Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juli 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 129 - 9. juli 2004 Nr. 129 - 9. juli 2004 19 Tað varð skrivað søga í Tindhólmi hós- kvøldið 1. juli 2004. Tá varð endaliga stað- fest við undirskrift- um hjá bygdar-ráðs- limunum, at báðar kommunurnar við Sørvágsfjørð í fram- tíðini skulu vera ein HUGLEIÐINGAR Orð og myndir Edvard Joensen í Tindhólmi: Tað er for- kunnugt hjá ikki »innsigl- aðum« at sleppa í Tind- hólm, so tað skal okkurt serligt til. Eitt nú ein ríkis- fundur ella ein kommunu- samanleggin. Tvær stór- politiskar hendingar, hóast tann seinna ivaleyst fer at merkjast betri enn tann fyrra. Tað regnar við bátahylin í Sørvági, tá fólk byrja at savnast framman fyri Amici, sum liggur klárur at flyta gestir í Tindhólm. Vertirnir eru longu farnir. Fleiri fólk eru boðin, enn báturin hevur loyvi at flyta í senn, so tað gerst ikki ann- að enn at sigla fleiri ferðir. Tað er eitt øgiligt nos, tá allar hesar humdraðtals hestakreftirnar knappliga verða blástar afturút. Nógv- ur roykur og øgiligt sprutt, og báturin mestsum flýgur út eftir Sørvágsfirði við kós moti Múlanum og Pollinum í Tindhólmi Eiriksboði liggur og syvjar. Er eitt sindur rísin viðhvørt, men fellur so aftur. Tykist eitt sindur lúnutur. Og heiman fyri hólmin er Sundið rættiliga gruggut. Hevur staðið fult av brimi fyrr í dag, greiðir borgarstjórin í Bø frá, með- an vit sigla framvið. Hann hevur sitið og eygleitt lík- indini har inni í dag. Mett um, hvussu fer at verða seinni, og um farandi man fara at verða út í kvøld at skriva undir. Men staðkendir siga, at tá tað seinni í kvøld fer at fjara, verður betri. Tá slætnar, og so er alt í lagi. Men tað skilst á øllum brøgdum, at her er óveður í nánd einastaðni. Trýstið í sjónum er so nógv, at brim- gangur eigur at vera uttan- fyri. Teir leggja hann inn á Pollin. Nærkast lendingini og biða fólk vera klár at fara í land. Tað livir nakað væl, og alneyðugt er við frí- haldum, tí hesir nýggju glastrevjabátarnir tola ikki tað, sum tann gamli báturin gjørdi. – Lat teir so vera ongan- tíð so fínar, men gamla træ- borðið hevði ivaleyst tolað fleiri stoytir, enn hesi gera, tosa teir har afturi. Men her hindrar einki. Onkur teirra, sum út er farin undan, er komin oman at taka ímóti, og bæði fóta- fimt og klófast er fólkið, sum her kemur, so tað er alt í einum, at øll eru á helluni og sloppin niðanfrá. Tá tvey vórðu til eitt Tað er eingin ferjulega i Tindhólmi, men nógvar hendur eru klárar at taka ímóti, tá gestunum tørvar tað Eiriksboði lá og syvjaði, men gjørdi viðhvørt vart við seg. Í Gásadali lættir tokan Men nú er tað hetta, hvussu tey hava skøtt seg til slíkan túr. Tí hóast tey áttu at hugsað, at her kann vera sjótt at gerast vátur um beinini, eru tað kortini summi, sum møta upp til ein slíkan túr í svartaskóm ella øðrum »donskum« á beinunum. Og tað sam- starvar ikki altíð við vát- lendið. Hvørki á hellu ella í haga. Hildið verður at húsun- um. Fara inn í tað gamla, men gera skjótt av, tí trong- ligt er. Uttan fyri verður tosað um at gera ein lítlan túr vestur á hólmin, áðrenn farið verður til sjálvt hátíð- arhaldið í samband við undirskrivingina av avtal- uni um kommunusaman- legging, sum er grudnin til hesa vitjanina. Jú, tað er alt í einum, at ein flokkur er á ferð niðan brekkuna. Onkur verður eftir, men tey flestu munnu ragga sær út móti Neyta- gjógv og vestur um. Her uttanvert gjónna liggja verðarnir. 