hósdagur 26. mars 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
6
mentanarsíðan
Barna
Beinta Johannessen
Í PAX verður gerandisdagur og gandur
hegnisliga blandaður við spenningi,
og kann bókarøðin væl samanberast
við aðrar væl umtóktar røðir, eitt nú
Engelsfors og Harry Potter.
Um PAX
Mamma Alva og Viggo er sjúk, og teir
eru júst fluttir til eina nýggja fost-ur
familju at búgva. Heima hjá Lailu og
Andrassi í Mariefred skuldi verið gott
at verið, men skjótt er vandi á ferð.
Løgin ting eru farin at henda í lítla
býnum.
Í fleiri hundrað ár hevur Mariefred
drigið bæði góðar og óndar kreftir
til sín. Men nú leikar á, og bara tveir
persónar kunnu steðga óndskapinum
– Alvi og Viggo. Saman við gomlu
systkjunum Estrid og Magnari, mugu
teir brynja seg til at berjast móti
óndskapinum og myrka gandinum,
sum spakuliga legst yvir býin.
Men dreingirnir hava eisini annað
at stríðast við. Í skúlanum er eitt
harkalið, sum er eftir teimum, og
teir hava eina mammu, sum teimum
leingist eftir, men sum teir ikki
kunnu líta á.
Tveir høvundar
Krimihøvundurin Åsa Larsson og rit
høvundurin Ingela Korsell, sum eisini
er granskar í námsfrøði, hava skrivað
røðina, og myndprýðarin Henrik Jons
son, sum millum annað hevur teknað
Batman-røðina fyri DC Comics, hevur
myndprýtt.
Hóast Åsa Larsson er von at
skriva til vaksin, heldur hon ikki, at
lopið til barnabøkur er so
stórt.
– Tað hevur altíð verið
okkurt gandakent og yvir
natúrligt í mínum tekstum
til vaksin. Mær dámar væl
norrønu gudalæruna og
svensku fólkatrúnna, so
tað er stuttligt at sleppa
at oysa úr síðaarvinum í
hesa bókarøðina.
Ingela Korsell er út
búgvin lærari, men arbeið
ir nú sum granskari og rit
høvundur burturav. Fyri
hana hanga hesi trý yrkini
óloysiliga saman, tí tað,
hon í grundini fæst við, er
tekstur og lærdómur.
– Eg haldi, at mínar
royndir bæði sum
granskari og lærari eru við til at
leggja málið og innihaldið í PAX-
røðini á eitt hóskandi støði hjá
lesarunum.
Hví eitur
røðin PAX?
Bæði Ingela Korsell og Åsa Larsson
búgva í Mariefred, har bókarøðin
fer fram. Sjálvar halda tær, at fólk í
býnum fara at dáma væl, at tær fylla
býin við ódjórum og spøkilsum.
– Mariefred er tann perfekti stað
urin at staðseta bókarøðina, tí býurin
er so hugnaligur og fittur við sínum
gomlu træhúsum og lítla slotti. Ein
góður kontrastur til allan óhugnan í
bókunum.
Navnið Mariefred kemur úr
latínska Pax Mariae, sum merkir
Mariu friður. Hetta var eisini heitið á
kleystrinum, sum var í býnum í 1400
og 1500-talinum.
– Uppgávan hjá høvuðspersónun
um í bókunum, Alva og Viggo, er at
verja loyniliga bókasavnið í býnum,
sum liggur undir heygnum, har
kleystrið einaferð var. Tí var tað upp
lagt at brúka navnið PAX.
At skriva saman
og hvør sær
Ingela og Åsa eru samdar um, at tað er
gott at vera saman um røðina.
– Fyrst snakka vit saman. Síðan
skriva vit, ikki altíð hvør sín kapittul,
onkuntíð bara hvør sína senu. So
býta vit um tekst. Skriva um og
rætta. Lesa hart fyri hvør aðrari.
Klippa og klistra. Og skriva um og
skriva um og skriva um. Sms’a klokk
an fýra um náttina. Báðar líka ørar
og tað er gott.
PAX
Ein bókarøð í 10 pørtum
PAX er eitt spennandi drama til tey 9-13 ára gomlu um gand. Søgan fer fram í nútíðini í svenska
býnum Mariefred, og tvær tær fyrstu bøkurnar, Níðstongin og Grimurin, eru júst komnar út
PAX. Ótrúliga góður og fangandi lesnaður!
Umhvørvið, málið, spenningurin og
teknisøgutekningar gera bókarøðina til nakað heilt
serligt. Níðstongin og Grimurin eru ávíkavist 142 og
188 blaðsíður og heftar.
Krimihøvundurin Åsa Larsson
og rithøvundurin Ingela
Korsell hava skrivað røðina, og
myndprýðarin Henrik Jons
son, sum millum annað hevur
teknað Batman-røðina fyri DC
Comics, hevur myndprýtt.
Ein filmur verður
nú gjørdur eftir
telduspælinum
„Assassin’s Creed“.
Filmurin verður
liðugur í desember
2016, og væntandi
fer hann at brúka
italsku renessansuna
úr „Assassin’s Creed
II“ sum bakgrund til
søguna.
Johnny Depp avdúkar, at hann brúkti Barbie
dukkur, tá hann skuldi finna út av, hvussu hann
skuldi spæla nakrar av kendu leiklutum sínum.
Hann spældi leiklutir sum Jack Sparrow og Willy
Wonka, tá hann og dóttirin Lily-Rose spældu við
Barbiedukkur. Dóttirin er tó blivin troytt av tí og
hevur biðið pápan vera normalan, tá tey spæla
við dukkur.
Í væl umtóktu „Hunger Games”-filmunum
lyfta tey kúgaðu tríggjar fingrar upp í luftina
sum tekin um, at tey eru ímóti teimum, ið
sita við valdið. Hetta sama teknið brúka
ung fólk í Teilandi nú fyri at vísa ónøgd við
hernaðarstjórnina. Stjórnin hevur einki ímóti, at
tey ungu síggja filmarnar, men tað er forboðið at
brúka teknið til at mótmæla við.
Tann
24. James Bond-filmurin, nevndur „Spectre“, er
ávegis. Daniel Craig spælir njósnarin 007 á fjórða
sinni, men hann stríðist
við ein skaða í løtuni. Sjónleikarin fekk skaða í
knæið, og tískil er støðgur
í upptøkunum. Hetta er óheppið, tí filmurin
skal sýnast í november í ár, og nú er óvist, um
filmurin verður liðugur til tíðina.
11. juni verður skrímsla-filmurin „Jurassic
World“ sýndur í biografinum. Størsta stjørnan í
filminum er ein Indominus rex-dinosaurur. Hann
er ógvuliga vandamikil, og í biografinum fer hann
at brøla við 140–160 dB, sum svarar til larmin frá
einum Boeing 747-flogfari, ið fer á flog.
strok
Úr
Keldur: bokaklubbin.fo og bonniercarlsen.se