Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 oleiðis byrjar ársfrágreiðingin fyri 2014 hjá Bóka­savninum við Løkin. Hesi tiltøk eru tekin um, at bókasøvn eru ymisk, virkin og endur­nýggja seg. Bókasavnið við Løkin hevur lagt seg eftir at skipa fyri bæði ný­ skap­andi og siðbundnum virksemi. Vit vilja fegin gera lokalsamfelagið fjølbroyttari og stimbra nýhugsan, umframt eisini at reka vanligt bóka­ savns ­virksemi sum t.d. útlán av bókum. Forritan fyri børn og ung er skeið fyri børn frá 6. til 10. flokk. Hvønn hósdag í vetur hava millum 30 og 40 børn møtt hvønn hósdag á bókasavninum fyri at læra at for­rita. Luttakararnir koma úr eini 10-12 ymiskum bygd­ um í Eysturoynni, Streymoynni og av Borðoynni. Hetta skeiðið hevur verið nógv umtalað, og tykist tørvurin at vera sera stórur fyri einum slíkum skeiði. Hetta er ung­ dóms­arbeiði, kveikjan og vitanarmenning, og ætla vit av­gjørt at taka hetta uppaftur komandi heyst. Fjarlestur er eitt samstarv, sum byrjaði í februar 2014, við Fróðskaparsetur Føroya. Nú kunnu lesandi til lærara og námsfrøðing møta til undirvísing í Runavík og aðrastaðni í Føroyum og fáa undirvísing gjøgnum fram­komna videofundartøkni. Royndirnar av hesum fjar­lestri tykjast at vera so mikið góðar, at útlit eru fyri, at hetta tilboðið heldur fram og verður ment. Ongin hægri lærustovnur er í Runavíkar kommunu, og við hes­um virksemi kann bókasavnið vera við til at menna eitt lokalt lestrarumhvørvi. Lesiringar eru vanligir á bókasøvnum. Í tveir vetrar hava bókasøvnini í Runavík og á Toftum samstarvað um felags lesiring, sum møtist sættu hvørja viku og skiftir millum Runavík og Toftir. Vanliga møta millum 20 og 30 luttakarar, og pláss er fyri enn fleiri. Filmsýningar av norðurlendskum filmum er eitt samstarv við Løkshøll og Filmsfelagið Klipp hjá Norður­ landa­húsinum. Frá januar til september vóru 5 filmar vístir. Hóast misjavna undirtøku, og at bókasavnið saman­lagt hevur eina útreiðslu av sýningunum, so halda vit, at tað hevur stóran týdning, at slíkir film­ar verða vístir. Við hesum kann bókasavnið gera ment­ anar­tilboðini fjølbroyttari og betri. Úr skránni fyri 2015 Í 2015 fara vit at byggja víðari á tað virksemið og tey tiltøk, sum virka væl. Okkurt nýtt verður eisini á skránni. Bókasavnið er til fyri borgaran, og hava øll áhugað soleiðis møguleika at koma við sínum ískoyti til virk­semið og skránna. Myndin vísir nakrar yvirskriftir, sum bóka­savnið ætlar at arbeiða við í 2015. Bókasøvn eru ymisk Bókasavnið við Løkin er bæði eitt skúlabókasavn og eitt alment fólkabókasavn. Hetta merkir, at fyrrapartar eru tað serliga næmingar, lærarar og onnur í skúlanum, sum brúka umstøðurnar og tænasturnar. Tá hava tveir skúla­bókavørðir ábyrgdina av bókasavninum. Barna­ garðar og stovnar vitja tó eisini bókasavnið fyrrapartar. Mánadag til fríggjadag frá klokkan 13.00 til 18.00 er alment opið. Tá koma fólk at læna bøkur, lesa bløð og tíðarrit og fáa hjálp til uppgávuskriving o.a. Summi sita og arbeiða her í fleiri dagar á rað. Vit samstarva nógv við Løkshøll og hava regluliga tiltøk. Á bókasavninum starvast í løtuni tvey fólk. Bókasavnið hevur heima­ síðuna www.lokin.fo Truplir spurningar frá lánarum: Av og á koma lánarar við fyrispurningum og ynskjum, sum eru trupul at ganga á møti. Her eru tvey dømir: “Hava tit bøkur á føroyskum um onkur evni, sum børn og ung (12-15 ár) hava áhuga fyri? Men