hósdagur 26. mars 2015síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
19
Hini hevur fáur lesari hoyrt nevnd. Men nú lættir
í tokuna. Á fotomynd á síðu 33 síggja vit børnini hjá
Jóan-Eriki og konu hansara, fimm prúðir synir og tvær
døtur. Tey eru høgtíðsklædd, og sjálvsálit og stoltleiki
lýsa av teimum. Øll vuksu tey upp úti á Bø, men fluttu
í 1894, summi inn til Hans David, sum hevði arbeitt í
Havn eina tíð og bygt sær sethús undir Glaðsheyggi.
Men kanska kundu vit latið eina lúku upp. Andreas
Niclasen, róptur Dia á Bø (1872-1946), hevði lært at
pløga í Norra, var telefonmaður, træ- og jarnsmiður,
dugdi at kalla øll sløg av handverki og skrivaði dag
bók. Hann fór at vísa film í 1910, ferðaðist um oyggjar
nar við sínum “kinematografi” og stovnaði biograf í
Havn. Arnstein reksar upp heili 28 filmsheiti.
Veri mær loyvt at skoyta Die Nibelungen uppí,
sum í mars 1928 varð vístur í biografinum í Tórs
gøtu fyri stúgvandi fullum húsi, og Metropolis, helst
frá sama ári, ein mynd, sum Tingakrossur tók til, av
“trælstilveruni hjá menniskjunum undir maskinveld
inum”. Leikstjórin var í hesum føri tann (ikki minst í
dag) heimsgitni týski filmslistaligi slóðbrótarin Fritz
Lang.
Um hetta mundið var filmur ikki heldur enn t.d.
jazzur hildin at vera seriøs mentan, nei, slíkt var
fjant og fják. Men serliga tey ungu flokkaðust um
biografin hjá Dia á Bø. Í dag mugu vit ásanna, at
hesin hegnismaður í roynd og veru er eitt stórt navn
í okkara mentanarsøgu í 20. øld. Die Nibelungen
hugtók føringar, sum jú kendu søguna væl frá
okkara kvæðum, og fólk vóru bergtikin av tí ljós
leitta Siegfried og teirri – í samanburði við nútíðar
vakurleikanorm – í so hyldligu og kjálkarundu
Brynhild.
Skrivingarlagið í hesi bók er av einum slag, sum
undirritaði ongantíð fyrr hevur sæð í føroyskum
teksti. Tey endurgivnu brotini, eftir eitt nú Regin
Dahl, Poe, Karin Boye, William ella Abel Meerpol
(“Strange Fruit”) gera, at lesarin stundum fatar meira
við sínum hjarta enn sínum heila. Sitatleskarin er
gávumildur, og vermdur av reglum eftir Martin
Joensen ella Jens Eli Ellefsen lesur ein stundum,
syngjandi innantanna, meðan “sólin sær søkir kav”
um farran av “farnari fornari tíð”.
Men har er eisini nakað annað. Høvundurin rekur
framundir, tosar uttanum, ballar orðini inn, men har
hómast ein loynd klógv aftan fyri orðingar sum “sig so
tað” ella “akk ja” ella “eg meini tað” ella “hatta var so
tað”. Hetta er nevniliga ein bók um tey, sum eiga, og
tey ognarleysu.
Heilt greiður verður hesin tvídráttur í kapitlinum
Støðið ríður undan, har greitt verður frá, hvussu H.C.
Müller “forpaktar” ta innangarðsjørð úti á Bø, sum
liggur til sýslumansembætið, til bóndan í Kirkjubø.
Avleiðingin er, at tey røsku fólkini úti á Bø verða
tvingað at flyta. Uppaftur greiðari verður hetta
nakrar síður seinni, har vit lesa um tveir miðvingar,
sum søkja um og fáa tvey leys festir í Kirkjubø, sum
so gleppa teimum av hondum, tí teir sleppa ikki at
búseta seg í bygdini. Her koma vit til tað, sum bretar
rópa “the nitty-gritty”. Høvundurin leggur brot úr
skjølum fram, men orðar seg varliga, tí, sum Diogenes
Laertius tók til, “de mortuis nil nisi bene”.
