Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 in­um? Í yvirskriftini í ummæli í framfýsna blaðnum Fregn­ir, reksar Carl Jóhan Jensen upp hesi orð úr leik­ in­um: Skomm, blygd, skøp, burðarliður, petti, lall, glips, piska, keil, flerra, got, pill, klov, kunta, grolla, kusa. Bara miðlaðu orðini loypa ekka á fólk og skapa kjak í al­menna rúminum. Kjakið flutti seg inn á ting, har tingmenninir Gerhard Logn­berg fyri Javnaðarflokkin og Jógvan á Lakjuni fyri Fólkaflokkin, sum tók áðurnevnda filmseftirlit av, seta spurn­artekin við, um hetta er list, og hvat slag av list hev­ur uppiborðið almennan stuðul, hóast vit hava arms­longdarprinsippið til dømis í umsitingini av Ment­ an­ar­grunni Landsins. Í Danmark í 1965 varð ein arbeiðsmaður kendur fyri á sama hátt at venda sær ímóti almennum stuðli til list, sum honum ikki dámdi. Hann æt Peter Rindal (1923- 2009), og fólksliga atfinningarsemið móti ráðandi list á al­menn­um søvnum varð kallað Rindalisma. Rindal var goymslu­mað­ur og limur í Fremskridtspartiet. Fifty Shades of Grey Tá russiski filmurin Leviathan (Andrej Svjagintsev 2014) varð sýndur úti í heimi og vann hópin av stór­um og sjónligum heiðurslønum, kravdu russiskir pol­it­ik­ar­ar, at mentamálaráðharrin, Dmitri Medvedev, tók al­menna stuðulin frá filminum, tí hann lýsti ikki tað rætta Russland. Um sama mundi vóru altjóða metsølubøkurnar Fifty Shades of Grey (E.L. James) at fáa í hvørjum bóka­ handli á øllum tungumálum. Hóast bøkurnar eisini vóru metsølubøkur í Føroyum vórðu tær ikki týddar til før­ oyskt. Tá Havnar Bio í februar í 2015 frumsýndi filmin Fifty Shades of Grey (Sam Taylor-Johnson), sum bygdi á somu bøkur, sást ræðslan skjótt í øllum heimligum miðl­um. Braneggjaði bloggarin Marna Jacobsen heitti á fólk um ikki at fara í biograf, men heldur at senda pen­ ing­in fyri atgongumerkið til Kvinnuhúsið. Hon sig­ur, at inn­savningin skal hjálpa teim kvinnum, sum verða buk­ að­ar í Føroyum. Men hvørki hon, ella leiðarin í Kvinnu­ húsinum, Elin Reinert Planck, sum váttar uppá­hald­ið um bukaðar kvinnur, hava sæð filmin. Hóast vánaligastu ummæli í nýggjari filmssøgu, og films­árið enn er nýtt, so væntar Havnar Bio fyri vist, at hetta verður filmurin, ið flestu føroyingar vilja síggja í ár. Orsøkin er, at hann hevur fingið so nógva umtalu, og at hann verður vístur samstundis her hjá okkum og í út­heimi. Filmurin er ikki eitt abstrakt hugtak úr øðrum lond­um, men kann síggjast her og nú. Kringvarpið tók tí evn­ið upp í morgunsendingini Góða Morgun Føroyar, ið sambært lurtarakanningum hevur nógv flestar lurt­ ar­ar. Í sendingini hoyrdu vit tvær kvinnur, Maluna Eyð­ uns­dóttir, sum hevð sæð filmin kvøldið fyri, og Marnu Jac­ob­sen, sum enn ikki hevði sæð filmin, men tó helt fast um boykottið. Marna, sum er mín yndis bloggari, grund­gevur soleiðis fyri boykottinum av filminum: ”Tí hetta er ein av mongum bókum, mongum ímynd­ um, har tú skalt lullast inn í eina romantiska fatan av, at allar kvinnur elska at verða bukaðar…” Hóast mótmælið tekur støði í bókini, rakar tað film­in. Mælt verður ikki til innrás í Riti og Ráki at banna bøk­ur­ nar niður og norður, og so flyta keypsprísin til Kvinnu­ hús­ið. Veit, at tær tríggjar bøkurnar eru munandi dýrari enn eina bilettin til filmin í biografinum, sum roynir at hóra undan við eini aktuellari skrá mitt í okkara doyggj­ andi høvuðsstaði. Eftir hesa moralsku miðlaræðslu standi eg sum kán­us á heimrustini. Var hetta eitt bíligt skoritriks í al­menna maktmentarrúminum? At skilja dumbu frá bosi? Ella var hetta ein berlig staðfesting av, at vit liva í eini svart hvítari bókstavamentan, har litaður filmur ikki eigur innivist? Livst, so spyrst. Pieter Bruegel, eldri: Tær sjey deyðssyndirnar. Girnd. Koparristuprent frá 1550-unum Lýsing fyri filmin Fifty Shades of Grey. 2015