Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-26, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mars 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 3 • 27. mars 2015 Nógvar verkstovur eru á Bindifestivalinum. Verkstovurnar vera heima í privatum heimum og í eldri varveittum húsum. Til samans eru 700 pláss til ymiskar verk­stovur. Nakrar verkstovur eru útseldar Mynd: Amy & Edna Verkstovur: Guðrun Sundar Hansen: Ull og spinning Guðrun er útbúgvin handarbeiðslærari í Kerteminde í 1990 við veving sum høvuðsgrein og spinning sum tilvali. Fyrst í 1990unum hevði hon vevihandil í Havn, og hon hevur undirvíst í veving og spinning á Føroya Blindastovni og á Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla. Verkstovur hjá Guðruni: • Uppliv at karða og spinna títt egna tógv • Øðrvísi ullaverkstova í orðum og verki Á spinniverkstovunum í Mortansa húsi verður arbeitt við upprunaligari føroyskari ull. Skinnið hevur hingið uppi og rotað, ullin er ikki klipt, og lanolinið er varðveitt. Guðrun greiðir frá eginleikunum í ullini, og luttakararnir sleppa at nappa, karða og spinna. Eydna Vidtfeldt: Frá foto til mynstur o.a. Eydna er útbúgvin tekstilmiðlari innan design, handverk og miðling. Hon er útbúgvin fólka­ skúla­lærari og hevur starvast sum hand­arbeiðs­lærari í Føroyum. Í løtuni er hon knýtt at hand­arbeiðs­redaktiónini hjá Familie Journalen, umframt at hon hevur sín egna blogg um tekstildesign. Verkstovur hjá Eydnu: • Hekkla ein hurðastoppara • Frá foto til mynstur • Vevmynstur • Graduering Í verkstovuni um graduering læra luttakararnir at binda pløgg í ymiskum støddum við at taka mát og tekna eitt grundmynstur. Í verkstovuni Frá foto til mynstur verður kannnað, hvussu mann kann finna bindi­mynstur í náttúruni og heimliga umhvørvinum. Hanne Pjedsted: Binding Hanne hevur útbúgving sum undirvísari við sergrein í handarbeiði og formning, umframt at hon er cand pæd. í tekstilarbeiði. Hon er fyrrverandi rektari á Design­ læraraskúlanum Højer og á læraraskúlanum í Skals. Síðani 2010 hevur Hanne arbeitt sum sjálvstøðugur bindisniðgevi og undirvísari í egnari fyritøku, sum skipar fyri verkstovum og fyrilestrum um hondbinding. Hanne Pjedsted sniðgevur eisini fyri m.a. tógvfyritøkunar Canard Mohair og Filcolana. Verkstovur hjá Hanne Pjedsted: • Binding – kantar • Binding – tveir litir • Binding – smáar finessir Allar verkstovurnar hjá Hanne Pjedsted eru útseldar. Fyrilestrar Øll, sum keypa sær armband til festivalin, hava at­gongd til fyrilestrarnar, sum allir snúgva seg um okkurt sum hevur við stokkar ella kreativt arbeiði at gera. Súsanna í Jákupstovu: Úr tøting í meditatión Fyrr hevði tøting stóran týdning fyri fíggjarligu støðuna hjá føroysku familjuni – og fyri búskapin hjá land­inum. Soleiðis er tað ikki longur. Kortini binda vit fram­vegis – vit meditera og spæla. Kann tað hugsast, at ull og binding aftur fer at hava týdning í føroyska húsar­haldinum og landsbúskapinum? Súsanna í Jákupstovu er leiðari á listasavninum á Sandi. Hon er listakona, listahandverkari og pensioneraður lærari í handaverki og list. Hanne Pjedsted: Hví binda vit framvegis í 2015? Tað at binda er broytt gjøgnum tíðina. Stokkarnir vóru eina­ferð neyðugt arbeiðsamboð til at fáa klæðir, og teir vóru eisini brúktir í uppalingini av gentum. Tær lærdu at verða mammur/konur við at læra at binda fam­iljuni pløgg. Í dag er øðrvísi. Fyri fyrstu ferð í søguni er als ikki neyðugt at binda. Vit kunnu keypa alt, og vit hava ráð til tað. Men vit binda framvegis. Hví? Tað roynir Hanne at svara í fyrilestrinum. Hanne hevur útbúgving sum undirvísari við sergrein í handarbeiði og formning, harumframt er hon cand pæd. í tekstilarbeiði. Hon er fyrrverandi rektari á Designlæraraskúlanum Højer og á læraraskúlanum í Skals. Ann Højgaard Slot: Kreativ binding – við varðanum sum íblástri Við støði í verk­ ætlan sum Ann gjørdi á design­ skúla, greiðir hon frá, hvussu ein kann fara ígjøgnum eina kreativa tilgongd við binding sum am­boði og enda­ máli. Í verkætlanini brúkti Ann før­ oyska varðan sum íblástur og lýsti hann frá fleiri ymiskum vinklum og perspektivum – umsett til orð, litir, tekstur og struktur. Ann hevur útbúgving sum cand. design við binding sum sergrein frá Designskúlanum í Kolding. Upp­runa­ liga er hon úr Havn, men býr í Aarhus, har hon rekur fyri­tøkuna Heimkaer, sum framleiðir bundið interiør og bundnar accessories við íblástri úr Føroyum. – Føroyskar konur halda ofta so lítið um tað, sum tær sjálvar duga. Øll duga at binda, øll duga at gera mynstur. Soleiðis hugsa vit og gloyma at hetta eru førleikar, sum als ikki eru sjálvsagdir. Tað siga fyrireikarnir: Oddvør á Lakjuni, Eilleen Ejdesgard, Jastrid á Dalbø og Steintóra Nesá.