tað má verða skrivað og lýst á ein einfaldan hátt. Altso við lættlesiligum teksti og nógvum mynd­ um.” Tja, hvat svara vit so? Vit hava onkrar bøkur við við­komandi evnum, men tær krevja nokk ein størri lesi­før­leika, enn hesin lánarin eftirlýsir. Munnu forløg hava ætlanir um at fáa fleiri lættlesiligar bøkur út á før­ oyskum um ymisk eftirspurd evni? Ella hvussu nøkta vit tørvin hjá hesum málbólki? “Hava tit smábarnabøkur við teknum í? Eg meini til børn, sum brúka teknmál?” Tá er svarið greitt: “Nei!” Lánarin greiður so frá, at støðan hjá børnum, ið hava brúk fyri teknmáli, er soleiðis, at hvør stovnur/barna­ garður sær situr og setir mynd av mest týðandi tekn­ unum (úr Tekn til Talu) inn á síðurnar, so hesin mál­ bólkur (og onnur við) lættari kunnu ogna sær innihald í bókum og myndum á “sínum” máli. Hetta arbeiðið verð­ur ikki samskipað, so tað kann gott henda, at fleiri ymsir barnagarðar arbeiða við at finna tekn og seta inn í somu bók! Í skúlanum er eisini tørvur á myndabókum og undir­ vísingartilfari við teknum í. Hevði tað verið eitt hugskot at gjørt eitt ark við út­ valdum teknum/høvuðsteknum til at líma inn á tekst- ella myndasíður, tá ið summar bøkur verða prent­aðar? Ella hevur tú eitt annað gott hugskot at royna til henda málbólk? Á bókasavninum S Bókasavnið við Løkin Forritan, fjarlestur, filmsýningar og lesiringar... Sønner Sønner er heitið á sera væl skrivaðu bókini eftir Philipp Meyer. Søgan snýr seg um McCullough-ættina og teirra stríði fyri valdi, kærleika, heiðuri og pengum. Í 1849 leypa comanche indiánarar á húsini hjá McCullough familjuni. Tann einasti, sum yvirlivir álopi, er 13 ára gamli Eli, sum so blívur ættleiddur av høvdinginum. Eli lagar seg til lívið hjá indiánarunum inntil sjúka, svongd og vápnaðir hvítir menn gera av við nógvar av indiánarastammunum. Eli noyðist aftur til tað hvíta samfelagið, har hann ikki longur følir seg heima. Sum lesari, fylgja vit McCullough ættini í 1849, 1915 og í 2013, og fylgja við hvussu tey gerast ríkasta familjan í Texas. Men tey koma at sanna, at avleiðingarnar av teirra valum kunnu forfylgja teimum. Forbudt kærlighed Mentanarkollveltingin hjá Mao var ein politisk rembingartíð í Kina frá 1966 til 1976. Endamálið var at broyta Kina til eitt sosialistiskt samfelag. Øll vóru í vanda fyri koma undir illgruna fyri at stuðla liberalismu, kapitalismu ella á onkran hátt at vera fíggindi. Familjan hjá Jingqui er fallin í ónáðir. Foreldrini vóru komin undir illgruna og pápin var dømdur í arbeiðslegu. Familjan livir nú í fátækradømi. Jingqui hevur fingið boð um at fara til eina lítla bygd at arbeiða, og her møtir hon Jianxin. Tey gerast góð, og kærleikin ímillum tey bæði er reinur og ósekur. Men hann er eisini forboðin og ópassandi, tí foreldrini hjá Jianxin eru rík, og pápi hansara er ein av valdmiklastu generalum í Kina. Hinvegin eru foreldrini hjá Jingqui undir illgruna fyri at verða fíggindar ´formann Mao´. Trolaralív Trolaralív-Søgur úr Baretshavinum. Torleif Johannesen er sjómanstrúboðari og hevur verið á vitjan á Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadus undir fiskiskapi í Barentshavinum. Við vøkrum myndum og frágreiðingum skrivar hann um lívið og ar­beiðið umborð á føroysku langfaratrolarunum og um mann­ingina. Lesarin fær eisini ítøkiliga vitan um skipini, fiskiskapin og viðurskiftini í Barentshavinum. Starvsfólk viðmælir: