gingu so og breiddu tær út á vøllin. Síðan vóru
torvurnar vendar og so settar upp. Tríggjar
og tríggjar vóru settar upp á kant ímóti
hvørja aðrari. Tá ið turt var, varð fylt í sekkir.
Síðani vóru sekkirnir bornir við fetli oman
á Sundsvegin, á leið har handilin Mylnan er.
Jón hjá Gynnu kom við lastbili, sekkirnir vórðu
fyltir uppí og koyrdir oman til okkum. Torvið
var borið inn í kjallaran, har tað var stáplað
upp aftan fyri kjallaratrappuna og fram við
útveggin til kjallarahurðina, sum tá var fyri
endan á húsinum.
Tá farið var í torv, fóru vit fyri dagin og
høvdu mat og drekka við. Øll vóru við, mamma,
pápi, omma og vit fýra systkini. Gingið var
niðaneftir Hoyvíksvegnun, yvir á Háls á leið
har rundkoyringin er í dag, niðan eftir Sunds
vegnum. Haðani var gingið niðan undir fjallið.
Tá var eingin Villingardalsvegur.
Vit børn spældu í góðveðrinum, og vit
hjálptu eisini til. Tá ið vit settu okkum at eta
varð kynt bál, har vit sótu.
Gott skótalív
Tá ið eg var átta ár byrjaði eg sum úlvungi.
Tíggju ára gamal byrjaði eg sum gulur skóti í
Skótalið Sigmund Brestirsonar í aðru patrulju,
kallað Ternan. Skótahúsið stóð á Bakkahellu.
Gingið var nógv í haganum, ofta var farið
niðan í Varaholið. Á hvørjum ári vóru páska- og
summarlegur. Í 1941 vóru vit heima á Sandi. Vit
búðu í Losjuni, gingið var um alla oynna og vit
vóru í hvørjari bygd. Mourits Mohr av Sandi,
ið seinri var lærari hjá mær á Tekniska skúla,
kom at vísa okkum, hvar Gívrunarholið var. Í
1942 vóru vit í Vestmanna og búðu í skúlanum.
Vit gingu um Mýrarnar og fjøllini har umleið,
eisini gingu vit frá Vestmanna til Saksunar.
Í 1943 vóru vit í Fuglafirði. Vit búðu í
skúlanum, gingu um fjallið til Hellurnar og
aftur. Í 1944 vóru vit í Klaksvík, har vit búðu
í eini gamlari hermannabarakk. Gingið var
til Árnafjørð, Norðtoftir, Ánirnar, Skálatoftir,
Strond og øll fjøllini har umleið.
Eitt árið vóru vit í Suðuroy. Vit gingu frá
Tvøroyri um fjallið til Kirkjuvatn omanfyri
Fámjin. Har lógu vit í telti og gingu túrar har
umleið. Vit vóru í kirkjuni í Fámjin, har fyrsta
føroyska flaggið hongur.
Ein túr gjørdu vit frá Fámjin til Sumba við
opnum báti. Siglt var undir Sumbiarbjørgum
og Beinisvørði innanfyri drangarnar til
Sumbiar. Haðani gingu vit upp á Beinisvørð.
Renning við Tingakrossi
Tann 22. apríl í 1943 stílaði blaðið »Tímin« fyri
tingakrossrenning úr Tjørnuvík til Havnar.
Verland Johansen hevði gjørt tingakrossin, ið
var úr eik. Vit skótarnir vóru fluttir við báti,
bili ella til gongu, hagar hvør skuldi standa. Eg
rann brekkuna niðan frá Norðradalsskarði,
har eg handaði næsta skóta tingakrossin. Allir
luttakararnir fingu skjal fyri luttøkuna. Mítt
ljóðaði so:
Siðsøga
Øssur eigur allar myndirnar í hesum parti. Í hoyna. Ragnhild, mamma Øssur, ristir