Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 – Og nú hevur tú fingið mentanarvirðislønina. Ja, tað hevði eg ikki rokna við, men eg má viðganga, at eg eri øgiliga glaður fyri tað. Torbjørn leggur dent á “øgiliga”. – Eg trúði ikki, at eg var so væl dámdur. At halda tilveruna út Torbjørn Olsen fær ofta at vita, at fólk verða glað, tá ið tey síggja myndirnar hjá honum, og tað er upplagt at spyrja brúntklædda mannin við varligu eygunum, um hann altíð er so glaður, sum myndirnar bera boð um. – Nei! Torbjørn er avgjørdur. – Tað er nemliga tað, eg ikki eri. Eg gangi ikki og syngi allan dagin. – Tað er eingin samanhangur har. Glaðir málarar mála ofta myrkar myndir, og tunglyntir persónar kunnu gera øgiliga ljósar og farvuríkar myndir. Onkuntíð hugsi eg, at eg burdi málað daprar myndir, men eg klári ikki at mála, tá eg eri heilt niðri í kjallaranum. – Yrkjarar siga ofta, at teir yrkja best, tá ið teir eru longst niðri. – Tað kann gott vera, at tað er lættari við orðum tá. Tá eg eri har niðri, sum eg ikki klári at mála, kann eg gott skriva okkurt, og skrivingin kann loysa upp fyri nøkr­um. Men eg eri ikki rithøvundur. – Lesur tú nógv. – Eg lesi ov lítið, men eg lesi altíð okkurt. Fyri tíðina lesi eg eina danska skaldsøgu um Rasputin. Annars dám­ar mær væl russisku rithøvundarnar, teir gomlu, Dostovjevski og Tolstoj. – Hvat dámar tær við teimum? – Teir hava hetta myrka í sær. Tað hugtekur meg, og eg kenni tað aftur. Teir fara eisini so djúpt í sínum menn­iskja­lýsingum. Serliga Dostovjevski. Tað er heilt fan­tastiskt, at hann megnar at fara so langt. Torbjørn Olsen hevur sjálvur fingið rós fyri sína innlivan, tá ið hann málar menniskju. Onkur hevur sagt, at hann dugir at draga tað innara menniskja burtur úr tí sjónliga landslagnum. – Tað er fyrst og fremst ein spurningur um hondverk, um at duga at síggja og at tekna. Men sum listafólk mást tú eisini vera opin og kensluborin. Tú leitar inni í tær sjálvum, og tú roynir at síggja tað, sum liggur fjalt í tí, sum sæst. – Er mann so eisini meira opin fyri meinings­loys­ inum? – Ja. Lívið er ikki so einfalt, og tað kann vera hart altíð at vera opin og leitandi. Tað er kanska tí, at mann drekkur. Fyri at gera tað eitt sindur lættari. Hann tømir dósina og hyggur út í vesturskynið. – Einaferð helt eg, at eg bleiv betri listamaður av at drekka. At eg bleiv fríari og tordi meira, men tað er ikki so. Tað er arbeiðið sjálvt, málningurin, sum hevur gjørt meg frían. – Men tú drekkur framvegis? – Ja, eg drekki hvønn dag. Fyrr drakk eg brennivín, men tað endaði galið. Eg royndi at koyra tað heilt frá mær, men tað gekk heldur ikki, so í dag drekki eg bara øl. – Ávirkar tað arbeiðið? – Eg drekki ongantíð so nógv, at eg missi sansirnar. Eg havi ikki tann tørvin. Tað hjálpir mær at halda til­ ver­una út, men eg vil ikki hava, at tað gongur út yvir arbeiðs­førleikan. Eg arbeiði alla tíðina. – Ber tað til at halda hasa balansuna? – Tað billi eg mær inn. Eg havi nógvar starvs­felag­að­ ar, sum hava verið noyddir at leggja pensilin á hyllina, tí teir hava drukkið ov nógv. Men eg má mála. Tann trongdin er tann størsta, haldi eg. – Gongur tað ov long tíð í millum, at eg máli, ein heil vika til dømis, so kemur tunglyndi sníkjandi, og so má eg í gongd aftur. Hevði eg ikki málað, so veit eg ikki, hvar eg hevði endað. Málingin er mín bjarging. – Hvussu tá? – Hon fær tað kreativa fram í mær og loysir upp fyri gleðini. Kallið og prísurin Torbjørn Olsen var sum sagt einans 16 ára gamal, tá ið hann fór niður á listaskúla. Hann gekk til undir­vís­ing í fleiri ár, og hann brúkti