hósdagur 26. mars 2015síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
arbeiða í handlinum í styttri og longri
tíðarskeið.
Í gjøgnum tíðirnar hava rithøvundar
og listafólk eisini ferðast til París og
búsett seg her í styttri og longri tíðar
skeið. James Joyce, Ernest Hemingway,
Ezra Pound, Gertrude Stein, Pablo
Picasso o.m.o. livdu eitt tíðarskeið í
París sum intellektuel og bohémar;
vallarar á ferð gjøgnum lívið og listina.
Myndin av tí útlagna vallaranum er eitt
afturvendandi tema í bókmentum og
list í 20. øld, eins og fremmandagerðing
og spenta støðan millum listafólkið og
heimstaðin er ein kjarni í modernismuni.
James Joyce var modernistiskt skald, ið
skrivaði um heimstaðin Dublin, meðan
hann var útlagin í París. Tá postkolonial
gransking tók seg upp aftaná 2. Veraldar
bardaga, løgdust hugtøk sum diaspora og
eksil bókmentir seg afturat áðurnevndu
háttaløgum.
Føroysk útisetamentan
Hesi hugtøk og viðurskifti finna vit eis
ini í føroyskum bókmentum, og tað er
einki løgið í hesum, tí føroyingar hava
tað sum fastan tátt at fara av landinum
á ungum árum. Gamaní hava vit lyndi til
at fara á sama stað, tvs. til Danmarkar.
Helst til Keypmannahavnar, harav
bróðurparturin endar á Oyrasunds
kollegiinum á Amager. Innan bókmentir
er Ferð Mín Til Jorsala hjá Kristian O.
Viderø okkara stóra vallaraskaldsøga.
William Heinesen skrivaði síni verk á
donskum. Útisetar hava í øldir verið við
til at myndað bókmentirnar. Felags fyri
nøvn sum Jens Christian Svabo, W.U.
Hammershaimb, J. F. Jacobsen, Janus
Djurhuus, Christian Matras, Regin Dahl,
Tóroddur Poulsen, Jógvan Isaksen,
Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Kim
Simonsen er útlegd í styttri ella longri
tíðarskeið. Og tá er einki sagt um aðrar
listagreinir, eitt nú tónleikin, málninga
listina, filmslistina o.a., men eisini her
ger tað seg galdandi, at vit ferðast, bæði
fysiskt og listarliga.
Diaspora samleiki er eitt áhugavert
og nógv viðgjørt evni uttanlands, ið sigur
nógv um samtíð og sjálvsfatan. Ein størri
ansur fyri hesum viðurskiftum í før
oyskum høpi hevði verið ynskiligur. Tað
kundi veitt tiltrongdar nýggjar fatanir
av hvussu hesi hugtøk verða nýtt í før
oyskum kjaki, og varpað ljós á støðuna
hjá fólkum, ið flyta til Føroyar, eins og
føroyingar búsitandi uttanlands. Vit eru
heimsins størsti útflytari av útisetum
til Danmarkar í mun til fólkatal. Tí er
ein ávís andsøgn í at fara ókritiskt inn
í ein danskan innvandrara diskurs. Her
vil onkur so siga, at útisetar er ikki tað
sama sum innvandrarar. Tó er vert at
seta spurning við hesa skilmarking.
Ein prinsippiellur spurningur
Fyri at venda aftur til Koutonin, so ger
hann vart við, at skilmarkingin fyrst og
fremst er hierarkisk. Hann peikar á, at
afrikanarar, arabarar og asiatar verða
fataðir sum “innvandrarar”. Evropearar
kunnu tó ikki vera innvandrarar, tí ein
og hvør borgari við uppruna í vestur
heiminum verður sæddur sum ein úti
seti. Flestu hvítu fólk avnokta, at tey
njóta gott av einari slíkari rasistiskari
skipan, og tað er einki løgið í tí. Koutonin
leggur tó afturat, at neyðugt er at varpa
ljós á týdningin av at avtaka hesa avold
aðu harrafólksligu hugsjónina. Politiska
dekonstruktiónin av hesi heimsáskoðan
ini má tí halda fram.
Hetta er sjálvandi ikki løtuverk, ið
Koutonin skýtir upp. Sjálvt í mentanar
liga og romantiska París eru eyðsýndir
trupulleikar at dragast við. Ímyndin av
París sum multietniskur “melting pot”
á tremur við margfeldni var fyri einari
álvarsamari avbjóðing, tá nakrir mans
fóru inn á redaktiónina á einum blaðið
og skutu frá hond í januar mánaði. Í
samband við atsóknina var ljós varpað
á viðurskifti í eitt nú forstaðunum
uttanfyri París, har tað er ivasamt við
margfeldninum og yvirskotinum. Har
flestu innbúgvar verða sæddir sum “inn
vandrarar”. Hesi munnu liva langt frá
útiseta tilverum miðskeiðis í París, so
okkurt bendir á at strukturellu trupul
leikarnir eru umfatandi.
Eftir stendur prinsipielli spurningurin
hjá Koutonin: hvør skal sleppa at vera
“útiseti” og hvør skal noyðast at vera
“innvandrari”? Í málinum býr vald, og
tey, ið sita við málsliga valdið eru við til
at definera heimin. Í Føroyum eru hesir
spurningar eisini viðkomandi, og nógv
lógvatøk eru fyri framman hvat diaspora
samleika, útisetum og innflytarum við
víkur.
Vallari uttanfyri Pompidou sentrið í Paris, 2015. Myndin er veitt av A.F.O.B (Tommy O'Donoghue). Ein írskur filmmakari og fotografur,
ið lesur film á altjóða deildini hjá University of Kent í París. Myndin er tikin uttanfyri Centre Pompidou.
»Why are white people
expats when the rest of
us are immigrants?«
Mawuna Remarque Koutonin á theguardian.com, 13.03.15