hósdagur 26. mars 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
24
N
ú ber til at vedda uppá,
hvør verður fyrst, fiski
vinnunýskipanin ella
næsta sólarmyrking.
Næsta sólarmyrking verður í 2245,
tað vita vit, hon verður í løgtingssetuni
2244.
Tað einasta, sum eisini longu nú er
heilt vist, er, at Fólkaflokkurin verður í
samgonguni tá.
Men, sum skrivað stóð, til ber at
vedda upp á nýskipanina ella sólar
myrkingina, hvør verður fyrst. Vinn
ingurin er eitt rullandi veiðiloyvi, sum
kann seljast hægstbjóðandi, og eitt
par av sólarmyrkingarbrillum.
Men hatta var so dagurin
hesaferð. Fríggjadagurin
20.mars 2015, várjavndøgur
og full sólarmyrking í Før
oyum. Fólkatalið fór upp
um 60.000 í nakrar dag
ar, og endiliga kom eitt
argument fyri at leingja
flogvøllin.
Ein føroyingur var so óheppin at
skjóta mál í fótbóltsdysti í næst bestu
deildini í Danmark tann 19.mars.
Var sólarmyrkingin ikki dagin
eftir, var tað dagsins søga í øllum
føroyskum fjølmiðlum tann
dagin. Føroyingur skeyt
mál í Danmark.
Men sólarmyrkingin fór við allari
sólarorkuni hjá fjórða statsvaldinum.
Fólkaræðið tók sær annars frí, hóast
frídagur ikki var, so tað hevði ikki
brúk fyri verju. Eingin fundur var í
løgtinginum, hóast dungin av skila
góðum málum, sum bíða eftir viðgerð,
er nógv hægri enn tinggáttin.
Men løgmaður kundi seta flugu
bein í avrikssáttmálan hjá samgong
uni. Í samgonguskjalinum stendur, at
sólarmyrking verður í valskeiðinum.
Og nú kann valið koma og nýskipanir
bara bíða.
Men var hatta tað, sum konan segði,
beint áðrenn hon doyði, 97 ára gomul.
Var hatta alt?
Alt er seinkað í Føroyum, og tað vóru
skýggini eisini, sum skuldu fram við
mánanum, tá mánin fór fram við sólini.
Men løtan var, sigst, stór, tí hon
gjørdist myrk eitt hanagleiv inn í
høsnarhúsið at venda.
Eg var til arbeiðis hendan morgun
í mars, tók sum vant eitt tak fyri
fólkaræðið. Tað fái eg løn fyri, annars
gjørdi eg tað ikki.
Klokkan hálvgum tíggju kom róp í:
nú fara vit út. Vit fóru út og hønurnar
fóru inn, tær hava bara hønuvit.
Og vit fóru øll út, hvør við sínum
pappbrillum at gána upp í himmalin,
upp í skýggini, sum vóru ov sein, sjálv
andi, tey skundaðu sær ikki.
Kalt og illfýsið at standa. So bleiv
myrkt, tað skýmdi skjótt, og eitt tjaldur
kundi sjálvandi ikki halda nev, men
klipti friðin, sum skuldi vera, og vendi
vel.
Aftur kom róp í, hygg, har er hon,
har er hon! Tá eg hevði fingið sólar
myrkingartrygdarbrillurnar á nøsina
og aftan fyri oyruni, var hon ikki har
longur. Eg sá hana so ikki.
Ná, men hatta var so tað, inn aftur
til flutningsbandið, lítið, fyri ikki at siga
als ikki ávirkaður.
Men hjá øðrum var løtan stór, tann
størsta hjá nógvum higartil, siga tey.
Og tað var sum á jólum, alt var aftur
latið og stongt.
Mánadagur 23. mars 2015: ein
svanur (Norðurlandadagur var) í einum
tjarnarlingi við Hoydalsá. Vaskaði sær,
brúkti høvdið at vaska velið við. Hent
at hava langan háls. Lyfti sær síðani á
og breiddi veingirnar út. Tignarligt og
stórbært ritual. Nógv størri enn ein
banal sólarmyrking.
Gloymdi at hyggja, tá svanurin
fór upp á land, um hann hevði ring.
Húsfuglum leingist. Villfuglar flúgva.
Men hvussu var ella ikki tann 20.
mars, kom sólin undan aftur mánanum
og mín sann eisini skýggjunum og helt
sína kós (tíbetur) sum var einki hent.
Óført tó, at okkurt er, sum kann
savna tjóðina, hóphugtøling, ein myrk
sól. Saman at gána var okkum givið.
Næstu ferð her í Føroyum verður í
2245. Leingi at bíða, men tíðin gongur
skjótt, og áðrenn vit hava vent okkum
fýra ferðir, eru vit í 2245. Best man vera
at goyma brillurnar.
Klipti friðin og vendi vel
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Venjari hjá Víkingi
Bústaður: Tórshavn
– Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
Fótbóltsspælari
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At vit eru ikki eins, og tað koma
vit ongantíð at verða
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
– Lat børn vera børn so leing sum møguligt, hitt kemur tíðs
nokk
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika?
– Var og fjakkaði fyri nøkrum árum
síðan
Enda setningin: Um eg tordi, so hevði eg …
… Søkt -----starvið hjá FSF ;) So hevði okkurt hent!
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Djúpur spurningur og har havi eg ikki nakað
lætt svar, men vit kunnu byrja við at góðtaka
ymiskleika
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin±
– Eri ovfarin av dóttur míni mest sum
hvønn dag
Tann støðuga ringa
samvitskan snýr seg
um:
– At eg ikki havi nóg
nógva tíð til dóttur,
familju og vinir.
Enda setningin: Føroyingar burdu …
– havt heimsins besta land at liva í, og
tað kunnu vit fáa aftur, um vit aftur fara at
hugsa meiri samhaldsfast!!!
baksíðan
Sigfríður Skaale Clementsen