hósdagur 26. mars 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
Málningarnir á gólvinum lýsa í ymiskum klárum og
løttum litum og yvirdoyva næstan listamannin, sum
ílætin myrkamorreyða troyggju, grønbrúnar floyals
buksir og slitnar svartbrúnar leðurskógvar, vísir mær
á ymiskar staklutir í málningunum. Rørslurnar eru
spakuligar, næstan trekar, og røddin tykist líka tung at
draga sum føturnar.
Eg seti meg á krakkin við lítla rulliborðið framman
fyri stóra vindeygað, sum vendir út móti Glyvursnesi.
Á borðinum eru ymiskir lutir. Ein terpentinfløska, eitt
skiti vínglas og ein uppturkað sitrón.
Torbjørn fer eftir einari øl og setir dósina á borðið.
– Eitt sindur av bensini skal til, sigur hann og setir
seg tungliga í gamla, djúpa stólin. Eyguni smílast.
Mitt á gólvinum stendur ein stórur krossur upp eftir
einum stólpa. Torbjørn hevur málað fleiri altartalvur,
millum aðrar Jesus á krossinum í Miðvágs kirkju og
seinastu kvøldmáltíðina í Haldórsvíkar kirkju. Í báðum
førum brúkti Torbjørn livandi modellir.
– Tað geri eg altíð. Eg má síggja tað, sum eg máli.
– Tá ið eg máli Nólsoynna, má eg hava hana framm
an fyri mær, og tá ið eg máli kvinnur, eru tær altíð fys
iskt til staðar. Eg máli ongantíð eftir minninum.
Hann lyftir hendurnar og grípur eftir ímyndaða sam
røðuevninum úti í luftini. Sólin stavar inn gjøgnum
vindeygað, og ljósið fellur á samskiftandi hendurnar,
sum eru líka livandi sum strokini á málningunum.
Seinasta altartalvan, sum Torbjørn málaði var til
kirkjuna í danska býnum Thorum. Hon ímyndar løtuna
í Emmaus, tá ið Jesus situr saman við tveimum læru
sveinum.
– Hana málaði eg eisini her, og teir sótu við hetta
lítla borðið.
Treka røddin hevur hug at hvørva aftur í hálsin.
– Eg royndi at mála, hvussu Jesus hvørvur, meðan
teir eta, men eg fann onga leið.
Hann steðgar á, og tað tekur eina løtu, áðrenn røddin
verður sjónlig aftur.
– Tað er sovorði abstrakt.
Hondverkið og listin
Nógv fólk hava sitið model til málningar inni í høllini
hjá Torbirni, og á opna plássinum aftanfyri høga kross
in hevur Havnar dansifelag eisini dansað modell.
– Tey dansaðu her fleiri kvøld, og so málaði eg,
meðan tey dansaðu. Tað nyttar ikki at taka eina mynd
og so mála eftir henni. Fotomyndin fangar ikki veru
leikan. Og tað er heldur ikki nokk bara at tekna motivið,
meðan tú hevur tað framman fyri tær, og so mála eftir
strikmyndini aftaná.
– Strikurnar eru týdningarmiklar, men tú mást eisini
fanga ljósið, skuggarnar og rørlsurnar. Eg leiti við lit
unum, og við hvørt koma tónar fram, sum kløkka meg.
Tá er tað spennandi at mála. Tá kann tað nærkast list.
Hann peikar á ein málning á gólvinum. Eina kava
mynd úr Havnini.
– Hasa myndina arbeiddi eg øgiliga nógv við –
kanska tí at kavin lá so leingi – og eg fann fram til
nakað.
Torbjørn tigur og hyggur eina løtu at myndini.
– Hvat fanst tú?
– Ja, hvat fann eg? Nakað sum ikki bara er ein glans
mynd. Har eru nakrir litir, sum ikki eru so lættir at gera.
Tað hvíta er ikki bara hvítt.
– Um mann bara roynir at fanga litirnar, sum mann
sær, so er tað sum ein fotomynd. Eg leiti eftir nøkrum
litum, sum kanska als ikki eru har. Eg abstraheri, loysi
meg frá motivinum.
– Tú brúka ofta sama motiv. Hví tað?
