hósdagur 26. mars 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
fyri tí ókenda
it kunnu ilskast ella gleðast, tá vit raka
við nýggjar mátar at siga søgur. Tað velst
alt um, hvussu okkara gerandisdagur er,
hvørjar royndir vit hava, og hvørjar tankar
vit gera okkum um at deila makt, vitan og
undirhald við medmenniskju okkara.
Fyri fáum árum síðani østu politiskir flokkar, sum
vit sjálv høvdu valt á ting, seg upp um kynsvillingar,
sum skuldu í viðgerð, tí teir vóru sjúkir og vilstir. Men
so kom LGBT-rørslan og fór á Facebook og broytti al
mennu hugsanina, so tað bleiv stovureint at liva eitt lív
sum samkyndur. Í dag er eingin rættsiktaður politikari,
sum hevur dirvi at broyta hesa sannkenning, ið hvørt
ár savnar í túsundavís av atkvøðum undan tjóðardeg
num. Ógrundaða ræðslan er sett upp á pláss.
Listin sum leiðregla
Kynstrið at prenta, sum var gamalt í Kina, kom til Evr
opa, tá Johannes Gutenberg (1398-1468) legði lunnar
undir bókaprent í 1439. Nú kundu onnur enn bara skrift
lærd lesa bøkur, akkurát sum Umberto Eco (f.1932) so
stuttliga sigur frá í krimisøguni Navn rósunnar (1980),
har lykilin til stongda kleystursbókasavnið verður
funnin.
Ivaleyst hevur henda nýggja og breiðkaða formidling
loypt ræðslu á fólk, nú rennessansan kom í pergament,
og onnur enn tey ráðandi sluppu at lesa og greina.
Í málninginum síggja vit ávarandi senur úr gerand
islívinum hjá evropeiskum samtíðarbóndum í óhugna
ligum málningum hjá Pieter Breugel eldra (1525-1569).
Myndaligu ávaringarnar skulu helst minna áskoðaran á
ævigan glatan, um hann ikki heldur seg til eitt sømiligt
og borgarligt lív, so sum kirkjan prædikar.
Byltingar skapa ræðslu
Í okkara tíð er ræðsla altíð komin á fólk, tá nýtt kynstur,
ið skapar nýggjar mátar at miðla og deila makt uppá,
stingur seg upp. Bara úr okkara tíð kunnu nevnast
teknirøðir, video, filmur og telduspøl. Samtíðin hevur
fatað hesar miðlar so subversivar, at brúnasíðar nevnd
ir mugu setast at umsita viktorianskar lógir við rætti
at sensurera og krevja inn tálmandi skattir og stutt
leikagjøld.
Í summum londum kann eisini lóggáva í sjálvum sær
elva til ræðslu, til dømis í Danmark, tá porno varð loyvt
at vísa á myndum í 1969. Sama ræðsla sæst á Tingi
viðvíkjandi afturvendandi málinum um fosturtøku.
Vit forganga sum tjóð, um vit loyva hesum inntrivi í
kvinnukroppin, siga tey ræddastu, uttan at geva sær
far um, hussu góð okkara hagtøl eru. Men sjálv søgan
er betri enn tølini og fær bein at ganga á í almenna rúm
inum.
Bretski sosiologurin Stanley Cohen (1942-2013)
brúkti í 1972 heitið the folk devils um tey, sum miðlarnir
av onkrari orsøk fara at ávara um, so ræðsla kemur á
tey, sum brúka miðlarnar. Hugsaða ræðslan breiðir seg
úr miðlunum út í almenna rúmið og gerst ein almenn
moralsk ræðsla, sum tekur fólk av fótum og kann hei
mila ymsar atgerðir, innsavningar til neyðstødd, eftirlit
við ivasomum ungdómi, ella fullkomið forboð fyri ávís
um viðurskiftum.