Eg fari nú at lata eina aðra lúku upp. Mads á Velba
stað (1885-1961) var sonur Peter Hans á Bø og Helenu
Larsen, úr Sandagerði. Undirritaði hevur kent henda
mann, sum var systkinabarn pápa. Mads gekk undir
breiðskuggaðum hatti og hevði vanliga “rakdropa”,
eitt fyribrigdi, sum í dag er farið av móta. Portrettið
av Madsi, hvørs eygu eru “sum tvær tjarnir á heiðum,
har alt torv er upp skorið” – við harmonikuni, ið ljóðar
syrgiliga “eins og stynjan alskapningsins” – er bæði
grípandi og kostiligt. Her hevur høvundurin Viderø
prest at styðja seg til.
Á sumri miðskeiðis í fimmtiárunum var eg saman
við øðrum ungum í Klaksvík og búði hjá Hjørdis,
mostur míni. Klaksvíkarstríðið var tá ikki heilt av
hæsað. Ein dagin kemur maður inn, og so sanniliga,
tað er Mads, sum vanligt undir hatti. Hjørdis bjóðar
honum ein drekkamunn. Samrøðan artaði seg nú
nakað soleiðis: Hjørdis: “Hvat gert tú í Klaksvík,
Mads?” Mads: “Eg skal til doktaran.” Hjørdis: “Hvat
bagir tær?” Mads: “Onki.” Hjørdis: “Hvat vilt tú so hjá
doktaranum?” Mads: “Eg vil bara síggja mannin.” Hvat
Halvorsen, sum tá mundi hava annað at hugsa um,
helt um soleiðis at verða skoðaður av einum for
vitnum turisti av Velbastað, sigur søgan onki um.
Í verki við so mongum upplýsingum, slepst valla
undan onkrum mistaki. Tann rokmikla ólavsøkan, tá
ið tað danska flaggið varð skorið niður, var ikki í 1931,
men í 1930, sama ár sum ein onnur flagghending var
á Tingvøllum í Íslandi. Og tá ið Christoffer Valkendorf
verður nevndur “ódámligi banamaður Magnus
Heinasonar”, hevur ein hug at mótmæla. Sambært
verkinum hjá Troels-Lund um Magnus Heinason var
Valkendorf ein rættsinnaður maður, sum gjørdi sítt til
at verja føringar, m.a. – sum tað tykist – móti ágangi
frá Magnusi.
Mangt annað tilfar kundi verið tikið fram, sum
ger hesa bók hugtakandi og vakra. Vit lesa um ta
sermerktu Rakul í Kirkjubø, um Asbjørn Kloster, sum
íbirti ta føroysku fráhaldsrørsluna, og um Gamla
Sloan, sum í 1884 prædikaði úti á Bø.
Til seinast í bókini er yvirlit yvir staðanøvn og
meira enn 100 síður við upplýsingum um ættir.
Eitt tað mest hugtakandi er søgan um Thurið Dahl,
sum andaðist ikki meira enn 15 ára gomul. Arnstein
endurgevur í hesum sambandi yrkingar eftir tvey av
okkara mætastu skaldum, J.H.O. Djurhuus og Jóannes
Patursson. Yvir fotomyndini á síðu 269 – av Thurið og
Guðný á hestbaki – er eitt fleyr av poesii, ein glæma
av tí vakurleika, sum bara er til “handan verøld og
heim”. Sami sorgblíði farri dvølur yvir hesum verki.
Arnstein Niclasen:
Fólkini Úti á Bø
– eitt tíðarrák um bygdalív og ættir
Sprotin 2013. 298 kr.
Niclas Jóhan, Nicolina, Jóhannes, Elsebeth Helena, Hans David, Dia á Bø, Óli og Jóhanna. Í 1894 vóru øll flutt av Bø.