hósdagur 26. mars 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
20
Um
útisetar og
tilflytarar
esin einfaldi og viðkom
andi
spurningur
tek
ur samanum og lýsir
hugtøk í samband við
menniskjaliga flyting og
ferðing. Koutonin leggur
fyri við at staðfesta, at í orðatilfeinginum
um menniskjaliga flyting eru framvegis
nøkur hierarkisk orð, og eitt teirra er
hugtakið “expat”. Tað, sum á føroyskum
verður til “útisteti”. Hann vísir á, at enska
orðið er stytting fyri “expatriate” og lýsir
persón, ið býr antin fyribils ella varandi í
einum øðrum landi, enn har viðkomandi
er uppvaksin. Orðið er samanseting av
“ex” (úti úr) og “patria” (land, faðirland).
Á føroyskum: útiseti. Ein, ið er útlagin.
Út frá hesi allýsing kundi ein trúð, at
ein og hvør, ið fer uttanlands at starvast,
er ein “útiseti”. Óansæð húðarlit ella tjóð
skap. Sambært Koutonin er hetta er tó
ikki støðan í veruleikanum: “útiseti”
verður einans nýtt um vesturlendsk hvít
fólk, ið fara uttanlands í arbeiðsørindum.
Øll onnur fólkasløg eru “immigrants”. Tað
sum á føroyskum verður til “tilflytari”
ella “innvandrari” í gerandistalu. Hetta
seinna hugtakið er komið úr donskum,
men nógv av okkara kjaki um tilflytarar
tekur støði í donskum viðurskiftum, og
verður hugtakið av tí sama nógv nýtt.
Útisetamentan í París
Í løtuni eru eg og daman búsitandi í
París í nakrar mánaðir. París telist mill
um heimsins mest multietnisku býir.
Søguliga sæð hevur Frakland verið
“síðsta bastión” áðrenn Atlantshav,
og tí eru nógv fólk komin her á teirra
ferð
vestureftir.
Sum
fyrrverandi
imperium hevur Fraklandi eisini tikið
ímóti borgarum frá sínum fyrrverandi
kolonium. Hetta fjølbroytnið endur
speglast í gøtunum í París, ið eisini er
ein mentanarliga og intellektuelt ríkur
býur. Listasøvn, sjónleikahús, biografar,
konserthøli og bókahandlar í hundratali.
Innan bókahandilsvirksemið í býnum
finst ein submentan av bókhandlum, ið
spesialisera seg í at selja enskar bøkur.
Kannar ein hesar handlar nærri, sæst
skjótt ein romantisk frásøgn um, at teir
eru mannaðir av “expats”, t.e. útisetum
úr ensktmæltum londum. T.d. eru starvs
fólkini í handlunum San Francisco Books
og Berkeley Books of Paris útisetar úr
Kalifornia í USA. Kendasti enski bók
handilin í býnum er Shakespeare &
Co. nærhendis Notre Dame kirkjuni, og
hesin nógv vitjaði handil hevur tað sum
part av sínum konsepti, at vallarar og
útisetar av øllum handa slag koma at
H
“Hví eru hvít fólk útisetar, tá restin av okkum eru
tilflytarar?” Sosialaktivisturin og ritstjórin Mawune
Remarque Koutonin úr Togo setur henda spurning á
heimasíðuni hjá The Guardian um vikuskiftið
Knút Háberg Eysturstein
Sylvia Beach (t.v.) stovnaði og
átti upprunaliga Shakespeare and
Co. bókahandilin, ið útgav skald
søguna Ulysses hjá James Joyce (t.h.)
1922.