16 eru teir í tali og eru hegnaðir av. Halda til á Nesinum. Liggja her so dólskir og tungir i tjúkka sirminum, sum fær tað at dryppa úr vatntøttu jakkunum hjá gestunum, ið koma órógvandi framvið. Ikki tí. Teir taka tað róligt. Tíma ikki at ómaka sær at rýma. Verri er við fuglinum. Hann er rýmdur, tosa teir. Fyrsti fleygadagur er í morgin, og eingin land- koma. Meira at kalla stein- deytt. Her sær einki út. Men uttanfyri er lív í sjó- num. Ikki sum teir kundu ynskt av veiðandi fugli, uttan av landbrimi. Avvelt. Tað er sum um veturin. Onkur hendinga lundi kemur baksandi uttan av havinum og hvørvur undir heilt her í upsini. Ein annar kemur út eina aðrastaðni. Ger eitt kast á seg, og er horvin hinvegin. Tað stendur ein kópur í briminum. Dygst við brotið stingur hann grúkin undan. Hevur ivaleyst varnast allar hesar nógvu túgvurnar, sum knappliga stungu seg upp her omanfyri. Løgin hasi fólkini. Tá nú so vátt er kortini, kundu tey akkurat tað sama bar ligið her, heldur hann kanska? Ger eitt kast á seg og smoyggir sær undir. Men forvitið er, og skjótt er hann aftur í brotinum. Tykist dáma væl hetta spæl- ið. Tað liggur eitt mjørkatám um tindarnar, men kortini verður farið niðan í Kolla- skarð at hyggja niður í urð- ina. Ganga niðan undir Júgurið. Eingin fuglur Ikki ein lundi, hóast onkur tyk- ist hava verið í onkrari holu. Bert nakrir fáir hav- hestar í erva. Men lítið er at síggja vestur av kortini. Ov tjúkt er, so tað verður eingin steðgur soleiðis her uppi. Tað verður gjørt skjótt av oman aftur. Halda at gamla húsinum, har søguliga stór- hendingin skal avgreiðast. Nú Tindhólmur skal savn- ast í eina kommunu saman við restini av landinum utt- an fyri fossarnar, Bøsdala- foss og Reipsáfoss. Og tað gongur upp á stás. Nøkur kertuljós standa á borðinum. Gomul kalend- araljós, sum hava staðið eftir i onkrum handli í Sørvági, tá jólasølan var av, sæst á tølunum, sum standa niður eftir ljósinum. Onkur var so illavorðin at halda, at tað, at júst tann 11. de- cember var dagfestingin, sum brunnið var niður til, mundi ikki boða frá góð- um, tí hesin dagur varð fyrr hildin at vera føðingar- dagur hjá onkrum minni væl umhildnum harra. Men einki bilar. Øll fáa skrivað undir. Myndir verða tiknar, og fólk eru nøgd við úrslitið. Práta og hugna sær, áðrenn farið verður niðan í nýggja húsið at fáa sær ein bita. Og sum vera man er onkur, sum nýtir høvið at siga nøkur skilagóð orð um tað skila- góða at leggja kommunur- nar saman. Eisini onkur, sum ynskir, at farið verður víðari, so øll oyggin verður savnað í eina kommunu. Tað sirmar framhaldandi, tá báturin kemur aftur. Tað er fjarandi sjógvur og nak- að væl róligari við klettin. Hendan klettin, sum vit kenna so væl frá teirri ferð- ini, tá Ketil gamli sat her og vælsignaði spikið á sinni. Jú, her livir bæði søga og søgn her úti. Vit hoyra um ørn, sum tekur børn, og um Eiriksboða, ið tekur menn. Men hál kann hellan vera, so hyggjuráð eru at vera varin, tá farið verður umborð aftur, hóast tað livir minni nú. Og skjótur er hann aftur á Sørvági við fyrru gongu. Skipar upp og so beinanveg útaftur eftir restini. So er undirskrivað, og nú skulu bara ymisk praktisk ting avgreiðast. So sum hvar valstøðini skulu vera og soleiðis. Men tað man fara at laga seg, tá tann tíð kemur. Hóast hásummar er brimið sum um veturin. Hólmurin vildi rættiliga vísa, hvønn tydning hann hevur fyri fjørðin Sørvágs Kommuna røkkur frá Bøsdalafossi í suðri og rættiliga langt vestur......... .........og nú er Reipsáfosur við at koma úr mjørkanum. Á nýggjárinum verður hann eisini kommunumark móti miðvingum Borgastjórarnir báðir. Jógvan Páll Joensen og Eivin Jacobsen á veg til undirskrivingar í Tindhólmi C M Y K 19 18