hósdagur 26. mars 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
22
Tróndur Arge
S
unnudagin skal føroyska
landsliðið í fótbólti takast
við rumenska landsliðið
stutt uttanfyri Bukarest.
Minnini úr Rumenia eru ikki tey
bestu. Vit hava spælt móti teimum
fýra ferðir. Hvørja ferð er tað enda
við einum sigri til rumenska liðið.
Fyrsta møtið var í 1992 í Bukarest, har
okkara taptu ikki minni enn 7-0 fyri
Gheorghe Hagi og hansara harka liði.
Árið eftir kom rumenska landslið
ið á vitjan á Toftum. Ta ferðina end
aði tað við 4-0 sigri til gestirnar. Tá
verandi AC Milan framhejrin, Florin
Raducioiu, skoraði øll fýra málini.
Í HM 2010 undankappingini vóru
vit aftur í bólki við Rumenia. Hesa
ferð taptu vit 1-0 í Føroyum og 3-1 í
Rumenia. Einsamalla føroyska málið
skoraði Egil á Bø.
Fílist á rumenskar miðlar
Sorin Anghel letur ongan iva verða
um, at hann ynskir báðum londunum
væl. Hann er tó argur um, at einstakir
rumenskir journalistar ikki vísa
Føroyum og føroyskum fótbólti ta
virðing, sum hann heldur vit hava
uppiborið.
– Tað eru nakrar journalistar, sum
bara tvætla. Teir spyrja óseriøsar
spurningar og gera millum annað
grin við Fróða Benjaminsen, sum ikki
kann vera við, tí hann skal til arbeiðis.
Teir skilja ikki samanhangin, sigur
Sorin Anghel.
Spælandi venjarin hjá 1. deildar
liðnum hjá AB leggur tó skjótt afturat,
at talan er bara um nakrar ávísar
journalistar. Umframt tað, so vilja
hvørki spælarar ella landsliðsvenjarin
taka lætt upp á uppgávuna.
– Tí vóni eg eisini, at Føroyar klára
seg væl, so hesir journalistarnir fáa at
síggja, at Føroyar hava eitt gott lands
lið, sigur Sorin Anghel.
Broytingar á rumenska
landsliðnum
Landsliðsvenjarin hjá Rumenia er
Anghel Iordanescu. Hann var venj
arin, sum leiddi Rumenia gjøgnum
HM 1994 kappingina, har landið hevði
eitt tað besta endaspælið nakrantíð.
Hann var eisini venjari, tá Føroyar í
1992 og 1993 spældi móti Rumenia.
– Nógv er broytt síðani Føroyar
spældi móti Rumenia í HM 2010
undankappingini. Anghel Iordanescu
er blivin landsliðsvenjari og tað er
nógv meiri skil á, sigur Sorin Anghel.
Til hendan dystin hevur Anghel
Iordanescu úttikið 25 spælarar. Tað er
ríkiliga nógv til at vinna á Føroyum,
men venjarin vil síggja so nógvar
spælarar, sum hann kann.
– Tað er eftirhondini nøkur ár
síðani at Rumenia hevur verið til
eitt endaspæl, so tað er trýst á hjá
Anghel Iordanescu at koma víðari úr
bólkinum. Eg trúgvi ikki teir hugsa
so nógv um hvussu pent tað sær út.
Rumenia skal bara vinna, sigur Sorin
Anhgel.
Rumenia uttan
stjørnuspælaran
Eins og føroyska landsliðið, so er
rumenska landsliðið uttan onkrar
av profilunum. Føroyar er uttan Hall
Hansson(leikbann), Fróða Benjamin
sen (arbeiði), Jónas Tór Næs (skaði í
økslini), Bárð J. Hansen (mjødnin) og
Arnbjørn Hansen (fibur).
Hinvegin, so eru Rumenia uttan
Ciprian Marica, sum er stóra álops
vápið hjá Anghel Iordanescu. Hann
er skaddur.
– Ciprian Marica hevur spælt
í Týsklandi við VfB Stuttgart og
Schalke 04. Hann er stóri spælarin
í løtuni, men hann er ikki við, sigur
Sorin Anghel.
Liðskiparin hjá Rumenia, Razvan
Rat, er sera ivasamur til dystin. Hetta
hevur stóran týdning fyri liðið heldur
Sorin Anghel.
