mánadagur 30. mars 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37
tíðindi
Rokaligt í Klaksvík
– Eg kendi meg heima
Terji Nielsen
Nógv fólk var úti í viku
skiftinum, og løgreglan
hevði úr at gera serliga
sunnunáttina við at skilja
fólk sundur, sum vóru
komin til ilnar.
Men í Klaksvík gekk
galið nakrar ferðir, og
løgreglan hevur fingið
fráboðanum tvey harð
skapsmál hetta vikuskifti,
sum bæði fóru fram í
Klaksvík.
Annað var leygarnátt
ina, har ein maður bleiv
sligin av einum øðrum
manni úti í býnum í Klaks
vík, og tað málið er longu
skrásett í skipanini hjá
politinum, verður sagt av
politistøðini í Havn.
– Málið er kannað, og
vit hava eisini ein hýru
vognsførara,
sum
hev
ur sæð tilburðin, sigur
vakthavandi.
Sunnunáttina var enn
eitt
harðskapsmál
frá
boðað úr Klaksvík, men
hvussu langt kanning
arnar av tí tilburðinum
eru komnar, veit vakthav
andi ikki at siga í løtuni.
– Tilburðurin er meld
aður. Tað skal vera far
ið fram uttan fyri eitt
skeinkistað, og fráboðar
in hevur nevnt tann, sum
hevur sligið, við navni,
verður upplýst.
Ein annar tilburður
hetta vikuskifti í Klaks
vík endaði eisini við eini
skuldseting frá løgregluni.
– Tað var sunnunáttina,
at ein maður gjørdi seg inn
á løgregluna har norðuri.
Hann tók í ein løgreglu
mann, og hann verður tí
skuldsettur eftir grein 119,
sum er ”vold eller trussel
mod tjenestemand”, upp
lýsir vakthavandi.
Fríggjakvøldið gjørdist fugl
firðingurin Jógvan Joensen
nummar 2 í donsku X Factor
kappingini, sum Danmarks
Radio skipar fyri.
Finalan við teimum trim
um finalistunum varð hild
in í Boxen í Herning, og har
passa umleið 15.000 fólk
inn. Fullsett var, og nógv
var gjørt burtur úr fram
førslunum, sum eisini vórðu
sjónvarpaðar til millióna
stóra hyggjarafjøld
Og mitt í hesum meldri
kendi Jógvan Joensen seg
serstakliga væl.
– Eg havi ongantíð í mín
um lívi kent meg so heim
sum á pallinum. Eg hevði
bara hug at fara uppaftur,
segði Jógvan Joensen eftir
finaluna.
Jógvan Joensen ætlar at
smíða, meðan jarnið er heitt.
– Nú skal eg út við mínum
tónleiki, og tað skal verða
beinanvegin. Tað skal ganga
skjótt, segði hann.
– Eg havi ongantíð í mínum lívi kent meg so heima sum á pallinum,
sigur Jógvan Joensen um framførslurnar á stóra X Factor pallinum
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 · Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
www.krosstein.fo
Brennur tú fyri grønari orku og vil vera við til at geva
okkara kundum framúr tænastuna innan HVS, so hava vit
rætta starvið til tín.
Sum størsti HVS veitari í Føroyum kunnu vit bjóða tær eitt
sera mennandi og fjølbroytt starv innan:
• Orkusparandi loysnir
• HVS – skipanir
• Vatnveiting og kloakk
• Fjarhitaskipanir
• Ventilatión
Tín høvuðsuppgáva verður at ráðgeva og gera
tilboðsarbeiði. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við
dugnaligum starvsfeløgum í einum mennandi umhvørvi.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við
Navision og/ella øðrum viðkomandi telduskipanum.
Løn og setanartreytir eru eftir nærri avtalu.
Um teg:
Tú ert útbúgvin HVS – tøkningur, rørleggjari ella hevur
aðra viðkomandi útbúgving. Tú hevur gjarna eisini drúgvar
royndir innan HVS – fakøkið. Tær dámar væl at arbeiða
sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til bæði kundar
og starvsfelagar.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til starvið er mikudagin 15. apríl
2015 kl. 12:00.
Starvið verður sett skjótast tilber. Vit bíða tó fegin um tú
ert rætti persónurin.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Anniku
Krosstein, tlf. 344690, teldupostur annika@krosstein.fo.
Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til annika@
krosstein.fo ella:
P/f Svend Krosstein
Falkavegur 6
Postboks 3229
110 Tórshavn
Viðmerkt: Starvsumsókn
Um okkum
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við
okkara 18 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða
tænastu til okkara viðskiftafólk um alt landið. Sum stórsti HVS handil
og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan
grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt
hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.
Tekniskur ráðgevi til P/F Svend Krosstein
Jógvan Joensen skal nú í studio at innspæla tónleik
Mynd: DR