hósdagur 26. mars 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
Gleðin at lesa leikrit
Jonhard Mikkelsen
Sprotin
Sofía Nolsøe Mikkelsen, Birita Mohr, Hjørdis Johansen í framførsluni av leikritinum
"Eg hvørvi" eftir norska Arne Lygre.
Ein pallsett lesing er sjónleikur uttan pallsmíð ella búnar. Sjónleikararnir, sum lesa úr handritinum,
kunnu sita niðri, standa stillir ella røra seg á pallinum. Lesingin sjálv er framførslan.
Tá ið tú lesur skaldsøguna, og høvundurin lýsir
vesturskinið, lesur tú ikki bara orðini, tú "sært"
tað, ið orðini lýsa, og tá ið skaldsøguhøvundurin
skrivar samrøðuna, so "hoyrir" tú tað, tú
lesur. Hví verða leikir hildnir at vera truplari?
Teksturin er settur øðrvísi, men tað sama
hendir í huganum. Tú "hoyrir" ta raffineraðu
samrøðuna, tú "sært" pallin. Tí hava vit í mong
ár lisið og tulkað Shakespeare og Chekhov og
fingið so nógv burtur úr teirra tekstum.
At fáa ein góðan leik týddan og framførdan
á palli er nakað av tí besta í einum føroyskum
tekstaári. Hjá skúlum til dømis átti tað at verið
ein gáva at kunnað lisið tekst og farið við
næmingum at síggja tekstin tulkaðan á palli.
Men vanliga sært tú bara leikin á palli og
sært ongantíð tekstin, skaldskapin, sum leikurin
er gandaður úr. Og tað er spell, tí leikur eru fínur
og fullfíggjaður skaldskapur, hóast hann ikki er
tulkaður á palli. Ein framførsla er ein tulking, og
tín egni lestur er eisini ein tulking.
So sjálvt um fleiri halda, at eitt leikrit ikki
endaliga kemur til sín rætt fyrr enn leikarar
og leikstjóri hava tulkað tað á palli, so er virðið
kortini stórt. Vanliga við einum boðskapi við
ógviliga hvøssum broddi, við spískum, væl
telgdum samrøðum. Leikurin setur enn sum
áður spegilin upp fyri okkum - vit spegla okkum
í honum, og hann avdúkar okkara eginleikar,
tæri, veikleikar, fjákalótir. Tá ið tað eydnast,
tosa vit um góðan skaldskap.
Á skránni til reading-festivalin LeikREAD, ið Leikarafelag Føroya varar
av, er forvitnisliga afturvendandi tiltakið ‘Nordic Dramatrain’, sum er
eitt úrval av nýskrivaðum leikritum – eitt úr hvørjum norðurlandi.
Hesi leikritini eru við í Nordic Dramatrain 2015:
SÁR Á SÁL. Kristina Sundar Hansen (FO)
SEK. Hrafnhildur Hagalín (IS)
UMSORG. Toril Goksøyr og Camilla Martens (NO)
RITHØVUNDARNIR. Alejandro Leiva Wenger (SE)
ALLIR DREYMAR MÍNIR VERÐA VERULEIKI. Christan Lollike (DK)
SANGIR VIÐ GRÁU HAVSINS STRENDUR. Pipsa Lonka (FI)
www.sprotin.fo
LeikREAD
LeikREAD
2015
Á skránni til reading-festivalin LeikREAD, ið Leikarafelag Føroya varar
av, er forvitnisliga afturvendandi tiltakið ‘Nordic Dramatrain’, sum er
eitt úrval av nýskrivaðum leikritum – eitt úr hvørjum norðurlandi.
Hesi leikritini eru við í Nordic Dramatrain 2013:
EINGIN MØTIR NØKRUM. Peter Asmussen (DK)
HØSNARUNGARNIR. Bragi Ólafsson (IS)
MEGAN (MEGANIN TARINA). Tuomas Timonen (FI)
EG HVØRVI. Arne Lygre (NO)
MIRA FER FRAMVIÐ. Martinu Montelius (SE)
www.sprotin.fo
LeikREAD
LeikREAD
2013
Mynd: Birita Malunardóttir (LeikREAD 2014)
Fríggjadagur 27. mars 2015
kl. 19.00 LeikREAD vælkomin
Lesing 1: ”Sek” eftir Hrafnhildur Hagalín (is)
týðing: Pauli Nielsen
leikstjórn: Jón Atli Jónasson (is)
leikarar: Beinta Clothier, Páll Danielsen,
Torkil Tórgarð, Sanna Apol og Kári Mouritsen
kl. 20:10 Lesing 2: ”Rithøvundarnir”
eftir Alejandro Leiva Wenger (se)
týðing: Gunnar Hoydal
leikstjórn: Mattias Lech (se)
leikarar: Jákup Veyhe, Nicolaj Falck
og Dávur Djurhuus
kl. 21:20 Lesing 3: ”Sár á Sál”
eftir Kristinu Sundar Hansen (fo)
Leikstjórn: Christoffer Berdal (dk)
Leikarar: Gunnvá Zachariassen,
Durita Dahl Andreasen og Nicolaj Falck
kl. 22-01 Hangout við tónleiki
Leygardagur 28. mars 2015
kl. 19:00 Lesing 4: ”UMsorg”
eftir Toril Goksøyr og Camilla Martens (no)
týðing: Ria Tórgarð
leikstjórn: Toril Goksøyr og Camilla Martens (no)
leikarar: Laura Joensen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe,
Hilmar Joensen og 11 leikarar úr Havnar
Sjónleikarfelag
kl. 20:10 Lesing 5: ”Sangir við gráa havsins strendur”
eftir Pipsa Lonka (fi)
týðing: Hans Tórgarð / Hedvig Westerlund-Kapnas
leikstjórn: Jón Atli Jónasson (is)
leikarar: Annika Hoydal, Allan Dalsgarð,
Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen
og Jákup Wardum
kl. 21:20 Lesing 6: ”Allir dreymar mínir verða veruleiki -
EITT DISNEYDRAMA um depressión og ævintýr”
eftir Christian Lollike (dk)
týðing: Jonhard Mikkelsen
leikstjórn: Kristina Sundar Hansen (fo)
leikarar: Durita Dahl Andreasen, Thomas Voss (dk),
Sóley Danielsen og Petur Meinhart E. Andersen
kl. 22-01 Hangout við tónleiki
LeikREAD
NORDIC DRAMATRAIN 27 og 28 MARS
SKRÁ:
Pallsettu lesingarnar vera í Sjónleikarhúsinum,
Niels Finsengøta 34, 100 Tórshavn
Millum hvørja reading verður 20 min støðgur – ókeypis atgongd
22-01 Sirkus í foeyrinum