mánadagur 30. mars 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
politikkur
Árni Gregersen
Leygardagurin undan stillu
viku var brúktur til at leggja
fíggjarkarmarnar fyri 2016
og komandi árini fram.
56 milljónir leypa av í
kørmunum fyri 2016.
Samgongan hevur lov
að, at javnvág skuldi fáast á
fíggjarlógini í 2016. Uppruna
liga í ár, men hetta var útsett
eitt ár fyri trimum árum síð
ani, so javnvágin mátti koma
næsta ár.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum, Jørgen Niclas
sen, Fólkaflokkurin, var væl
nøgdur við uppskotið hann
legði fram:
– Vit hava framt tillag
ingar uttan at fremja stórar
skerjingar í vælferðini. Lands
stýrið hevur í staðin lagt
dent á at fremja nýskipanir
og spakuliga tillaga raksturin
til eitt støði, sum er haldført,
uttan at tann grundleggjandi
vælferðin kom í vanda.
Tá ið hann legði fíggjar
karmarnar fram í fíggjar
málaráðnum á Argjum vísti
hann á gongdina, sum hon
hevur verið seinastu árini
frá 2011 til 2014:
•
Inntøkurnar eru vaksnar
við 471,6 mió. kr., ella 3,6%
um árið
• Útreiðslurnar eru vaksnar
við 181,3 mió. kr., ella 1,4%
um árið
• Inntøkurnar í tíðarskeið
num eru vaksnar 2,6
ferðir so skjótt sum út
reiðslurnar
Jørgen Niclassen vísti eisini
á aðra positiva gongd í sama
tíðarskeiði:
•
Løntakaratalið er vaksið
við um leið 1000 fólkum
• Arbeiðsloysið er lækkað
úr 7% niður í 3,2%
• Nettofráflytingin
er
broytt til nettotilflyting
• Fólkatalið er vaksið við
440 fólkum
Avbjóðingar
Hóast positivu gongdina, so
er tað enn ikki eydnast at fáa
javnvág í. Skal tað gerast í
tíðarskeiðnum, fíggjarkarm
arnir fevna um, so liggur eitt
politiskt arbeiði eftir at gera,
sum samgongan enn ikki
hevur funnið semju um.
Grundleggjandi
byggja
inntøkurnar á skatt og mvg,
men avgjøld frá vinnuni
skulu eisini fíggjað samfe
lagið komandi árini.
Bæði uppsjóvarvinnan og
alivinnan hevur higartil gold
ið avgjøld umframt vanligan
partafelagsskatt.
Hesi gjøld fara at hækka
við áleið 95 milljónum næsta
ár. Tað er ein fortreyt fyri, at
javnvág fæst á fíggjarlógini
Hvussu hesin eykapen
ingur skal takast inn er ongin
politisk semja um enn, men
samgongan hevði fund um
málið fríggjadagin.
– Hetta er eftir at loysa,
men vit fara komandi vikur
nar at gera alt vit kunnu fyri
at finna eina semju. Helst
vilja vit hava andstøðuna
við, men vit hava eina breiða
samgongu, sum eisini kann
samtykkja eina nýskipan um
neyðugt, segði Jørgen Niclas
sen, Fólkaflokkurin.
Stríðið
Tað er ikki nøkur loyna, at eitt
stríð er millum Fólkaflokkin
og
Sambandsflokkin
um
hvussu fiskivinnan skal skip
ast í framtíðini.
Eitt
lyklaorð
er
upp
boðssølan, sum Sambands
flokkurin vil hava við, men
sum Fólkaflokkurin undir
ongum umstøðum vil vita
av.
Men neyð lærir nakna
kvinnu at spinna, so møgu
liga fer tað at eydnast at
finna eina loysn, sum báðir
flokkar kunnu liva við undan
valinum, so karmarnir fyri
næsta ár fara at passa.
At rokna við, at talan
verður
um
nýskipan
av
fiskivinnuni sum heild er tó
neyvan hugsandi. So stutt
undan valinum vita allir
politikarar, at uttan mun
til um nakað verður gjørt
ella ikki, so hevur ein nýggj
samgonga eftir val hava
góðar møguleikar at gera
broytingar beinanvegin.