– Hann hevur nógvar royndir og
hinir spælararnir lurta eftir honum.
Tað merkist um hann ikki er við,
sigur Sorin Anghel, sum í fjør gavst
at spæla á hægsta stigi í Føroyum.
Ansi eftir Lucian
Lucian Sânmărtean. Tað er maðurin,
sum føroyska landsliðið skal steðga.
– Um eg skal geva Lars Olsen eini
góð ráð, so er tað at ansa eftir Lucian
Sânmărtean. Hann er teknist væl
fyri, skjýtur góðar deyðbóltar og er
góður til at leggja avgerandi avlever
ingarnar, sigur Sorin Anghel um 35
ára gamla miðvallaran.
Sorin leggur stóran dent á, hetta
er maðurin, sum skal okkara skulu
halda neyvt eyga við.
Væntar at Rumenia vinnur
Sorin Anghel vónar, at Føroyar koma
væl frá dystinum, men hann væntar
føroyska liðið kemur undur eitt stórt
trýst.
– Trýstið er á Rumenia, sum ætlar
ær víðari úr bólkinum. Tí vænti eg, at
teir koma at leggja Føroyar undir eitt
stórt trýst við tí fyri eyga, at vinna
bóltin langt uppi á vøllinum. Teir
leggja eisini nógv trýst á síðurnar
og koma við fleiri innleggum, greiðir
Sorin frá.
At enda, so tippar Sorin at
Rumenia vinnur.
– Eg vænti at Rumenia vinnur 2-0
ella 3-1, sigur Sorin Anghel at enda.
ítróttur
Fótbóltur Tað sigur rumenski fótbóltsspælarin, Sorin Anghel, sum hevur spælt í føroyskum
fótbólti síðani aldarskiftið. Hann fílist á vantandi virðingina, sum ávís tíðindafólk í Rumenia vísa
føroysku spælarunum, men vísir á, at bæði spælarar og venjarin ikki taka lætt upp á uppgávuna
Trýstið er á Rumenia
Costel Pantilimon
Vlad Chiricheș Florin Gardoș
Paul Papp László Sepsi
Mihai Pintilii Lucian Sânmărtean
Alexandru Maxim Cristian Tănase
Alexandru Chipciu
Claudiu Keserü
Sorin metir um uppstillingina
GK Costel Pantilimon
GK Silviu Lung Jr.
GK Cristian Bălgrădean
DF Răzvan Raț
DF Vlad Chiricheș
DF Florin Gardoș
DF Paul Papp
DF Dragoș Grigore
DF Cosmin Moți
DF László Sepsi
DF Cristian Manea
DF Bogdan Vătăjelu
MF Cristian Tănase
MF Gabriel Torje
MF Mihai Pintilii
MF Alexandru Chipciu
MF Lucian Sânmărtean
MF Adrian Popa
MF Dan Nistor
MF Andrei Prepeliță
MF Claudiu Bumba
FW Alexandru Maxim
FW Raul Rusescu
FW Claudiu Keserü
FW Florin Andone
rumenska
liðið:
Sorin Anghel
Lars ikki sett sítt lið enn
Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sigur í samrøðu við Sosialin, at hann
hevur ikki endaliga sett liðið til landsdystin móti Rumenia
Tríggjar broytingar verða frá
liðnum, sum byrjaði inni móti
Grikkalandi, tí Hallur Hansson,
Fróði Benjaminsen og Jónas Tór
Næs eru ikki við hesaferð.
– Eg kann siga so mikið sum, at
tað serliga eru tey plássini, har eg
ivist eitt sindur í hvør skal spæla.
Eg havi ikki tikið endaliga støðu
til hvør skal byrja inni, sigur Lars
Olsen.
Landsliðsvenjarin sigur somu
leiðis, at hann hevur sæð somu ting
sum Sorin Anghel, tá tað kemur til
framrættaða miðvallaran, Lucian
Sânmărtean.
– Eg hevði ein mann á staðnum
til dystin hjá Rumenia móti Norður
Írlandi. Tá var hann lyklaspælarin
og vit koma at hava eitt gott eyga á
manninum. Vit koma ikki at bein
leiðis mansvejan hann, men heldur
at hava eitt eyka gott eyga á honum,
sigur Lars Oslen, sum annars letur
væl at standinum í hópinum, hóast
fleiri mans ikki eru við hesaferð.
trondur@sosialurin.fo