hósdagur 26. mars 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
17
Komandi partur
Vegna páskirnar kemur Siðsøgan aftur um tvær vikur. Tá kemur ein støðgur í hjá Øssur.
Tað verða nakrir partar í sambandi við tvær søguligar hendingar, nevniliga 75 og 70
ára dagin fyri byrjanina og endan av okkara krígssøgu.
Øssur Debes
Luttók í tingakrossaflutninginum úr
Tjørnuvík til Havnar hin 22. apríl 1943
Renningin byrjaði kl. 11 og endaði kl. 15.45.32
Tímin
Einar Joensen Erling Isholm P. W. Háberg
Fleiri ár seinni var aftur skipað fyri Tinga
krossrenning. Tá var eg biðin um at gera
Tingakrossin. Eg gjørdi hann úr teak. Hann
hongur í skótahúsinum.
Rovarnir fingu hús og bát
Seinni gjørdist eg rovari. Vit vóru á páskalegu
á hvørjum ári. Tey fyrstu árini vóru vit Frammi
við Gjónna. Hetta var í gomlu bóndahúsunum,
skótaliðið hevði ognað sær.
Rovararnir høvdu eisini ognað sær gamla
doktarabátin »Medicus«. Vit góvu honum
navnið Brestir. Ein lærari á navigatiónsskúl
anum kom á Bakkahellu í skótahúsið at læra
okkum navigatión,
Brestir lá fyri teym í Vágsbotni. Tá farið
var Fram við Gjónna, varð siglt við bátinum
til Kollafjarðar, har var hann lagdur fyri teym.
So við bili ella til gongu fram til Gjónna. Vit
gingu fjøllini har, vóru uppi á Sneis, gingu
til Leynar at keypa mjólk. Har sat ein gamal
maður inni. Tá ið vit søgdu, at vit høvdu verið
uppi á Sneis, spurdi hann, um vit høvdu funnið
holið á toppinum. Gamalt var, at fann man
holið, gekk man ikki av árinum!
Páskadag gingu vit til Vestmanna og ótu
páskadøgurða á Hotellinum. Farið var aftur til
Havnar annan páskadag við Bresti.
Eisini vóru vit í páskalegu í Gøtudali, har
Sverri Fon lánti eini hús hjá kenda politikarum,
Øregaard. Tey lógu ovarlaga í Gøtudali. Her
búði Øregaard fyrstu árini eftir, at hann kom
til Gøtu úr Leirvík.
Vit gingu upp á Ritufjall til Leirvíkar og
fjøllini báðu megin Gøtudal. Á sunnara armi á
Gøtudali komu vit framat einum stórum holi
tvørtur ígjøgnum fjallið. Mann kundi síggja
alla Norðragøtu ígjøgnum hetta hol.
Í Realskúlan
Í 1941 byrjaði eg í Realskúlanum og gekk har
til 1945. Hetta var jú undir krígnum. Ofta var
luftalarmur. Tá fóru øll í bumbuskýlið, sum var
í kjallaranum. Vit vóru har, til tað var avblást.
Lærarar vóru yvirlærarin Christoffer Lützen,
Hans Andreas Djurhuus, Richard Long, Jákup
Kjeld, Svend Jokumsen, dani, Vigga Cohr,
sum var donsk. Nógv hildu hana vera nóg so
danska!
Jokumsen høvdu vit í fimleiki. Har lærdi eg
floglop, rigglop, lop um hest, at stemma upp
til handstøðu á bukkinum, handstøðu og at
ganga á hondunum. Luftlop verður í dag kallað
forlens salto.
Hans Andreas plagdi at yrkja í skúlanum.
Í einum tíma í føroyskum í klassanum hjá
mær, yrkti Hans Andreas »Í Nólsoyarfirði hann
dyrgdi«. Hann gekk aftur og fram og skrivaði á
talvuna, so hvørt sum hann yrkti. Vit næming
ar skrivaðu niður, so hvørt. Eg havi hesa kladdu
enn í varðveitslu.
Í endaligu útgávuni var »í Nólsoyarfirði«
broytt til »í góðum veðri.« Hetta man vera ein
av kendastu sangunum hjá Hans Andreasi.
