Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 129 - 9. juli 2004 Nr. 129 - 9. juli 2004 17 Enn eru støð í Føroy- um, har til ber at taka seg burtur frá allari sivilisatión at kalla. Hóast Fjallavatn liggur nær alfaravegi, og okkurt hús er bygt við vatnið, røkkur fartelefonin ikki. Her ber veruliga til at rýma frá heimins rómi og gleimi og bara vera einsamallur HUGLEIÐINGAR Edvard Joensen við Fjallavatn: Her er friðaligt. Alduskvatl og onkur heiðafuglur sum let- ur her og har. Lotið er lítið og einki, og tað er farið at skýma. Regnið sílar beint niður úr loftinum. Einki er, sum órógvar. Heldur tú. Og so er knappliga eitt- hvørt har, tú bara líkasum fært varhugan av. Hoyrir tað ikki, men merkir, at nú skal farast at hyggja til fongin einaferð aftur. Stutt- ligt at síggja hesar vøkru fiskarnar, sum liggja har á steininum. Óvist hví hend- an kenslan kom, men best er at fylgja henni. Og har, bara nakrar centi- metrar frá sílunum, koma tveir stórir sniglar skríð- andi. Óvist, hvat teir vilja, men teir stevna beint móti tí fremra sílinum, sum ligg- ur har á steininum. Hatta er einki at lata teir sleppa til, so knívsblaðið verður tikið undir teir, og teir verða varpaðir so langt út á vatn- ið, sum til ber. Kanska onk- ur ættarfelagið hjá hesum báðum, sum á steininum liggja, fær sær ein góðan bita í skýmingini. Soleiðis sær eitt stilt og friðaligt kvøld við Fjalla- vatn altso út til at fara at enda. Havi ikki tjald ella annað stað at sova í her uppi, so einki gerst annað ennat fara at húsum aftur, nú farið er at skýma so mikið, at ikki sæst at egna hendan fína reiðskapin. Men upplivilsið er tað sama ríka, sum so mangan fyrr. So tað er bar at skriva eitt sindur um orðini hjá Viljormi gamla: »Nú er tíð til frið at venda, goyma húk og maðk. Fyri skaparverkið senda meistaranum takk.« Beindovið Føroyingar eru eitt bein- dovið fólkaslag. Øðrvísi ber illa til at tulka hetta, at alt skal gerast úr bili. Um tað so eru álma- nakkamyndir av landslag- num, er heilt vanligt, at eitt petti av einum vegjaðara ella ein bilspegil eru við á myndini. Her liggur hendan perlan í føroysku nátúruni ein lítlan hálvan tíma at ganga av Kvígandali. Men hygg, um tey, sum koyra norður á endan, tíma at ganga tann teinin, sum eftir er. Nei. Tey venda aftur, tey flestu. Onkur ómakar sær oman í ánna við børnunum at vita, um onkur maðka- pirra er at fanga at hava heim aftur við. Ein vanlig umbering fyri ikki at fara á Fjallavatn er tann, at fólk ræðast neytini, sum ganga fram við vatnin- um. Tey um tað. So mikið meira er til okkum, sum tíma at gera túrin. Og tann sum tað ger, verður ikki svikin. Men her verður rygg- sekkurin smoygdur um akslarnar. Tráðurnar er best at taka í hondina, og so bara til gongu. Góð er gøtan at ganga efir. Varðarnir eru sjónskir og standa væl uppi, so her er einki at ivast í, hvussu gangast skal. Farið um sýnina. Gangi um Ánna Ófrosnu. Gjøg- num portrið. Síggi eingi neyt. Steðgi á við rættina og taki líkasum bestikk av støðuni. Nei, best er helst at fara víðari fram við vatn- inum. Nógv eru støðini, so okkurt man fara at roynast í kvøld. Og tað kann í hesum vælsignaða veðrinum mest- sum gera tað sama, hvar ein sitir. Friður Her siti eg so. Havi lagt eitt flot út á vatnið, og seti tráðuna frá mær. Siti bara og eygleiði flotið. Ella geri eg? Kanska? Kanska ikki. Síggi yvir á Tormans- gjógv, haðani tað so hulis- ligani svaraði aftur, tá neyðarrópið kom úr Húsa- gjógv, tá sandavágsmaðurin var farin við stakkinum hjá huldukonuni. Man hon vera inni í dag? Veit ikki, um eg skal lata tráðuna liggja eina løtu og fiska sjálva og so bara fara ein túr niðan í gjónna. Men nei. Har hvarv flotið við eitt, og adrenalinið streyk avstað. Her verður spennandi. Veit av roynd- um, at hesi eru størri enn maðkapirrurnar í Sørvágs- vatni. Og tað merkist bein- anveg, at hetta er eitt síl, sum vil nakað. Sterkt er hetta. Setir rættiliga á. Nú er egnt við maðki, so ivaleyst hevur tað kíkað, so eingin vandi skuldi veri fyri at tað fer at slitna úraftur. Seti á. Læsi spælið og haldi so bara í. Óført sum tað leikar í. Gevi mær góðar stundir. Spæli rættiliga við hetta, áðrenn eg haldi tíð vera at draga. Jú rætt var. Eitt rættiliga fitt sprøklugt síl. Reydligt um búkin. Trillrunt, so tað sær út til, at føði er at fáa í vatninum. Hetta var stuttligt. Royni seinni við spinnara. Og mín sann, um tað ikki eisini bar til. Tað sirmar. Seti meg á bakkan og helli meg afturá. Ta tutlar ein løkur undir oyranum. Eitt lítið skvatl av alduni, sum mestum bara akkurát livir. Tað gerst tungligt. Havi hug at leggja eyguni saman. Minnist aftur á skaldið sum skuldi yrkja soleiðis: »Siti á einum beinki - og teinki - einki.« Jú, tað ber veruliga til at hugsa einki. Bara kobla úr. Njóta friðin. Her fær sálin veruliga hvílu. Har sálin hvílir C M Y K 17 16