Cohen varpaði ljós á ungar ótillagaðar menn, mods og
rockers, úr bretsku arbeiðarastættini. Mods, sum vóru
nógv frammi í 60’unum, eru eisini evni í Quadrophenia
hjá The Who í 1973. Kanadiski miðlagranskarin Mar
shall McLuhan (1911-1980) og bretski sosiologurin Jock
Young (1942-2013) hava í ávikavist 1964 og 1971 við
gjørt líknandi ungdómsbólkar, sum skapa ræðslu í eini
leitan eftir samleika, ofta í kriminellum brotasjógvi og
við nýggjum hóttandi outfitti og atburði.
Ræðsla í miðlunum
Amerikanski metsøluhøvundurin Gavin de Becker (f.
1954) skrivar í fyrstu bókini The Gift of Fear (1997) um
eina ólukkuliga hending, har ein skúladrongur lurtar
eftir tónleiki í einum Walkman, og ansar ikki eftir, at
eitt tok kemur framvið. Hann doyr á staðnum. Ístaðin
fyri at ráða ungum til at vera ansin í ferðsluni, meðan
tey lurta eftir tónleiki, so verður søgan vinklað soleiðis
í lokalu avísini: ”Maður dripin meðan hann lurtaði eftir
heavy-rock”. Gravandi journalisturin hevur funnið út
av, at á kassettubandinum hjá hampiliga skúladrongin
um vóru sangir hjá Ozzy Osborne. Søgan elvdi til miðla
ræðslu, ið aftur elvdi til rættarsókn móti plátufeløgum
og rocktónleikarum, sum foreldur og moraliserandi
bólkar góvu skuldina fyri kriminella atferð og í ringasta
føri sjálvmorð.
Tá tveir tíggju ára gamlir dreingir í Bretlandi drupu
hin tvey ára gamla James Bulger í 1993, kom fram, at
pápi eina drápsmannin átti videofilmin Child’s Play 3
(Jack Bender 1991). Hesin filmur var orsøkin til drápið
og bann skuldi setast fyri tílíkum filmum. Einki kundi
prógvast, men søgan var góð. Hon skapti stóran ótta og
seldi nógv bløð.
Politiskar avleiðingar
Í Føroyum elvdi filmurin The Exorcist (William Fried
kin 1973) til mikla ræðslu, og vit fingu eitt virkandi
filmseftirlit, hóast greið lóg var frammanundan um
harðskap, pornografi og blasfemi. Seinni er alt films-
og miðlaeftirlit spart burtur, og einki virksemi, hvørki
gransking ella eftirlit, er á hesum øki.
Filmurin Life of Brian (Terry Jones 1979) varð sýndur
í Filmsfelagnum í 1988. Eftirsum hetta var ein afturlatin
felagsskapur við limalista, akkurát sum ølklubbarnir, ið
tá vóru, kundi Filmsfelagið snúgva sær undan eftirliti.
Tá sama felag árið eftir vísti The Last Temptation of
Christ (Martin Scorsese 1988), fekk Filmsfelagið eina
seinastu ávaring frá Filmseftirlitinum, sum segði, at
hetta gekk ikki longur. Langafríggjadag 2014 var al
menna støðan tó so mikið broytt, at Kringvarpið valdi
at senda sama filmin út í hvørja føroyska páskastovu.
Sjónleikurin Ginusøgur (The Vagina Monologues,
Eve Ensler 1996) varð framførdur í føroyskari týðing
á Tjóðpalli Føroya í 2002. Her varð hol sett á Føroya
størsta dulsmál: Hvussu eitir kusan í almenna rúm
Birgir Kruse
Frá leikinum Ginusøgur
Mynd: Allan Brockie
Hví var tað so umráðandi at forða fólki at síggja filmin
Fifty Shades of Grey og heldur geva Kvinnuhúsinum peningin
fyri atgongumerkið? Er nakar munur á hesum átaki, og tá
Filmseftirlitið bannaði Last Temptation of Christ, og politikarar
vildu steðga Ginusøgum? Eru filmar og sjónleikur ein hóttan, ið
kann skeikla maktjavnvágina í etableraða samfelagnum?
V
Ræðslan