Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 ríggjakvøldið og leygarkvøldið í hesi vikuni verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um seks so­nevndar Pallsettar Lesingar av seks nýggj­um leikritum, sum eru týdd til før­oyskt. Tilsamans 30 sjónleikarar fara á pallin fríggja- og leygarkvøldið við leikritinum í hondini eftir at hava vant í seks liðum og saman við hvør sínum leik­ stjóra í bara átta tímar. Leikararnir fáa handað leikritið beint áðrenn venj­ ing, og úr pallljósinum frammanfyri fullum sali av áskoð­arum, fáa vit íalt seks tímar dramatikk frá nýggj­ um, eins væl og kendum andlitum innan føroyska leik­ list. Fleiri útisetar vera eisini við, bæði á og handan pallin. Síggja skapanina Við LeikREAD fáa vit møguleikan at uppliva leikarar skapa karakterir við improvisationum beint framman fyri okkara eygum. Ein pallsett lesing gevur leikritinum nakað heilt serligt, líka mikið hvør sjangran er. Av tí at venj­ingarnar við vilja eru avmarkaðar til einans átta tímar, verður kreativa prosessin týðulig, og vit síggja leik­arar­nar improvisera og byggja víðari upp á leik­lutir­ nar og støðurnar, í tí at orðini verða søgd á pall­inum. Pallsettu lesingarnar hava eisini víst seg at hóska sera væl til okkara smak. Føroya fyrsti reading-festi­ valur var í fjør, og hann fekk frá fyrsta degi eina rúkandi byrjan. Eitt kalligt vikuskifti í mars-mánaði vóru so at siga øll yrkisleiklistafólk úr Føroyum, umframt fleiri uttan­eftir, savnað fyri at heira dramatikkinum á ein øðr­vísi hátt. Eggja nýggjum høvundum LeikREAD ger tað snilda at presentera eina rúgvu av dramatikki upp á stutta tíð. Formurin er óforútsigiligur og tískil samstundis tølandi. Pallsettar lesingar sum LeikREAD kunnu eggja fleiri at skriva til pall. Teksturin og høvundurin verður settur í fokus, lesingarnar eru skjótar, lættar og bíligar at seta á pall, og geva tí eitt skjótt innlit í ein tekst, og hvussu hann upp­førir seg í munninum á leikarum og í eygunum á áskoð­arunum. Norðurlendskt dramatok Tað er Leikarafelag Føroya, sum stendur fyri LeikREAD. Felagið hevur í fleiri ár verið føroyskt umboð í norður­ lendskum leiklistafelagskapum, harímillum “Norður­ lendska Netverkið fyri Palllist”. Norðurlendska Net­ verk­ið stendur aftanfyri forvitnisliga, afturvendandi til­takið Nordic Dramatrain. Og tað er hetta norður­ lendska dramatokið, sum er á skránni til LeikREAD. Nordic Dramatrain er eitt úrval av nýskrivaðum leik­ritum – eitt úr hvørjum norðurlandi. Luttakandi leik­ritini í Dramatrain verða vald annaðhvørt ár, týdd til norðurlendsku málini og framførd sum pall­settar les­ ing­ar. Dramatokið ferðast síðan leiðina norður­land­anna mill­um, har hvørt land skipar fyri sínum egnu leik­rita­ les­ingum. Endamálið við Dramatrain, er at hjálpa høvundunum at fáa teirra tekstir út til ein so stóran skara av áskoð­ ar­um sum til ber. Leikritini verða týdd til øll norður­ lendsku málini og gerast soleiðis atkomulig fyri fleiri. Sam­stundis virkar Dramatrain sum ein showcase við norður­lendskum samtíðardramatikki har millum annað leik­hús­stjórar kunnu fáa íblástur til komandi leikár. Menning um málmørk Fyri eina lítla leiklistatjóð sum Føroyar eru út­lendsku sam­bondini altavgerandi. Saman við granna­lond­ unum hava vit møguleika at menna okkara ungu leik­listatalent, fáa royndir sum yrkisleikfólk og bjóða ar­beiðs­feløgum henda veg at arbeiða. Hetta eru av­ger­ andi hornasteinar undir føroyskari yrkisleiklist. Samstundis sum vit saman við Sprotanum geva út henda samtíðar-dramatikk á føroyskum, eru vit, sum fleirmælt leiklistafólk, í einari serligari støðu. Tað, at vit ómakaleyst kunnu møtast tvørtur um málmørk bæði á pallinum og sum áskoðarar, skapar eitt stórt potentiali. Við at savna føroysk og útlendsk leiklistafólk setur LeikREAD í verk og gagnnýtir hetta potentialið og vón­ andi fer LeikREAD at halda fram at vera ein liður í at byggja hesar brýr, samstundis sum vit bjóða norður­ lendsk­an samtíðardramatikk fram á føroyskum máli. Tølandi snildur F Kjartan Hansen Hetta vikuskiftið fer eitt tok við nýggjum norðurlendskum dramatikki buldrandi gjøgnum okkara lítla høvuðsstað. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan sjey verður føroyski reading-festivalurin LeikREAD nevnliga hildin á øðrum sinni dramafestivalur Føroysku LeikREAD-reglurnar: • At hvørjum leikriti verða knýtt leikstjóri og leikarar. • Leikararnir fáa leikritið beint undan fyrstu venjing. • Venjingartíðin er avmarkað til 2 ferðir 8 tímar. • Í minsta lagi helvtin av venjingar­tíðini er saman við ljós- og ljóðteknikara. • Lesingarnar vara 50 minuttir hvør og hava enskan yvirtekst. • Leggjast kann afturat, at dramatikarnir vera til staðar til LeikREAD 2015, og møguleiki er at vera í Sjónleikar­ hús­inum eftir at lesingarnar eru lidnar fram til klokkan 01:00 Annika Hoydal, Birita Mohr framføra á LeikREAD i 2014. Mynd: Birita Malunardóttir (LeikREAD 2014)