Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 Húðin hongur á vegginum Við sínum litríku, ljósu málningum er Torbjørn Olsen Føroya fremsti koloristur, men listamaðurin, sum í januar í ár vann Mentanarvirðisløn landsins, gongur ikki og syngur og dansar, meðan hann málar. Tilveran er ikki so einføld, og hevði hann ikki kunnað málað, veit hann ikki, hvar hann hevði endað. Hendan mánaðin hevur Torbjørn framsýning í Klaksvík, og komandi mánað sýnir hann fram í norður-Jyllandi, men hvørja ferð ein nýggj sýning letur upp, kennir stilli, kenslusami listamaðurin tað, sum heingir hann sína egnu húð upp á veggin. Eingin mennist tó einsamallur, og vil mann verða eitt gott listafólk, má mann sýna fram, sigur hann Portrettsamrøða Torbjørn Olsen