hósdagur 26. mars 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
Dorit Hansen
að bankar á dyrnar hjá familjuni Olsen
úti í Grønlandi. Uttanfyri standa nakr
ir floksfelagar hjá Torbirni. Tey ganga
í sjeynda flokki, men Torbjørn hevur
ikki verið í skúla í nakrar vikur. Hann
er lagstur inni.
Og nú standa floksfelagarnir á trappuni og spyrja
eftir honum.
– Jú, Torbjørn er inni, sigur mamman.
Hon fer eftir soninum, men hann vil ikki út. Vil ikki
heilsa upp á floksfelagarnar og vil ikki aftur í skúla.
Nakrar mánaðir frammanundan hevði mamman
verið við honum niðri hjá Niels Arge, tí drongurin sá so
illa. Honum hevði dámt væl í skúlanum øll barnaárini,
men nú var hann farin at síggja verri og verri, og hjá
Niels Arge kundu tey staðfesta, at hann mátti hava
brillur.
– Tá eg tók brillurnar uppá í skúlanum, vendu øll
sær við, og onkur segði “brilluskortur”, so eg tók tær av
aftur beinanvegin og koyrdi tær ongantíð upp á aftur
í skúlanum.
– Eg sá ikki tað, sum lærarin skrivaði á talvuna, og
eg treivst verri og verri. Og so gavst eg og legðist inni.
Eg vildi ikki síggja fremmandafólk.
Var tað smædni ella kenslusemi?
– Bæði tvey, haldi eg. Eg havi altíð verið øgiliga
smæðin og eri tað enn. Men eg var 13 - 14 ár tá. Alt
kenslusemi brýtur út tey árini.
Tá ið børnini fóru í skúla, sat Torbjørn heima og
teknaði, og tá ið tey fóru út at spæla, sat hann eisini
heima og teknaði.
– Eg var nógv í Vík sum barn, tí mamma mín var hað
ani, og har teknaði eg eisini nógv. Mammubeiggi mín
var øgiliga interesseraður í list, og honum dámdi altíð
so væl mínar tekningar. Eg var bara 11 ár, tá hann for
taldi mær, at eg kundi fara niður at læra til listamálara.
– Longu tá avgjørdi eg, at tað var tað, eg vildi.
Bensin skal til
Tá ið Torbjørn var ungur, arbeiddi pápi hansara á Skipa
smiðjuni. Í dag arbeiðir hann sjálvur á ovastu hædd í
einum av stóru ídnaðarbygningunum. Tað er her vit
bæði hittast til samrøðu ein kaldan leygardag í februar.
Her hittast eisini fortíðin og nútíðin, føroyska ídnaðar
søgan og dagsins listaumstøður.
Smalar, brattar trappur ganga upp á fjórðu hædd,
har Torbjørn heldur til. Vit taka tó ikki trappurnar, men
stóru ídnaðarlyftuna. Skramblandi maskinljóð, manna
fólkarísl á veggunum og ein hálvsúrur angi av farnari
tíð fylgja okkum upp.
Onnur listafólk hava eisini arbeiðshølir her, men
Torbjørn er einsamallur ovast uppi. Hann og bogaskjót
arnir, sum bara skjóta vetrarkvøld, og tá er alíkavæl
ov myrkt til at mála. Hendan dagin er gott ljós inni, og
málningar standa fram við veggunum, klárir at verða
sýndir fram í Klaksvík í mars.
– Tað er kalt, men eg skal koyra hitan frá, sigur lista
maðurin, tá hann gongur undan mær inn í stóru høllina.
Hann heingir slitna, brúna leðurjakkan á ein knáka og
flytir tveir elektriskar ovnar við gassfløskum tættari
yvir til djúpa lenistólin og krakkin.
...framhald á síðu 14
T
“Tað eru tínar kenslur, sum hanga á vegginum.
Tín húð,” sigur Torbjørn Olsen, sum viðgongur,
at hann er nervøsur, hvørja ferð hann skal
hava eina sýning. “Men tað er týdningarmikið
at sýna fram. Eg hevði ikki verið sami lista
maður, um eg ikki sýndi fram. Og so hevði
eg eisini verið djúpt ólukkuligur,” staðfestir
listamaðurin, sum í januar í ár fekk ársins
Mentanarvirðisløn.
Mynd: Finnur Justinussen