– Tá ið eg kenni motivið, kann eg loysa meg frá tí.
Eg havi linjurnar og formarnir og kann leita víðari. Tað
tekur tíð veruliga at síggja eitt motiv. Tá ið eg máli fólk
og havi verið leingi saman við teimum, kann eg knapp
liga síggja nakrar linjur, sum fáa psykuna fram.
– Motivið – bæði landslagið og fólkið – letur seg upp,
og tú letur teg upp, og tá ið tú so málar, kanst tú vóna,
at málningurin eisini letur seg upp. Tá er tað deiligt at
mála.
– Hvør málari hugtekur teg?
– Mær dámar væl at granska kompositiónirnar í
klassisku listini, men tað er serliga ein málari, sum
framvegis altíð sigur mær nakað, og tað er Claude
Monet. Hjá honum er tað ikki linjurnar, men litirnir, sum
hugtaka. Eingin í listasøguni dugir so væl at arbeiða við
litum sum hann. Serliga tá ið hann var heilt gamal.
– Hann var yvir 80, tá ið hann gjørdi sínar bestu
málningar. Tá var motivið vorðið so einfalt, at tað var
abstrakt.
Vit tosa ein løtu um Ingálv av Reyni, sum eisini helt
á at mennast sum málari líka til tað síðsta.
– Ingálvur var altíð eitt sindur frammanfyri. Hann
var abstraktur, men alíkavæl var kompositiónin har,
handverkið. Tað eru nógv, sum eftirlíkna Ingálv, men
hann dugdi so øgiliga væl at tekna, og sjálvt um tað var
abstrakt, so hevði hann stýr á bakgrund, forgrund, dýpd
og dimensjónum. Tað kann eg gott sakna hjá nógvum
málarum í dag.
– Tað nyttar heldur ikki at leita eftir Ingálvi ella
Monet. Tú mást leita eftir tær sjálvum. Tað verður ikki
til list, tá ið tú leitar hjá øðrum enn tær sjálvum.
Tað einasta eg vildi
Listamaðurin Ingálvur av Reyni hevði ein avgerandi
leiklut, tá ið Torbjørn Olsen sum ungur drongur tók tey
fyrstu fetini út í listaheimin. Hann var lagstur inni,
og foreldrini stúrdu fyri, hvat skuldi verða av honum.
Pápin fann honum lærupláss hjá Einari Mikkelsen, men
tað gekk ikki.
– Pápi var so stoltur, tí nú fór sonurin í læru. Men tað
interesseraði meg yvir høvur ikki. Eg var eisini óheppin
og datt av einum stiga og skaddi mær ryggin, og ein
annan dagin fekk eg ein ógvusligan stoyt. So eg gavst
og legðist aftur inni.
– Teknaði tú nógv ta tíðina?
– Ja. Eg bæði teknaði og málaði. Ein dagin hevði pápi
verið inni í málingahandlinum á veg heim frá Skipa
smiðjuni, og har hevði hann keypt mær máling, palett
og penslar. Hann helt uttan iva, at so kundi eg í øllum
førum hugna mær við tí.
Torbjørn smílist.
– Hvørki mamma ella pápi hildu, at eg skuldi læra til
listamálara. Tað var ov ótrygt, eingin kundi liva av tí.
Men tað einasta, sum ungi Torbjørn vildi, var at
verða listamálari. Og ein dagin, tá ið drongurin var 15
ár, fór mamman á gátt hjá grannanum og spurdi, um
hon kundi læna telefonina. Hon skuldi ringja til Ingálv
av Reyni.
– Tað var nakað, sum hon sjálv fann upp á. Hon var
nokk komin í neyð.
Ingálvur var blíður og bjóðaði unga manninum út til
sín og bað hann hava nakrar tekningar við.
Torbjørn flennir varliga.
– Tá eg hugsi um tað í dag, kann eg gott hava skomm
av tí, sum eg hevði við, men Ingálvur rósti mær og lovaði
at skriva til ein lærara í Keypmannahavn. Tað gekk
næstan eitt hálvt ár, men so ein dagin fekk eg eitt bræv,
um at eg skuldi møta hjá hesum læraranum. Foreldrini
fylgdu mær vestur, og pápi hevði skaffað mær innivist
hjá einum, sum hann kendi í Keypmannahavn.