nógva tíð at granska meistar­ar­ nar, serliga á Statens Museum for Kunst, men sjálvur kom hann ongantíð inn á Statens Kunstakademi. – Eg søkti tríggjar ferðir, men slapp ikki inn. Triðju ferð gav eg upp. – Hevði tú ikki hug at uppgeva málingina tá? – Nei! Tá var hon inni í mær, og eg kundi ikki annað. Eg vildi heldur ikki annað. – Hvat meinar tú við, tá ið tú sigur, at hon var í tær? – Eg veit ikki, um tað ljóðar ov hástórt, men tað er eitt kall. Eg skal mála. Tá mann hevur fingið tað kallið, er eingin vegur uttanum, so má mann bara blíva við. – Er tað ein hugur? – Tað er bæði ein hugur og ein leitan. Mann skal sjálv­andi tíma tað, men so leitar mann eisini. Mann leit­ar eftir sær sjálvum, hvør eri eg í grundini? Einasti mátin, sum eg kann finna út av tí, er við at mála. Fyri smædna unglingan var tað eitt frælsi at flyta niður til stórbýin, har eingin kendi hann, og hann vænt­ aði ongantíð, at hann fór at flyta heim aftur. Men hann lut­tók í føroyskum framsýningum og var meira og meira knýttur til tað føroyska listaumhvørvið, og mitt í 1980unum flutti han heimaftur. Í Føroyum møtti hann Rosu, sum var 18 ár eldri enn hann. Hon arbeiddi sum sjónleikari og átti vaksnar synir, sum vóru fluttir heimanifrá. – Vit møttust, og tað bleiv beinanvegin ordiliga alvor­ligt. Tað var sjálvandi ikki lætt, tí hon hevði vaksin børn, og aldursmunurin var so stórur, men vit passaðu bara saman. Vit høvdu tað at arbeiða kreativt til felag, og vit tosaðu so væl saman. Røddin hvørvur, og Torbjørn situr stillur eina løtu. – Hon er ein klók kvinna. Í dag býr hon niðri, og eg búgvi her. Men eg ferðist ofta hjá henni, og hon er eisini onkuntíð í Føroyum. – Men hvussu fær mann eitt parlag og eitt gerandis­lív at hanga saman, tá ið mann leitar so nógv inneftir og er so upptikin av málingini? – Tað ber heldur ikki til. Í øllum førum ikki hjá mær. Eg hevði ikki dugað at liva eitt borgarligt lív, har eg skuldi møtt til døguðra ella nátturða eina ávísa tíð hvønn dag. – Tí tá ið tú ert í málninginum, so mást tú vera har? – Ja, hitt má koma, tá ið eg eri liðugur. Eg og Rosa livdu øgiliga frítt. Tað eru málarar, sum liva eitt rætt­ iliga borgarligt lív, og eg havi onkuntíð ynskt, at eg kundi tað. At eg hevði eitt vanligt lív við konu og børn­ um og onkrum at koma heim til. Men tað ber ikki til. – Hví? – Tí tað hevði gingið út yvir málingina. Tað hevði órógvað ov nógv. – Um tú kundi givið unga Torbirni, sum sat í flog­far­ inum á veg til Danmarkar sum 16 ára gamal, eitt gott ráð. Hevði tú so mælt honum frá at farið listaleiðina? – Nei, slett ikki. Eg hevði biðið hann tekna enn meira og mála enn meira. Og eg hevði biðið hann gingið til enn fleiri málningasýningar. Eg teknaði og málaði nógv og gekk nógv til framsýningar, men eg hevði biðið hann gjørt enn meira við tað. – So tú hevði ikki valt øðrvísi, um tú kundi valt umaftur? – Nei. – Tí tað er tað vert? – Nei, tí at tann persónurin, sum eg var – og sum eg eri – kann ikki liva eitt vanligt lív. Stilla røddin verður varliga átroðkandi. – Eg skal mála. Forarbeiði til stóra Dansiringin, sum er við í framsýningini í Gamla seglhúsinum í Klaksvík hendan mánaðin. Havnar dansifelagið dansaði modell til málningin. “Tey dansaðu fleiri kvøld, og so málaði eg, meðan tey dansaðu,” greiðir Torbjørn Olsen frá. Tann lidni Dansiringurin. “Tað nyttar ikki at taka eina mynd og so mála eftir henni. Fotomyndin fangar ikki veruleikan. Og tað er heldur ikki nokk bara at tekna motivið. Strikurnar eru týdningarmiklar, men tú mást eisini fanga ljósið, skuggarnar og rørlsurnar,” sigur Torbjørn Olsen.