Myrkalegging
1. september 1939 byrjaði annar veraldarbar
dagi. 9. apríl 1940 varð Danmark hersett av
Týsklandi. Tríggjar dagar seinri, 12. apríl,
vóru Føroyar hersettar av Bretlandi. Fyrsta
bretska herliðið, Royal Marines, kom á land
í Havn 13. apríl 1940. Eg var niðri á keiuni, tá
ið teir fyrstu hermenninir komu í land. Har
var nógv fólk komið oman at hyggja. Sjón
leikarahúsið og Tórshøll vóru tikin til her
menninar at búgva í og Havnar Klubbi til yvir
menninar. Teir marsjeraðu frá keiuni niðan til
Sjónleikarahúsið. Alt fólkið fór aftaná.
Kravt varð, at í Havnini og á Argjum skuldi
verða myrkalagt frá kl. 8 á kvøldi til 8 á morgni.
Vit høvdu eina krossfinerplátu, ið var sett fyri
køksvindeygað. Menn gingu og kannaðu, um
ljós sást út. Var gingið úti við lummalykt, var
bert loyvt at lýsa niður fyri føturnar. Ongar
gøtulyktir lýstu, so tað var bølamyrkt at ganga
oman í skótahúsið á Bakkahellu.
Stutt eftir vóru barakkirnar á Frúutrøð
bygdar. Eingilskmenninir kallaðu tær »Lady
Field Camp«. Bygt var í tveimum røðum frá
Bókbindaragøtu og niðan á, har parkerings
plássið er. Tann niðasta barakkin var kokka
húsið. Ovast móti vegnum var ein stór barakk
kallað »Nafi«. Har kundu teir keypa øl og
góðgætið, spæla kort og »House« (dunnuspæl).
So hoyrdu vit hann, íð vunnið hevði, rópa »Full
House«. Vit børn stóðu uttanfyri og høvdu egg
í hondini. Tá ið so onkur fór inn, róptu vit »egg
for chocolate«. Vit funnu ofta egg í reiðrum hjá
dunnum, ið vurpu burtur.
Tá ið luftalarmur var, ýldi sirenan. Tá fóru
vit øll oman í kjallaran og vóru har til avblást
var. Tað vóru ofta týsk flogfør yvir Havnini.
Skotið var eftir teimum við maskingeveri og
kanónum. Á Frúutoppinun var eitt »maskin
geverreiður« lagað upp av sandsekkjum. Tá ið
luftalarmur var, sóu vit úr køksvindeyganum
hermenninar renna niðan til reiðrið. Í miðjuni
var ein stong, har teir hektaðu geverið á, so tað
kundi snarast upp og niður og tvørturum.
Uppi á Lútzenstrøð var ein kanón og á
Vaktarshúsbrekku var ein. Fleiri vóru runt um
í Havnini. Tað var ein øgiligur larmur, tá ið alt
fór at skjóta. Hesar kanónir kallaðu teir »heavy
ak-ak«. Á Skansan kom ein stór langtberandi
kanón, mest ætlað at skjóta eftir skipum. Tá ið
vant var við henni, vóru fólk biðin um at hava
vindeyguni opin. Tað var ein øgiligur larmur,
og tað setti í húsinum hjá okkum. Sagt var, at
kanónin var av krússaranum Hood, sum seinni
varð søktur av týskarum. Kanonin stendur enn
á Skansanum.
Í Sverrisgøtu við »Glade hjørn« var ein
handil Frugthandilin. Eftir at teir sameindu
høvdu gjørt landgongd í Normandínum í 1944,
var eitt stórt europakort set í vindeygað. Har
var heftur ein reyður tráður, sum vísti, hvar
fronturin var. Eftir skúlatíð var farið har oman
at hyggja, um fronturin hevði flutt seg.
Lærarir í Realskúlanum, frá vinstru Richard Long,
Christoffur Lútsen og Hans Andreas Djurhuus.
Skótalið Sigmund Brestirson í skrúðgongu omaneftir Jónas Bronck gøtu
framvið barakkirnar á Frúutrøð.
Holið í fjallinum aftanfyri fjøllini
omanfyri Norðragøtu. Maðurin á
myndini er Torbjørn Mikkelsen.
Øssur og mamman raka.