Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 owntown Fuglafjørður. Tað er har, tað sker. Í øllum førum vikuskiftið 16. til 18. apríl, tá bindifestivalur verður í bygd­ ini. Tað eru tær fýra Jastrid á Dalbø, Eileen Ejdesgaard, Oddvør á Lakjuni og Steintóra Nesá, sum skipa fyri, og nógv er á skránni hesar dagarnar: verkstovur, fyrilestrar, sølu­torg, gongutúrar, pallborðsfundur og galladøgurði. Fyrireikararnir eru allar knýttar at heima­virkis­ felagnum í Fuglafirði, sum rekur handilin og galleríið í Piddasahandli og Riberhúsi. Hugskotið er sprottið úr arbeiðnum í felagnum og teimum skeiðum, fyrilestrum og sýningum, sum tær hava skipað fyri í felagnum. – Vit hava leingi tosað um at skipa fyri nøkrum størri, at savna alt á einum stað eitt vikuskiftið, tí nógv hava eftirlýst fleiri verkstovum og fyrilestrum, sigur Oddør á Lakjuni. Í fjør avgjørdu tær at fara í gongd, og eftir at hava verið á kanningarferð á stóra bindi­festival­ inum á Fanø í Danmark, vistu tær, at tann føroyski fór ikki at standa aftanfyri á nakran hátt. Alt á einum stað Fuglafjørður er kanska tann føroyska bygdin, sum týðu­ ligast hevur eitt downtown øki. Býlingarnir liggja niðan eftir fjallasíðunum, og niðri í býnum liggur almenna økið við handlum, stovnum og virkjum. Nógv er eisini gjørt fyri at fríðka um miðbýðarøkið seinastu árini við nýggjum trøum og flísaløgdum gonguteigum. – Vit búgva allar í Fuglafirði, so tað er nattúrligt, at vit hava festivalin her, men vit halda eisini, at bygdin er ein sera góður karmur. Her eru sjáldsama nógv hølir tøk, og tað er stutt millum hugnaligu bygningarnar niðri í bygdini, sigur Eileen Ejdesgaard. Aðrastaðni halda slíkir festivalar ofta til í ítróttar­ høllum og skúlum, men so er ikki við Bindi­festivalinum í Fuglafirði. Festivalurin heldur til í á leið 50 ymiskum húsum í Fuglafirði. – Útlendsku gestirnir hava verið serliga hugtiknir av hesum. At tey sleppa inn í føroysk heim, og at onkrar verkstovur verða hildnar í gomlum føroyskum húsum. Virðismeta tilfarið og arbeiðið Á festivalinum verða ymsar verkstovur við bæði før­ oysk­um og útlendskum skeiðshaldarum, har luttakarar kunnu læra ymisk kynstur innan binding og hekling. Men umframt arbeiðið við stokkum og nál, eru eisini verk­stovur og fyrilestrar um ymiskt annað innan ull og kreativitet. Fyrireikararnir eru samdar um, at tað er átroðkandi, at vit sum samfelag taka eitt lógvatak fyri at bjarga før­ oysku ullini. Føroysku tógv-framleiðararnir Snældan og Sirri vera við á festivalinum, og tær nevna stóra ar­beið­ ið, sum serliga Árni og Karin Brattaberg hava gjørt fyri at varveita og virðisøkja føroysku ullina. – Aðrastaðni hava tey foredla seyð, soleiðis at seyð­ urin hevur serliga gott kjøt ella serliga hvíta ull. So­ leiðis er ikki í Føroyum. Av tí at vit hava víst henni so lítlan áhuga, hevur føroyska ullin varveitt broddin og feittið. Men manglandi áhugin og virðismetingin er eis­ ini vandamikil, og verður okkurt ikki gjørt, so hava vit skjótt einki veruligt føroyskt tógv, sigur Steintóra Nesá. Á festivalinum vera fleiri verkstovur um ulla-ar­ beiði, har fólk kunnu læra at nappa, karða, spinna, tøva og lita. Hóskvøldið verður harumframt pallborð mann­ að av fólkum, sum brenna fyri føroyskari ull og onnur, sum hava áhuga fyri ella ávirkan á økið. – Vit vilja fegnar virðismeta bæði føroyska tilfeingið og tað arbeiðið, sum er ment rundan um ullina. Og so vilja vit so sanniliga eisini virðismeta tey fólk, sum hava hegni og hugflog til áhaldandi at menna, leggur Steintóra Nesá dent á. – Føroyskar konur halda ofta so lítið um tað, sum tær sjálvar duga. Øll duga at binda, øll duga at gera mynstur. Soleiðis hugsa vit og gloyma at hetta eru før­ leikar, sum als ikki eru sjálvsagdir. Útlendskur áhugi Nógv armbond eru seld, og onkrar verkstovur eru út­ seldar, men tað vóru tó ikki føroysku bindikonurnar, sum vóru fyrstar at keypa sær atgongumerki. – Vit boðaðu frá í september, og tá hugsa føroyingar uttan iva, at tað er góð tíð til apríl, men vit fingu øgiliga skjótt umbønir úr Danmark og Noregi. Tey keyptu til heil ferðaløg, og tey bíløgdu beinanvegin allan pakkan við armbandi, verkstovum og hýsing, greiðir Jastrid á Dalbø frá. Í fyrsta umfari høvdu fyrireikararnir hugsa, at út­ lendsku gestirnir kundu sova á gistingarhúsum aðra­ staðni, men ynskið var beinanvegin at sleppa at vera í Fugla­firði alla tíðina, og tí bleiv skipað fyri bed & breakfast, og fleiri kaffihús og matstovur vórðu knýtt til festivalin. – Stóri útlendski áhugin gjørdi, at vit broyttu arm­ bandið, soleiðis at matur eisini fylgir við, og so fóru vit beinanvegin undir at finna út av, hvussu vit kundu hava fleiri matstøð á festivalinum. Vit kundu ikki hava einar 100-200 svangar útlendingar á gangandi her í Fuglafirði. Umframt útlendsku verkstovu- og fyri­lestra­hald­ arnir og teir danir og normenn, sum hava keypt at­ gongd til festivalin, so hava nógv spurt, um festivalurin verð­ur aftur næsta ár. – Aðrastaðni fyrireika tey seg í góðari tíð. Ameri­kan­ arar, sum hava víst áhuga, hava til dømis sagt, at tey ikki kunnu koma í ár, men fegin vilja vera við næsta ár. – Og verður festivalurin aftur næsta ár? – Tað hava vit ikki tikið støðu til enn. Tá hesin festival­urin er farin afturum, og vit hava eftirmett, hvussu hann hilnaðist, so taka vit støðu til tað, stað­ festir Jastrid og leggur afturat: – Vónandi gongur alt væl, tí tað er í grundini løgið, at vit ikki hava havt ein føroyskan bindifestival fyrr. Bindi­ festivalur vakt áhuga uttanlands D Stokkar eiga høvuðspallin á festivalinum, sum verður í Fuglafirði 16. til 18. apríl. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður bindifestivalur í Føroyum, og fyrireikararnir eru væl nøgdar við tilmeldingarnar higartil. Serliga eru tær ovfarnar av áhuganum uttanlands Dorit Hansen