Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 bara tónleikur og fiskivinna og fótbóltur, men eisini ull, tógv og troyggjur. Eg kann lata eyguni uppaftur og blunda einaferð aftrat og minnast aðrar konsertir har. Tær fara skjótt at hava verið nógvar; eisini fleiri við Eivør. Tøting man vera eina hálva øld gamalt. Gólvini eru stoypt og løgd við korki summastaðni, linolium aðra­ staðni og onkrastaðni er tað tikið omanav, so tey liggja ber. Veggirnir og tað uppi undir loftinum er hvítt tilfar. Tað hevur verið standard tá og hevur ongantíð verið pent og heldur ikki ljótt, men samanlagt hava hølini stóra sjarmu. Eitt er skapið á rúminum, og so eru tað brekk­ur­nar. Har eru ikki trappur, men brekkur. Hetta hev­ur gjørt tað mundandi høgligari at flyta vøru við vogni. Men serligi grótestetikkurin spælir eisini inni. Ja, hann ger munin. Persisk teppir á gólvinum, jólaperur á veggum og undir loftinum, og tað eru plakatir, máln­ing­ar ljóðføri og onnur prýði, men eisini lutir, sum einaferð blivu brúktir í Tøting. Bindimaskinur og manni­quindukkur í troyggju o.t. Marius Konsertin byrjaði við, at Sólarn presenteraði Marius, sum hitaði upp. Marius hevur eisini nýggja plátu úti og ferðast saman við Eivør og teimum. Marius var góð­ur. Hann sang og spældi gittar, púra einsamallur, og for­ taldi onkr­ar góðar. Ein var, at onkur segði, at “Mari­us er sum Fanta. Eingin hatar Fanta. Men heldur eing­ in elskar Fanta.” Og so legði hann turrisliga aftrat, at summi elska Fanta. Marius er væl dámdur, og nýggja til­far­ið er ordiliga gott. Hann spældi eisini gittar saman við Eivør tveir teir fyrstu sangirnar hjá henni. Endi Eivør sang í meir enn ein tíma, og partur av und­ir­hald­ inum er alt tað, sum hon dugir. Hon dugir nógv hundr­að ymisk ting við røddini, og mátturin og fyllan og tekn­ikk­ ur­in umframt alt annað er tað, sum ger Eivør til Eivør. Stór­ar kenslur og týðilig visjón bera tí uppi. Tað nyttar mær lítið at fara at greina hennara rødd, men bara hetta: á staðnum, á konsert, fer hon, so segði hann, upp á ellivu. Man er altíð av nýggjum av fótum tikin, brotin sund­ur og settur samanaftur og lyftur upp.