Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 18 ÓSÆDDAR GERANDIS­ HETJUR m tú onki veitst at gera ein fagran summardag, so far tær út á Argir og gakk eftir gøt­uni suðureftir og niðan gjøgn­um Trygilsbrekku. Tú kemur upp á fjallarøðina í ein lands­ynning úr Kirkjubøreyni og sært, í svalum morgunguli, Sandoyar mjúku umgerð og sunnanfyri kanska eisini Knúk á Skúvoynni. Um tú nú gongur suður um Kirkjubøkamb, er laga­manni at ganga oman til strandar sunnan­fyri. Millum malargrótið sært tú rekatrø, kúlur, boyur og tonglar. Longur uppi síggjast leivdir av garðløgum og grundum. Her var einaferð ein bygd, rópt Úti á Bø. Um hesa bygd er bók skrivað, sum varð løgd fram á bókadegnum í Norður­landahúsinum á vetri 2013. Høvundurin er Arnstein Niclasen. Við bók síni blæsir hann anda í mold, grót og kámar farvegir á hesum plássi. Sum kveikt til lívs við Prosperos gandakelvi rísur eitt heilt univers upp úr tøgnini, og lesarin hómar andlit, fólk, ættir, hendingar, úrmælingar, skemt, knoss. Men eisini skarpar tvídráttir, sum varpa ljós á vandamál, sum okkara tjóð stendur yvirav beint nú. Bókin er millum mangt annað eitt verk um tey fólk, sum búðu og virkaðu her úti. Hesi fólk vóru uppsitarar, t.e. tey røktu jørð og kríatúr, sum í roynd og veru vóru í hondunum á festarum, fyrst og fremst bóndanum í Kirkjubø og teim­um báðum Rasmusi og H.C. Müller, sýslu­monnum í Havn. Høvundurin vísir á, at bygdin er rættiliga gomul og ið hvussu er gongur aftur til um 1540. Men bókin snýr seg einamest um tær familjur, sum búðu her í 19. øld. Hetta vóru Byrgis-Jógvan, ættaður úr Kaldbak, og kona hansara Rakul, og Niklas á Bø og kona hansara Giljanna, ættað úr húsinum yviri í Dali í Havn. Hesar báðar familjur og teirra ikki fáu børn húsaðust undir ein­ari flagtaktari lon, ið var í tveimum pørtum, við tilsamans 50 fermetrum í vídd. Verkið er samstundis søgan um, hvussu ein bygd verður avoydd, ikki av “vanlukku og mismóti”, sum á Blankskála og á Skarði, men sum ein avleiðing av treytum, fyriskipaðum av “avstaðar maktarmonnum”. Í 1886 stingur einkjumaðurin Hans á Bø í sekkin og flytur við børnum sínum til Skopunar. Í 1894 flyta eftirkomararnar hjá Niklasi á Bø til Havnar. Høvundurin rekir samstundis upp ættarsøguna hjá hesum familjum, men borðreiðir eisini við styttri ella longri persónssøgum, so at lesarin – sum við einum nútíðar jólakalendara – kann lata vindeygu upp, støkka inn á gólvið og heilsa upp á nøkur av hesum mongu fólkum. Hugsar ein um Kirkjubø og bygdina Úti á Bø, er tað sum at hyggja at foto­ mynd, har bjart ljós fellur á fólkini í tí fyrru bygdini, men har tey í tí seinnu bygdini eru huld í mjørka. Tey fyrru eiga sín lut í hesi bók, ikki so løgið, tí bóndin í Kirkjubø “ráddi yvir” stórum parti av tí sunnara plássinum. Høvund­ urin greiðir tí væl frá Jóannesi bónda, Sverra, Gazet og Súsonnu Helenu. Men hetta eru kend fólk, og mangur lesari veit um tey. Arnstein Niclasen greiðir við innliti og sorgblídni frá bygdini Úti á Bø og hvussu hon varð avoydd Hanus Kamban U bókaUMMÆLI Thurið og Guðný á hestbaki í Kirkjubø.