Javnvágin
Eftir uppskotinum um játt
anarkarmar, so skal tamar
hald fáast á almennu út
reiðslunum,
so
tær
ikki
vaksa ov nógv. Ein vøkstur
uppá 0,9 prosent er settur í
uppskotið.
Tað sum skal geva avlopið
er so, at inntøkurnar fara
at vaksa munandi meira.
Hetta skal – sambært lands
stýrismanninum við fíggjar
málum – ikki gerast við at
taka pening frá føroysku
familjunum, men heldur frá
vinnuni og so tí vøkstrinum,
sum annars er í samlaða
búskapinum.
Samanlagt vísa framløgdu
karmarnir, at 500 milljónir
leypa av komandi fimm árini.
Harafturat sleppur lands
kassin undan einum láni
uppá 500 milljónir krónur til
danska ríkiskassan, verður
ongin olja funnin áðrenn
2018.
– Eg ynski onki meira
enn at olja verður funnin
og vit kunnu gjalda tær 500
miljónirnar, men sum støðan
er í dag, so fellur lánið bert
burtur í 2018, segði Jørgen
Niclassen.
Saman
við
avlopinum
uppá 500 milljónum so er
skuldin eina milljard minni
um fimm ár,
Politiskt arbeiði eftir at gera
fyri at fíggjarlógin javnvigar
Hóast landsstýrismaðurin við fíggjarmálum legði játtanarkarmar fram
við avlopi komandi árini, so er framvegis langt eftir á mál politiskt
Andstøðan:
Pappír er
takksamt
Andstøðan í Løgtingin
um er ikki sannførd ella
imponerað av teimum
tølum, sum samgongan
hevur sett inn í fíggjar
karmarnar fyri komandi
ár.
Fyrst og fremst finn
ast tey at, at tøl bert eru
sett inn, uttan at gerðir í
veruleikanum eru aftan
fyri.
– Tað ber væl til at
seta tøl á eitt pappír,
men ger ein ikki tað
sum skal til fyri at tølini
skuklu passa, so er tað
ikki so nógv vert, sigur
formaðurin í Javnaðar
flokkinum,
Aksel
V.
Johannesen.
Heldur ikki Kristina
Háfoss, Tjóðveldi, er ser
liga vælnøgd, men tað er
tí hon heldur ikki er nøgd
við tað, sum samgongan
hevur fingið frá hondini
seianstu árini.
– At tosa um nýskipan
av fiskivinnuni nú er alt
ov seint. Hetta hevur
samgongan havt iva
leysa góða tíð til, men
onki er hent, sigur hon.
Hon ivast eisini í
tølunum, sum standa í
játtanarkørmunum. Eins
og Aksel V. Johannesen
finst hon at, at tey tiltøk,
sum skulu fáa tølini at
passa, heldur ikki eru
gjøgnumførd.
Kári
P.
Højgaard,
Sjálvstýrisflokkurin,
fanst at í útvarpinum,
at gjøldini hjá vinnuni
á ein ella annan hátt eru
tengd at, hvussu nógvum
pengum
landskassin
hevur brúk fyri.
Poul
Michelsen,
Framsókn, ljóðaði rættu
liga uppgevandi. Hann
segði, at hann als ikki
skilti, hvussu hetta kann
hanga saman, tí nógv
manglar at gera, fyri, at
alt skal ganga upp.
Fíggjarkarmarnir fáa
1. viðgerð í tinginum,
tá ið Løgtingið kemur
saman aftur eftir páska
frítíðina. Tað verður 10.
apríl.
Andstøðan er ikki imponerað
av uppskotinum til fíggjar
karmar fyri komandi árini
Vinnan skal gjalda á leið 95 milljónir krónur meira í avgjøldum og skattum í 2016
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, legði fíggjarkarm
arnar fram í fíggjarmálaráðnum og avlopið næsta ár er 56
milljónir krónur Savnsmynd
Aksel V. Johannesen
Kristina Háfoss
Poul Michelsen
Kári P. Højgaard
Andstøðan í Løgtinginum er
ikki sannførd ella imponerað
av teimum tølum, sum sam
gongan hevur sett inn í fíggj
arkarmarnar fyri komandi
árs