Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 Fríggjakvøldið sang Kári Sverrisson í Tøting. Ikki tí at tað var keði­ligt at lurta, tí at tað var tað ikki – alt ann­að – sang­irnir vóru allir kendir, men við nýggjum út­trykki, og man kundi fyri tað farið í burturrykking. Løt­an var bara ikki til at fara í burturrykking, tí at ein spión­ur hevur ikki ráð til at lata sinnið flákra. Eg var har fyri at fáa rúmið brent fast í nethinnuna, so at eg kundi siga okkurt skilagott um Tøting sum konsertsal í um­mæl­in­ um av konsertini mitt í vikuni fyri. Tað var eivørkonsert í Tøting mikukvøldið fjórða í hes­um. Eivør hevur nýggja fløgu úti, og hon ferðast við nýggja tónleikinum í Evropa fyri tíðina. Men kvøldið fyri hon fór avstað, skuldi hon líka vísa okkum, hvat hon hevur at seta á borðið. – Har vóru ein ella tveir sang­ir úr hjallinum og kanska ein úr boksini, men hitt var alt feskt. Konsertin Seinasta fløgan var so góð og væl móttikin, at tað ber illa til annað enn at samanbera. Tað gera vit eisini, og eis­ini av røttum, tí at útgávurnar eru í slekt, ja, eisini hús­ar­nir. Eivør hevur havt fleiri prodjúsarar, og ljóðið hev­ur skift so hvørt. Nú hevur Tróndur Bogason, mað­ ur­in, verið við í tí partinum á tveimum plátum, og tað hoyr­ist, at tær eru í familju. Tróndur hevur sett út, og sam­an hava Eivør og hann staðið fyri framleiðsluni. Á konsertini vóru tað bara Eivør og Høgni og Mikael Blak. Eivør spælir gittara, Mikael spælir bass, og Høgni slær á trummurnar. Høgni og Mikael hava haraftrat onkr­ar programmeringar og tangentar at trýsta á. Teir syngja eisini kór innímillum. Yvirhøvur var skráin góð og væl uppbygd. Tað hendi nógv ymiskt, og úttrykkini eru mong og kunnu samanberast við føroyska veðrið. Tøting, Grót og Eivør Eivør er úr Gøtu, og tað er stuttligt, at hon skal vera sprott­in samstundis sum Grót, sum skipaði fyri kon­sert­ ini hetta mikukvøldið í Tøt­ing. Orða­spøl­ini koma av sær sjálv­ um; at spretta úr grót­inum, vera brot­in úr berg­in­um. Men orða­spøl­ini leggja onki aftrat, hvørki søguni ella kvøldinum og tí, sum Eivør og Grót høvdu til okk­ara hasa miðvikuløtuna. Eivør vaks upp 100 metr­ar frá Tøting, so tað er tað spæli­ stað­ið í verð­ini, sum ligg­ur næst hennara upp­vøkstri. Har spældi hon í bønum, og har spældi hon í ánni, og har hent­ aði hon sínar sóljur, áðrenn hon spældi tónleik. Hon nevndi tað á konsertini, at Tøting er ser­liga serligt, og tá hevur hon ver­ið nógvastaðni í verðini og sung­ið fyri høgum sum lágum. Heim­staðurin ger alt serligt. Tekstirnir Telefonin ringdi sama morgunin, sum konsertin var, og tíð­indini vóru, at ein felags vinur – ein kendur sangari og yrkjari, sum eisini hevur sungið saman við og yrkt fyri Eivør – Petur – var farin á sjúkrahús, og støðan var kritisk. Hann stendur mongum nær í Gróti og í Gøtu og her um leiðir. Fyri ikki at órógva, vildi eg onki siga fyrr enn eftir konsertina. Vit, sum høvdu frætt hetta, vóru eitt sind­ur soleiðisnar í høvd­inum og stríddust við at vera til staðar. Tað varð lættari enn hildið, tí at sang­ir­ nir vóru insisterandi, og tematiskt vóru teir hóskandi. “Remember Me” og “Faithful Friend” ryktu andan burtur og blivu klassikarar upp á standandi fót. “Remember Me” fer at vera ein ævigur eivørklassikari. Tekstliga hevur hon altíð verið ambitiøs og hevur dug­að væl at valt sær fólk og sangir, tá hon ikki hevur yrkt sjálv. Tá hon yrkir sjálv, er ein stór styrki tað, sum er beint fram og einfalt. Hon er tilvitað um, hvat orð kunnu útinna, og tað verður eisini væl varierað. Marj­ un S. Kjelnæs hevur skrivað ein tekst, “The Swing,” og hann brýtur frá og riggar væl inn. Har kemur eitt sind­ ur av frásøgn inn og eitt ógvuliga konkret og einfalt mynda­mál. Yrkingin hjá Randi Ward er meira lýrisk og held­ur abstraktari, men ikki meir enn so, at man veit, at tað snýr seg um aldubrot og kópakonuna. Tøting Konsertsalurin í Tøting er har, sum handilin var fyrr í tíð­ ini. Tá eg var 12 ella 13, var eg ofta við til at vaska virk­ið og handilin í vikuskiftunum. Eg skal bara blunda í tvey sekund fyri at síggja fyri mær, at einaferð var Gøta ikki Eivør konsert í Gøtu mitt í viku Meinhard Jensen Myndir: Kristfríð Tyril / momo