hósdagur 26. mars 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
23
Farloyvisstarv
Málsviðgeri til
Sjóvinnustýrið
Spennandi farloyvisstarv sum málsviðgeri innan manning á Sjóvinnu stýr
inum er leyst at søkja fyri starvsfólk, ið fer í barnsburðarfarloyvi.
Um starvið:
Talan er um fjølbroytt og spennandi starv hjá føroyska sjóvinnu myndug
leik anum. Tú kemur í samband við nógv sjófólk og sjóvinnuna bæði
her heima og úti í heimi. Tí er umráðandi, at tú hevur góðar málsligar
førleikar í skrift og talu bæði í føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Málsviðgerðin er tengd at lógarteksti, og tí krevst at tú hevur skil og áhuga
fyri lógarteksti. Arbeiðið kann til tíðir vera sera fløkt og krevur, at tú ert
sjálvstøðug/ur, væl skipað/ur, hevur gott yvirlit, evni at halda fleiri bóltar
í luftini í senn, og ikki letur teg streingja av hesum.
Tínar uppgávur verða í høvuðsheitum:
• málsviðgerð av umsóknum um vinnubrøv
• málsviðgerð av umsóknum um loðsprógv og loðsfrítøkuskjøl
• málsviðgerð av umsóknum um viðurkenningarprógv
• viðgerð av kærum
Tó skalt tú vera smidlig/ur og tilreiðar at traðka til, um tørvur er á tí á
øðrum arbeiðsøkjum á deildini/stovninum.
Útbúgvingar- og førleikakrøv:
• Miðnámsútbúgving
• Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella samsvarandi útbúgving
• Hollar praktiskar royndir og royndir innan almenna umsiting eru ein
fyrimunir
Persónligir førleikar:
Til starvið krevst:
• góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• góðan telduførleika, hava gott hegni at seta teg inn í nýggjar skipanir
• góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvsevni
• tola trýst
• tora at taka avgerðir
• jaligan hugburð
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið í Miðvági.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu
vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 13. apríl 2015 kl. 12.00.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Christel Christoffersen,
deildarleiðara, á tlf. 355600.
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið,
Postsmoga 26,
FO370 Miðvágur ella á fma@fma.fo
Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur
útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk
og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting
um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í
Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.
Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði
fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra, eins og Sjóvinnustýrið umsitur og mennir
altjóða skipaskránna FAS.
Sunnudagin 29. mars, kl. 17.00
Undankappingardystur - Illie Aona Stadion, Ploiesti
Rumenia
vs føroyar
J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
110 Tórshavn • www.setur.fo