– Hvussu gamal vart tú tá?
– Eg var 16. Vesturi á flogvøllinum sá eg pápa tosa
við Hákun Djurhuus, og hann hevur sikkurt biðið hann
havt eitt eyga við mær, tí tá ið vit komu niður, bílegði
hann hýruvogn til okkum báðar og koyrdi meg upp á
pláss fyrst.
Torbjørn smílist og reisist eftir einari øl afturat.
Undirvísingin gekk fyri seg í Ny Carlsberg Glyptotek,
og har sat hann hvønn dag saman við øðrum næming
um og teknaði og málaði.
– Tað var hørð venjing, men eg fekk eisini rós, bæði
frá læraranum og hinum næmingunum.
– Hevði tú fingið undirvísing í tekning, áðrenn tú
flutti niður?
– Í Venjingarskúlanum høvdu vit formning, tað var
kanska ikki beinleiðis undirvísing í tekning, men Hans
David Jacobsen, lærarin, eggjaði mær til. Eg minnist
einaferð vit skuldu gera leir. Tey flestu gjørdu krukkur,
men eg hevði gjørt eitt høvd av einum skallutum
manni, og tá Hans David kom til mín, segði hann: “Og
her síggja tit nakað!”
Torbjørn flennir næstan umberandi.
– Herðaklappini, tey hava gjørt mun.
Eingin mennist
einsamallur
Í Glyptotekinum høvdu næmingarnir framsýning 14.
hvønn dag, og Torbjørn byrjaði eisini skjótt at senda
málningar heim til ólavsøkuframsýningar í Føroyum. Í
dag er listin við framsýningum langur, og hann hevur
sýnt fram bæði einsamallur og saman við øðrum, bæði
í Føroyum og aðrastaðni.
– Hvussu hevur tú tað, tá ið fólk koma til fernisering,
og tú gongur millum tey?
– Tað er einki stuttligt. Eg eri so øgiliga nervøsur.
Men eg royni at vera har og ganga millum fólkini.
– Hvat ert tú nervøsur um?
– Eg veit ikki. Tað er altíð hetta her, at teimum als
ikki dámar tað, sum eg máli.
Torbjørn flennir stillisliga.
– At hava eina málningasýning er sýna seg sjálvan
fram. Mann er úrlatin, púra nakin. Tað eru tínar kenslur,
sum hanga á vegginum. Tín húð.
– Er tað soleiðis, tað kennist?
– Ja. Tað er soleiðis tað er. Men tað er eisini øgiliga
týdningarmikið at sýna fram. Tað nyttar ikki at goyma
seg.
– Hví?
– Tí tú mást hoyra og síggja, hvat hini halda. Og tú
sært tað eisini øðrvísi sjálvur, tá ið tú sært tað saman
við øðrum. Eg síggi ofta málningarnir við heilt øðrum
eygum, tá ið teir hanga á eini framsýning.
– Hevði tú verið tann málari, sum tú ert í dag, um tú
ikki hevði sýnt fram?
– Nei, tað hevði eg avgjørt ikki verið. Og eg hevði
eisini verið djúpt ólukkuligur. Tú mást vísa, hvør tú ert.
Fara út millum hini í staðin fyri at goyma teg. Tað er
gott at merkja, at onnur taka listina álvorligt, og tað er
mennandi at fáa kritikk og rós frá øðrum.
– So tað at vera partur av einum umhvørvi hevur
týdning?
– Ja, tað hevur tað. Eg haldi, at tað var tí, at Mikines
ikki kláraði at búgva í Føroyum. Hann manglaði eitt
listarligt umhvørvi, men tað fekk hann niðri. Í dag er
øðrvísi.
Húðin hongur á vegginum
...framhald frá síðu 13
“Tá ið eg kenni motivið, kann eg loysa meg
frá tí. Eg havi linjurnar og formarnir og kann
leita víðari. Tað tekur tíð veruliga at síggja eitt
motiv. Tá ið eg máli fólk og havi verið leingi
saman við teimum, kann eg knappliga síggja
nakrar linjur, sum fáa psykuna fram.”
Mynd: Finnur Justinussen